Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 132 - 11. juli 2008 tíðindi Um tú vilt hava eitt gott starv, so eigur tú at koma til Føroya. Tað vísir ein kanning, sum Stuðulsstovnurin hevur gjørt millum føroyingar, sum hava tikið hægri prógv. Kanningin vísir, at tað er lættari at fáa fæst starv í Føroyum enn burturi. Kanningin vísir eisini, at eingin munur er á lønini í Før­ oyum og í Danmark Starv Tíðindaskriv Nýggja heimasíðan www. jobmatch.fo er nú løgd á neti. JobMatch stevnan verð­ ur fríggjadagin 26. og leyg­ ardagin 27. september á Norðurbryggjuni í Keyp­ mannahavn. Á JobMatch fara fyritøkur og stovnar at bjóða seg fram, og har kunnu útisetar finna sítt dreymastarv í Føroyum. Har­ umframt verða viðkomandi framløgur. Fríggjakvøldið verður netverkstiltak í Før­ oyahúsinum við kjaki um føroyska framtíðarsamfelag­ ið, góðum tónleiki og práti við vinir og kenningar. JobMatch vendir sær til útisetar og teirra makar, bæði tey sum eru undir lestri, og tey, sum hava lokið útbúgving og arbeiða uttan­ lands. JobMatch ger tað lættari hjá útisetum at koma í samband við føroyskar fyri­ tøkur og stovnar, og tiltakið er ókeypis. Torkil Holm Petersen frá Formula International fegn­ ast um tiltakið JobMatch, sum setur luppin á at fáa før­ oyingar heimaftur til Før­ oyar. ­ Vit fara á Jobmatch mill­ um annað fyri at vísa, at For­ mula International og Norriq samtakið er ein spennandi altjóða fyritøka í støðugari menning, og at vit ynskja føroyingar í starv, sigur Torkil Holm Petersen. Tilsamans fara yvir 20 fyritøkur og stovnar at lut­ taka á JobMatch, og kom­ andi tíðina fer starvstevnan at verða marknaðarførd yvirfyri útisetum. Føroya Banki er høvuðs­ stuðul til JobMatch saman við Tórshavnar Kommunu. Tiltakið verður fyriskipað av Bitland í samstarvið við Tórshavnar Kommunu og SamVit. Grasið er grønari í Føroyum Á nýggju heimasíðuni ber til at leita eftir størvum, sum samsvara við førleikarnar hjá teimum, sum vitja síðuna Rockbólkur Eager To Please fer at spæla á Summar Festivalinum í ár. Bólkurin spælir rocktón­ leik, sum hann plagdi at ljóða og eigur at ljóða, og íblásturin frá bólkum sum Uriah Heep, Deep Purple og Led Zeppelin er ikki til at fara skeivur í. Bólkurin varð stovnaður í 2005, og fimm tónleikarar spæla við. Eager To Please hevur spælt til Prix Føroyar og Global Battle of the Bands, og fyri kortum góvu teir fløgu út – There’s No Pleasin’ Some People. Klassiskur rockur á festival Alsamt fleiri bilar koyra gjøgnum teir báðar undir­ sjóvartunlarnar. Nýggjastu hagtølini hjá tunlunum visa, at fyrstu seks mánað­ irnar í ár koyrdu 279.656 bilar gjøgnum Vágatunnil­ in og 340.447 bilar ígjøg­ num Norðoyatunnilin. Hetta er ein vøkstur upp á ávikavist 6,1 og 8,9 pros­ ent. Økt tunnilsferðsla