Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 11. juli 2008 51 lýsingar Til sløkkiliðsstøðina hjá Tórshavnar kommunu verður søkt eftir sløkkiliðsfólki at arbeiða um dagin á tilkallivakt. Arbeiðsuppgávur Nakrar av høvuðsuppgávunum eru m.a. - viðlíkahald av sløkkiútgerð á støðini - viðlíkahald av brandpostum - bjargingaruppgávur - annað vanligt sløkkiliðsarbeiði og hjálparuppgávur - bilførari á MBF-bussinum - arbeiði á verkstaðnum Førleikakrøv Fyrimunur er at vera handverkari, t.d. bilsmiður, maskinsmiður ella tílíkt. Best er eisini at hava førarabræv til akfar yvir 3.500 kg við átekning til vinnuligan fólkaflutning. Um ikki, skal ein hava útvegað sær tað innan tríggjar mánaðir eftir starvssetan. Neyðugt er somuleiðis at hava galdandi prógv í víðkaðari fyrstuhjálp. Annars skal ein hava útvegað sær tað innan eitt ár eftir starvssetan. Ynskiligt er eisini at hava telduførleika á brúkarastigi. Umsøkjari skal vera likamliga væl fyri, kunna arbeiða sjálvstøðugt og arbeiða væl saman við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Annað Umsøkjari skal útvega reina revsiváttan frá løgregluni. Umsøkjari skal kunna vera á støðini innan fimm minuttir eftir tilkalling. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og lønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi á middegi 25. juli 2008. Umsóknir skulu vera merktar „Umsókn sløkkiliðsfólk“. Meira at vita Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kartna Jacobsen, sløkkiliðsstjóra, ella Hans Dávid Hansen, varasløkkiliðsstjóra, á tlf. 302100. Eldsløkkjari søkist Tórshavnar kommuna