Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 VESTANSTEVNAN 2008 Sosialurin 10. juli 2008 hesaferð fyri at útbúgva seg til sjúkrasystir sum tað kallaðist tá. Í dag eitur tað sjúkra­ røktarfrøðingur. Síðani hon fekk prógv sum sjúkrasystir hevur hon arbeitt á Ellisheiminum í Vágum, sum tað kallaðist fram til juli mánað í fjør. Tá broytti tað navn til »á Sýnini«. ­ Her arbeiddi er til í vár, inntil eg kom út aftur higar at verða, sigur Helga. »Til handils« 14. hvønn dag Henda seinnapartin vit vitjaði Mykines, hevði Helga longu rokast óført innanveggja. Hon ansaði tá nøkrum av ommubørnum sínum, men hetta forðaði henni ikki at hava gjørt døgurða til familjuna og ein góðan drekkamunn til tvey kaffityst umboð fyri tíðindatænastuna. Umframt hetta hevði hon gjørt deiggj klárt til bakstur av breyði. Á kolkomfýrinum stóðu tríggir formar við deiggi, sum løtu seinni endaðu í bakar­ ovninum. Í dag er eingin handil í bygdini, og setur hetta sjálv­ andi síni krøv til tey, sum búgva fast herúti. Vantar okkurt til dagliga húsarhaldið, eru bert tvinnandi møguleikar: Annaðhvørt má ein læna tað frá onkrum øðrum – ella gerst ikki við! ­ Eg plagi at skriva niður á ein lista, tað sum eg mangli. So kann eg keypa inn í stórum soleiðis umleið 14. hvønn dag. ­ Vit fáa so ikki gjørt tað øðrvísi. Hetta er bara nakað sum ein skal venja seg við, slær Helga fast. Hóast onkur kundi trúð, at tað bæði er einsligt og lítið áhugavert at búgva á eini so fjarskotnari oyggj, so stuðlar Helga ikki teimum sum syngja í tí kórinum. ­ Nei, eg haldi ikki at tað er so óinteressant at búgva í Mykinesi. Her er altíð okkurt at takast við, og tí verður tað ongantíð ber rutina fyri meg. ­ Eg eri jú von við hetta og mær hevur altíð dámað væl her. Jú, eg befinni meg væl herúti. Eingin ivi um tað, sigur Helga Lauritsen at enda. Ommusonurin er komin til Mykinesar í summarfrí. Bygdin er eitt gott stað hjá børnum at vera