fríggjadagur 11. juli 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 11. juli 2008
13
viðmerkingar
Til Kára á Rógvi og
Kristinu Háfoss, bæði
løgfrøðingar og stavnafólk
á orðabókaøkinum.
Tú Kári vart rættiliga firtin
inn á tey, sum í síni tíð
høvdu fingið Hoyvíkar
sáttmálan sáttmála í lag við
íslendingar, tí at vit ikki
dugdu eins væl og teir móti
ES. Í útvarpssamrøðuni vísti
tú m.a. á ”regluligar fundir”.
Eisini kunnaði tú um ”forð
ingar”, sum vóru í sáttmála
num, sum bert vóru galdandi
fyri okkum, meðan íslend
ingar vóru serkønir í ”protek
sjonismu”, soleiðis at tað
bert er einvegis ferðsla fyri
vørur. Annað, sum tú nart
við, var ”manglandi lógar
verk”, at føroyingar vóru
”góðtrúnir”, eisini lá veldigt
fjall av reglum fyri framm
an.
Hetta brotið hóskar so
sera væl til míni viðurskifti
við teg sum formann í Orða
bókagrunninumí fyrru helvt
av 2007. Eg rann sum sviðin
kattur á regluligar fundir við
teg og nevndina, har eg fekk
ein dunga av sáttmáluppskot
um, men, tá ið avtornaði,
spurdist einki burturúr, tí tú
pakkaði sáttmálauppskotini
við forðingum, soleiðis at
einki kom burturúr. Menta
málaráðið hevur ført ein
proteksjonismupolitikk yvir
fyri hesum grunni við tær
sum formanni, har tit hava
fingið orðabókahandrit fyri
einki, sum man vera sera
kappingaravlagandi fyri tey
privatu forløgini. Men fyri
einki fæst jú einki. Í so máta
passar líkningin væl.
Ongin ábyrgd nakrastaðni
og ongar avleiðingar.
Eina góða viku seinni
letur aftur tú ilt av tær hesa
ferð í bløðunum í blaðgrei
nini ”Skunda sær spaku
liga”, tí Smyrilsmálið nú
sambært tína tulking var
komin í rangastrúpan á
onkrum. Tú vísir so vísiliga
á: ”Vit hava rættiliga stranga
stýrisskipan. Hon sigur
greitt, at útreiðslur skulu játt
ast fyrst; síðani kann pening
ur brúkast.” Men tú tegir so
snildisliga við tí logiska, at
eitt úrslit skal spyrjast
burturúr.
Henda grein er ikki ørinda
leys. Tú hevur nú í samfull 5
ár sitið sum formaður í Orða
bókagrunninum, har tú og
nevnd hava bølt oman á 4
orðabókahandritum. Tvey
hevur tú arvað frá undan
farnu nevnd(um), meðan
tvey hevur tú verið so
bláoygdur ella góðtrúgvin at
tikið ímóti, tí Mentamála
ráðið við Peturi Petersen,
aðalstjóra, og fráfarna deild
arstjóra, Jóannesi Dalsgaard,
ikki megnaðu at loysa teirra
orðabókasetning. Tí var laga
manni at látast blíður og
blaka svartaper við ábyrgd
ina yvir á onkran annan, teg,
so vóru teir báðir leysir av
tvørleikunum, sum teir
høvdu lagt lunnar undir.
Kostnaðin av hesum orða
bókahandritum havi eg víst
á fyrr í greinum, og eg geri
tað fegin enn eina ferð.
1) Tøknifrøðiliga orða
bókin hevur fingið stuðul frá
oljufeløgum, sum eg metti
til upphædd millum 300.000
og 500.000 kr Um eg fór
skeivur, so bað eg at verða
rættaður, men enn er so
eingin rætting komin, tí meti
eg tølini í fyrstu atløgu at
vera rímiliga røtt. Menta
málaráðið hevur latið
125.000 kr til hetta orða
bókahandrit, sum also hevur
kostað uml. 500.000 kr., og
sum eftir meiri enn 10 árum
framvegis liggur í hálva
gekki, hví Kári á Rógvi?
2) Føroyskt–danskt orða
bókahandrit hevur fingið 0
kr sambært svarið, sum
Mentamálastýrið læt Løg
tinginum upp á fyrispurning
frá Jenisi av Rana. Men
sambært skjalið frá sama
stovni, Mentamálaráðnum,
er hetta ósatt, tí Mentamála
ráðið lá á upplýsing um, at
hetta orðabókahandrit hevði
fingið meira enn 1 milljón
krónur, og sum eftir stívliga
10 árum framvegis liggur í
hálvagekki, hví Kári á
Rógvi?
3) Ulf Timmermann fekk
høvi at fara undir Føroyskt–
týskt orðabókahandrit anno
domini 2000, men tað tykist,
sum um einki lógarverk
hevur verið smíðaðt. Tí anno
domini 2008, tvs. 8 ár seinni
og tann føroyski skattgjald
arin 1.89 milljónir fátækari,
er framvegis eingin orðabók,
sum eftir meiri enn 8 árum
framvegis liggur í hálva
gekki, hví Kári á Rógvi?
Hevði tað ikki verið
upplagt, at tit báðir Petur og
Jóannis, at tit løgdu treyir
við, soleiðis at vit vóru
tvingaðir til eitt samstarv,
fyri at vit báðir hjálptust at,
men tykkum báðum so líkt
vegna tvørrandi fakligan
førleika á hesum øki, so lótu
tit okkum sita í sjálvdrátti.
4) Johnny Thomsen hevur
síðan 2001 sitið við einum
Russiskt – føroyskum orða
bókahandriti. Hetta sama
handrit hevur skattgjaldarin
latið heilar 1.9 milljónir fyri,
sum eingir næmingar eru til
í skrivandi løtu, og sum eftir
meiri enn 7 árum framvegis
liggur í hálvagekki, hví Kári
á Rógvi?
Leggja vit nú hesar upp
hæddir saman, so er samlaða
talið 5.29 milljónir, sum tú
Kári á Rógvi varðar av. Men
av tí tú situr í einum sokall
aðum sjálvsognarstovni,
situr tú har enn, tú vilt ikki
finna durafjórðingin, men
satst tú í einum veruligum
privatum felag, vart tú blak
aður til hús. Men tú skalt fáa
eina plastikkfjøður í hattin
frá mær fyri avrikið, sum er
ein netútgáva av Móðurmáls
orðabókini. Men hon er ein
betaversjón av Móðurmáls
orðaskjáttuni.
Kári á Rógvi legg frá tær
og tak nevdina við tær, tí tú
ert eitt haft um beinini á
øllum orðabókapolitikki,
meðan Mentamálaráðið er
steinur oman á byrði á sama
økinum.
Tí heitti eg á teg Kristinu
Háfoss, 8. mentamálaráð
harra hesi seinastu 10 árini,
har 7 hava verið úr Tjóð
veldi, og har tað enn bert
hevur bragdað í Tobba, um
at taka annað skinn um bak.
Mentamálaráðið hevur
fingið uml. 9.5 milljónir frá
Løgtinginum til orðabóka
gerð. Hvat er peningaupp
hæddin nýtt til, og hvar eru
orðabøkurnar. Verða báðar
upphæddirnar (1.5? + 9.4. kr
) lagdar saman, so táttar
henda upphædd í 11 milljón
um krónum til orðabóka
gerð.
Kristina Háfoss kanna
málið.
Hetta skúlaárið er nú farið
aftur um bak. Vit skulu eftir
summarfrítíðina inn í eitt
nýtt skúlaár. Tað er tá, at tær
nýggju orðabøkurnar skulu
keypast. Men Kári á Rógvi
og Kristina Háfoss, her eru
ongar føroyskar orðabøkur
at keypa hjá Føroya ung
dómi, har almennur stovnur
stendur sum útgevi. Hesi 10
seinastu árini hava verið ein
vanlagna, fyri ikki at skriva
katastrofa, vanlukka ella
okkurt verri. Tað má kunna
seyra inn onkunstaðni, at
hesin leistur til orðabøkur,
sum hevur verið nýttur í
hetta vanlukkuliga tíðar
skeið, má sleppast.
Tað líkist púrasta ongum,
at henda greipan, Orðabóka
grunnurin og Mentamála
ráðið kunnu halda áfram við
teirra einræðispolitikki.
Báðir stovnar verða stýrdir
av løgfrøðingum, sum bert
tykjast at hava lógargreinir í
heilunum, men als einki
hjarta fyri føroyska máli
num.
Árið er hálvrunnið, Kári á
Rógvi. Í fjør skrivaði tú
2007, at orðabøkur vóru
væntandi á marknaðin. Hetta
árstal varð so broytt til 2008
fyri somu orðabøkur, men
nú stúri eg fyri, at somu
orðabókahandrit verða bert
dagførdar til 2009 ella
hvussu?
Her havi eg í skjótt 20 ár
finglast við eitt orðabóka
handrit, sum Jóannes Dals
gaard hevur megnað í 10 ár
at lagt fótonglar fyri. Og
mín sann, um ikki Martin
Næs hevur tikið sama tátt
upp eftir sínum undanmanni.
Hann hevði kjansin at bróta
upp úr nýggjum, men valdi
ta løttu loysini – hvat gjørdi
undanmaðurin, soleiðis geri
eg. Hesin sálamoniski
úrskurður skuldi taka heilar
5 vikur at avgreiða, tí so sá
tað út av nøkrum. Hesin
sami hevur fingið 940.000
kr til orðabókagerð í ár, men
um Føroya Løgting ikki
skjótt sær ítøkilig úrslit á
hesum øki, so verður tað
noytt til at gera lógir og
reglugerðir á hesum øki, so
at stjórar og leiðarar ikki
sleppa at dusa sær við privat
um tulkingum.
Til Kristina Háfosser sum
løgfrøðing. Er tað so torført
at tulka hetta svarið til Jenis
av Rana frá Mentamálaráð
num: Ad. 3: Vanlig manna
gongd er, at Mentamálaráðið
fær umsóknir frá høvundum
ella forløgum, og tað stendur
øllum í boði at søkja um
studning til orðabókagerð.
Tað er ein vanlig fortreyt, at
umsóknin verður latin inn,
áðrenn verkætlanin byrjar.
Hinvegin er einki til hindurs
fyri, at studningur verður
útgoldin til liðugt orðabóka
handrit, um høvundur ella
forlag ynskir hetta, og
handritið annars lýkur
grundleggjandi faklig krøv.
(Undirstrikað av mær).
Tað er, sum um hesir
umrøddu persónar eru av
teirri áskoðan, at orðabóka
rithøvundar dingla í hvørjari
grein.
At Kári, Petur, Jóannes,
Martin og nú Kristina við
kundu hugsað sær at eg
dinglaði í einhvørjari grein,
verður av ongum. Tí so
frægt havi eg fingið við, at
vit liva í einum rættarsam
felag, og tí í fyrra lagi hava
vit enn skrivifrælsi við
ábyrgd, og í øðrum lagi ætli
eg mær eina tíð framyvir at
vera tykkara ringa sam
vitska, til orðabøkurnar eru
komnar væl ávegis ella upp
á pláss, t.e. í taskur, teldur
ella telefonir.
Tey privatu forløgini hava
sýnt annað hegni. Tey hava
megnað at givið Føroya
fólki 4 orðabøkur. Tú,
Kristina, og Tobbi hálovaðu
teirra avrikum t. 22.02.08 úti
í Lærarskúlaavluni, men eitt
er víst, vit koma ikki víðari
við at standa og tøva við
føgrum orðum fyri framd
avrik. So Kári á Rógvi hetta
at skunda sær spakuliga
kann ikki sigast um teg og
tína orðagrunsnevnd, tí tá
gongur kortini framá, men
hjá tykkum gongur tað ikki
fyri seið, kvinkar ikki um
fliðuna, ella tað gongur ikki
tvey fyri eitt.
Enn er eingin orðabók í
eygsjón.
Her lades alt håb ude.
Er eingin skommin skapt í
skøltum?
Kristina Háfoss. Greinin
hjá Kára á Rógvi stóð undir
liðini á aðrari grein í
Sosialinum, sum nevndist
”Nú skal ruddast upp” Gott í
teg, ger hetta til títt motto.
Vís at tú torir at rudda upp í
hesi orðabókasuggu.
Fleiri av
undangongufólkum tínum
sum mentamálaráðharrar
vóru fólkaskúlalærarar, og tí
áttu teir at havt ein serligan
áhuga og innlit í at fingið
nakrar av hesum orðabókum
loystar úr lagdi. Men ikki
ein teirra stendur fyri heilari
orðabók. Hetta kann bert
Tobbi av øllum 8 breggja
sær av – enn.
Hvussu við tær, Kristina
Háfoss, mentamálaráðharri?
Ætlar tú at sita líka eiðasør
sum hini 7 av 8 ráðharrum á
orðabókaøkinum við orðun
um: ” Skal eg fara við tóm
um hondum?” eftir lokið
skeið!?
Fram kemur hann, ið hóvliga fer ella at ”skunda sær spakuliga”
Kári
DaviDsen
Nú haldi eg tað er tíð uppá,
at eg fái luft. Eg eri so
ævinliga troytt av tí al
menna “systeminum”, at
eg skjótt bresti. Havi (tí
verri) verið bundin av
almennum veitingum nú í
skjótt 15 ár orsakað av
sálarligari sjúku. Og tað
má eg siga, at man skal
vera sera sterkur sálarliga,
fyri at klára at vera í
“systeminum”. Man fær
nei omaná nei, omaná nei!
Mótgang omaná mótgang.
Søkir man um hjálp til
eitthvørt, møguliga klæðir,
so er svarið:” Ja, men tú
eigur at klára teg við has
um pengunum!” Ger so
væl, statt so! Tíverri havi
eg lán og leigu at gjalda
hvønn mánað, og tá røkkur
ÚS ikki langt.
Var endiliga liðug við
HH útbúgving í 2007,
hevði ikki væntað at eg
kom so langt. Fór so til
arbeiðis, tí eg fekk onki
lærupláss. Søkti so víðari á
skúla, og slapp inn. Setti
meg í samband við
Almannastovuna, tí nú
hevði eg aftur brúk fyri
hjálp. Men NEI! Handan
lógin er ikki í gildið long
ur. Tað er broytt síðani tá.
Harragud altso! Havi nú
gingið í skúla aftur í eitt ½
ár, men verið tó noydd at
gevast, tí tað eg tjenti ímill
um skúlarnar, verður nú
mótroknað, so at eg ikki
havi ráð at halda fram í
skúlanum. Altso, eg má
gevast í skúlanum, tí at tað
almenna ikki vil hjálpa
teimum, sum so fegin vilja
útbúgva seg, men ikki hava
fíggjarligan førleika.
Eitt veit eg bara, eg skilji
so sera væl øll tey sum fara
av landinum at lesa. Sjálv
andi! Har fær man hjálp til
alt, um man hevur hug at
fara undir endurútbúgving.
Hevði eg torað at ferðast,
varð eg so langt síðani far
in av landinum. Og trúgv
mær, eg hevði nokk ongan
tíð komið aftur!
Tit høgu landsstýrismenn
og kvinnur og tingfólk,
skilja ikki hví tað vanta
2000 kvinnur í Føroyum.
Ok, men tað veit eg. Her er
ongin livandi kjansur at
yvirlivað, um man hevur
brúk fyri hjálp. Um tú ikki
kennir onkran, sum kennir
hin, sum so aftur kennir
tann, so er ikki ein einasti
møguleiki at fáa hjálp.
Rópa og rópa um at
útbúgving er so umráð
andi.. Ja, tað veit eg
útmerkað væl, og vil tað so
sera gjarna, men fái eg
hjálp, og onnur við mær???
Nei!
Haldi tað er tíð uppá at
minkað um fokuseringina
á royking og yvirvekt, og
økja um fokuseringina á
útbúgving/endurútbúgving
fyri vaksin. Tað er tað ið
sera stórur tørvur er á í
løtuni.
Eg eigi at byrja aftur í
skúla 01.09.2008, men nei,
‘sleppi’ ikki, tí tað almenna
steðgar mær..
E. S.:
OG, skuldi tað ikki eisini
verið hugt at alkoholinum,
og serstakliga prísinum á
tí?? Haldi tað er út av lagi
vánaligt, at sigarettir verða
gjørdar so dýrar og bann
aðar alla staðir, og so onki
verður gjørt við alkoholi.
Mær vitandi er prísurin á
eini fløsku av tí sterkara
slagnum, ikki farin upp við
einari krónu í meira enn 2
ár! Er tað í lagi??
Man fær hjálp til at
leggja av at drekka, men
man má sjálvur ‘punga út’,
um einum tørvar hjálp at
leggja av at roykja! Er tað í
lagi? Hví eru ikki støð, har
man kann fara at fáa hjálp
til at gevast at roykja?
Kundi gott hugsa mær
svar uppá allar mínar
spurningar! Haldi hetta
samfelagið er so rotið at
liva í, um man veruliga
hevur brúk fyri eitt sindur
av hjálp.
HEILT ERLIGT, HANS
PAULI STRØM,
VAKNAÐ!
Harra Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður!
sólveig e.
sKorastein