hósdagur 10. juli 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 VESTANSTEVNAN 2008 Sosialurin 10. juli 2008
Hesi
BESTI HÁTTUR AT SPARA ORKU, ER AT BJÁLVA VÆL!!
- og nógv onnur byggjarí
brúka bjálving frá okkum
Eik í Klaksvík
Undir Kongavarða,
Argir
Skúlin við
Løgmannabreyt,
Hoyvík
Plátur við beinum kanti
fáast í 4 tjúgdum
25mm
50mm
75mm
100mm
við falsi
100mm
Dygdargóð
FØROYSK
BJÁLVING
Passar perfekt til
føroysk viðurskifti
Faktorsvegur • FO-700 Klaksvík • Føroyar • Tel.: +298 458100 • Fax +298 458101 • looknorth@looknorth.fo • www.looknorth.fo
Gott bygdarfólk. Góðu
stevnugestir.
Triðja hvørt ár stendur
Miðvágur fyri
vestanstevnuni. Soleiðis
hevur skipanin verið
leingi, og soleiðis verður
aftur í ár.
Hetta vikuskiftið fer
bygdin at standa í
miðdeplinum hjá
túsundtals fólkum, ið
koma til okkara bygd á
stevnu.
Eitt stórt arbeiði er gjørt
til tess at fyrireika
stevnuna. Tað er tó ein
sannroynd at tilboðini
eru mong og kappingin
hørð frá festivalum og
øðrum stórum tiltøkum
kring landið.
Hetta hevur kortini ikki
tikið hugin frá fólki at
gera eitt stórt arbeiði, til
tess at leggja eina
fjølbroytta og
áhugaverda skrá til
rættis. Her hava mangar
hendur tikið lógvatak
saman. Og vit kunnu bara
staðfesta, at uttan ein
slíkan sjálvbodnan vilja,
hevði ikki borið til at
fingið stevnuna til tað
sum hon verður í ár.
Aðrastaðni í blaðnum er
skráin fyri vestanstevn
una prentað, og her ber
greitt til at síggja, at
okkurt tiltak er hjá øllum
at fara til, líkamikið
hvønn áhuga ein hevur.
Síðani seinastu stevnuna
í 2005 er nógv hent í Mið
vági. Bygdin er vaksin á
mongum økjum, soleiðis
at eitt ávíst bjartskygnið
hevur rátt í bygdini. Men
vit hava eisini upplivað
keðiligar hendingar,
millum annað tað ræðu
liga, at 70 fólk vórðu
uppsøgd á flakavirkinum
í bygdini í farna mánaði.
Men vit eiga virkisfúsið
fólk, sum torir at váða
nakað tá ástendur. Tí ivist
er ikki í, at vit fara at
reisa okkum einaferð
enn. Vit ætla ikki at
gevast á hondum!
Við hesum orðum fari eg
at ynskja bæði bygdar
fólki og gestum eina
góða vestanstevnu.
Vinarliga
Jóhannes Klein,
borgarstjóri
Vælkomin á
vestanstevnu