hósdagur 10. juli 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 VESTANSTEVNAN 2008 Sosialurin 10. juli 2008
Tað eru uttan
iva tey, sum ikki
á nakran hátt
vildu droymt um
at búsett seg í
vestastu oyggj
okkara. Men fyri
54 ára gomlu
Helgu Lauritsen,
sum varð fødd og
uppvaksin her, er
hetta øðrvísi: - Eg
haldi als ikki, at
tað er óinteressant
at búgva her, sigur
hon
Bygdarlív
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Mykines: Tú skalt ikki hava
stigið meiri enn inn um gátt í
hesum gomlu húsunum
niðarlaga í bygdini, so merkir
tú hann beinanvegin. Hitan.
Eins hugnaligt og tað er úti
fyri dyr, so hugnaligt er tað
innanveggja her í barnaheimi
hennara Handaná, tey nevna.
Hetta kemur heldur ikki av
ongum, tí tvær umstøður skapa
hetta: Tann menniskjansliga í
blíðskapinum frá hjúnunum
Helgu og Eddie Lauritsen. Tann
likamligi frá heita
kolkomfýrinum í køkinum.
Hesin komfýrur er hann, ið
nærum kann hita upp køkin,
men sum samstundis kann
brúkast sum borð ella til at fáa
tey enn óbakaðu breyðini at
heva.
Í nánd av komfýrinum hevur
hundurin funnið sítt fasta
pláss. Eisini hann veit, hvar
best man vera at uppihalda
seg.
Her í barnaheiminum hjá
Helgu gongur lívið sína føstu
og róligu gongd. Uttanfyri
heimið, bygdina, oynna er
ferðin tó ein heilt onnur, og
hetta ger sítt til at munurin
millum Mykines og Havnina
gerst størri og størri fyri hvønn
dag sum gongur.
- Herúti er einki hjá fólki at
liva av. Samfelagið er so nógv
broytt tey seinastu árini, at fólk
ikki, eins og áður kann liva av
landbrúki.
- Soleiðis sum samfelagið er
blivið í dag, sær ikki gott út fyri
Mykines, staðfestir Helga
Lauritsen.
Tríggir skúlar
Hóast bygdin bæði er vøkur og
hugnalig, so býr ikki nógv fólk í
Mykinesi á vetrartíð.
Um veturin eru tey kanska
ikki meiri enn eini 12 í tali, men
so skjótt sum tað fer at sumra,
byrja fólk at flyta út aftur í
vestastu oyggj okkara.
Ein dagin í juni mánaði, tá
Sosialurin vitjaði í Mykinesi,
hittu vit Helgu og mann
hennara, Eddie inni í heimi
teirra. Vit høvdu ikki sitið leingi,
fyrrenn ein góður
drekkamunnur við
heimabakstri stóð á borðinum
fyri okkum.
Inni í sama køki hevur Helga
sjálv notið manga máltíðina og
hevur borðreitt mangar ferðir
fyri fólki, ið er komið á gátt.
Í uppvøkstrinum var hesin
køkurin ein partur av
barnaheimi og barnaárum
hennara, í hesi bygdini, har
hon og mong onnur børn
vuksu upp.
Helga var í teirri hepnu
støðuni, at tá hon vaks upp fyri
fimmti árum síðani, vóru
rættiliga nógv børn í bygdini.
Sagt er, at hennara árgangur
var sjáldsama stórur.
- Ja, hugsa tær til: Í dag eru
bert tvey børn í Mykines skúla.
Tá eg gekk í skúla vóru vit 21!
Tá í tíðini var vanligt at
børnini gingu sjey tey fyrstu
árini í bygdarskúlanum, og fóru
síðani í framhaldsdeildina.
Summi teirra fóru til
Sørvágs, meðan onnur fóru til
Havnar. Helga sjálv tók alla
runduna, um ein kann siga tað
so.
- Eg var tað fyrsta árið í
Havn, síðani eitt í Sørvági og
gekk so triðja og seinasta árið í
skúlanum á Giljanesi, sigur
Helga við einum brosi.
Onnur verð í Hólmanum
Í eini grein í Sosialinum í farna
mánaði varð greitt frá
skúlagongdini, tá teimum
báðum systkjunum og einastu
skúlabørnunum í Mykinesi,
Ronju og Hans Meinhard í
Eyðansstovu.
Lærari teirra var Jákup í
Løðu, sum nú er farin frá við
eftirløn, men sum kortini var
lærari teirra um hetta mundið.
Jákup var eisini lærari, tá
Helga í síni tíð gekk í Mykines
skúla.
- Eg kann minnast, at vit
høvdu vikarar fyri ein stóran
part, og sum vóru eitt ár ísenn.
Men tey seinastu árini í
skúlanum, tá høvdu vit Jákup
sum lærara, greiðir Helga frá.
Okkurt man hann hava lært
næmingunum, tí nakað nógv ár
seinni stóð Helga við einum
høgum prógvi í hondini.
Eftir at børnini høvdu fingið
frí úr skúlanum, spældu tey
saman og vóru felags um
mangt og hvat sum børn nú
einaferð kunnu finna uppá.
Umframt børnini úr sjálvari
bygdini, komu eisini børnini frá
teimum trimum húskjunum,
sum høvdu samband við vitan
í Mykineshólmi, heim í skúlan.
- Skipanin var hon, at tey
høvdu egnan lærara úti í
Hólminum um veturin, men
komu so í okkara skúla, tá
veðrið gjørdist betri.
Eitt tað besta sum Helga
visti, var at fara at ferðast út í
Hólmin um vikuskiftini. Hetta
ljóðar kanska ikki av nógvum í
dag, men var í øllum førum ein
spennandi uppliving tá.
- At fara út í Hólmin var sum
at fara til eina heilt aðra verð,
skal eg siga tær. Har høvdu tey
bæði elektrisitet og
sentralvarma, - nakað sum vit
als ikki høvdu.
- So vit sóu veruliga fram til
at fara út hagar at vitja, greiðir
Helga frá.
19 ár og brúður
Barnaárini fingu ein enda og
framhaldsskúlin var lokin, tá
Helga gjørdist trúlovað við
einum ungum manni.
Í dag man vera meiri sjáld-
samt at ein 19 ára gomul genta
verður gift, men tað var júst
tað sum hendi í lívinum hjá
Helgu, tá hon hitti Eddie.
Eftir at tey vóru gift fluttu tey
út higar at búgva. Eitt skifti
miðskeiðis í 80’unum var hon
vikarur í Mykinesi og eisini í
Gásadali.
Nøkur ár seinni – í 1989 – tók
hon ta stóru avgerðina at
setast aftur á skúlabonk,
Í Mykinesi er eingin rutina
Hugnaligi kolkomfýrurin skapar ein góðan hita í heiminum hjá Helgu Lauritsen
»Eg haldi ikki at tað er
so óinteressant at búgva
í Mykinesi«
»At fara út í Hólmin var
sum at fara til eina heilt
aðra verð«
»Soleiðis sum
samfelagið er blivið í
dag, sær ikki gott út fyri
Mykines«