mikudagur 9. juli 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 130 - 9. juli 2008
Lønarseðlar
á Netmiðluni
Í hesum døgum fáa persónar, sum fáa løn ella aðrar
ávísar samsýningar frá tí almenna, eitt bræv frá
Netmiðluni. Netmiðlan er talgild postskipan, sum altíð
slepst til umvegis alnetið. Í brævinum eru upplýsingar
um nýtslumøguleikar, brúkaranavn o.t. Hetta verður
sent í sambandi við, at nýggj útgáva av Netmiðluni er
tikin í nýtslu. Netmiðlan lættir um hjá tí einstaka við at
savna tilfar sum t.d. lønarseðlar á einum pappírleysum
staði. Eisini er Netmiðlan ein liður í at minka
flutningskostnaðin hjá tí almenna og samstundis varða
av umhvørvinum við at tálma nýtsluna av pappíri. Hvør
einstakur hevur tó framvegis møguleikan at fáa
lønarseðlarnar sendandi við vanligum posti. Um hann
ynskir tað, kann hann verða strikaður úr skipanini. P/F
Alnet Studio hevur ment Netmiðluna og hevur dagliga
raksturin av skipanini um hendi. Nýggja útgávan av
Netmiðluni er á www.netmidlan.fo
Fjarðafestivalurin
2009 flytur til juni
Fjarðafestivalurin hevur nú endaliga avgjørt at flyta
festivalin í 2009 frá seinasta vikuskifti í august til fyrsta
vikuskifti í juni. Komandi ár verður Fjarðafestivalurin 5
– 7 juni. Hetta verður gjørt av ymiskum orsøkum. Ein
teirra er, at tað er lættari at fáa tey stóru amerikansku
nøvnini, sum um somu tíð eru í Europa í samband við
aðrar festivalar. Og eisini plagar veðrið at verað gott ta
tíðina. Fjarðafestivalurin hevur stórar ætlanir komandi
ár og ætlar at borðreiða við tí allarbesta kristna
tónleikinum og kemur at venda sær til eina breiða fjøld
av áhoyrarum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Gentubólkurin
Faroe 5, sum hittar
við sanginum Bara
1 Spæl, fer at spæla á
SummarFestivalinum
í næsta mánaði
Tónleikur
Tíðindaskriv
Føroyingar hava havt møgu
leikan at fylgja við, meðan
nýggjur gentubólkur í ár
varð settur saman. Upptøku
royndir vóru til gentubólkin
fyrr í ár, og nógvar evnaríkar
føroyskar gentur hildu seg
fram at. Fimm gentur vórðu
valdar burtur úr rúgvuni, og
tær gjørdust til bólkin Faroe
5.
Fyrsta tónleikaliga út
spælið frá Faroe 5 hevur
givið bólkinum gjøgnum
brotið, sum tað næstan ikki
slapst undan, tá ið hugsað
verður um, hvørjir mennir
nar eru, ið stílað fyri. Kári
Jacobsen og Eyðfinn Jensen
hava áður arbeitt saman um
tónleik, og tað hevur riggað
stak væl.
Tað gjørdi tað eisini hesa
ferð, og sangurin Bara 1
spæl er blivin eitt søtt summ
arhitt í Føroyum.
Tær fimm poppdiddurnar
hava havt onkra einstaka
framførslu higartil, men á
SummarFestivalinum
fáa
tær veruliga møguleikan at
spæla fyri einari stórari
áhoyrarafjøld, nú fólk eisini
kenna teirra tónleik.
Tær fimm í Faroe 5 eru
Jónvá Ellingsgaard, Lillian
Dalsgaard, Asta Højgaard,
Ragnhild Dam og Vígdis
Fjallstein.
Samtakið kring Miðlahúsið fevnir um Sosialin og Miðlavarpið, ið rekur Rás2. Í samtakinum starvast í dag 42 fólk.
Starvslýsing: Journalistur til Miðlahúsið
miðlahúsið í Vágsbotni
Hevur tú eitt miðlafólk í búkinum?
Kom og hjálp okkum at menna Rás2, Sosialin og Portalin. Í Miðlahúsinum í Vágs
botni vilja vit støðugt styrkja okkum til avbjóðingarnar í einum livandi fjølmiðla
heimi.
Síðani oktober í fjør hevur Rás2 verið partur av okkara samtaki, sum er í støðugari
menning. Nú sóknast vit eftir fólki at styrkja um tíðinda og aktualitets partin á
redaktiónini, fyrst og fremst á Rás2.
Sum partur av Miðlahúsinum fær tú møguleikan at virka í einum livandi og dynam
iskum fjølmiðlaumhvørvi, har vit í felag royna at gagnnýta styrkir og møguleikar hjá
okkara miðlum. So hevur tú hug til tíðindaheimin? Nøs fyri eini góðari søgu? Hevur
tú hug og evni, bæði at arbeiða sjálvstøðugt og tætt saman við øðrum. Og dámar
tær avbjóðingar? So lat okkum frætta frá tær!
Útbúgving og/ella royndir innan fjølmiðlaøkið eru absolutt fyrimunir, men tó ikki
treytir.
Tú byrjar í starvi hjá okkum skjótast tilber, men helst ikki seinni enn 1. august.
Tú frættir meira um starvið við at seta teg í samband við Jan Müller, stjóra, á telefon
341800. Eisini ber til at senda teldubræv til jan@sosialurin.fo
Merkið brævbjálvan »umsókn« og sendið hesa í seinasta lagi 15. juli til:
P/F Miðlavarpið
Postsmoga 76
FO-110 Tórshavn
Poppdiddur til Klaksvíkar
Føroysku hittini hjá
nýggja gentubólkinum
eru nú sett á skránna á
SummarFestivalinum