fríggjadagur 11. juli 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 • 11. juli 2008
Vikuskifti
12
Lívið á Landssjúkrahúsinum
reportasjurøð
vónbrotin um, at unga gentan,
Marin, liggur her á triðja mánaði.
Hetta eigur jú at vera ein stongd
deild eftir ávísum aðalreglum,
sum krevja, at ein eigur at sleppa
útaftur sum skjótast.
– Vit eru hvørki barnaheim
ella uppalingarstovnur. Eg haldi,
at Finnur Helmsdal átti at pilla
av úr løgtinginum og farið á
Barnaheimið aftur at gjørt sítt
arbeiði, brestur burtur úr henni.
Eyðun fer út við John Dahl
og Hansi. Elsa rópar eftir
starvsfelaganum:
– Góði keyp mær Ude og
Hjemme ...
Afturkomin setur John Dahl
seg niður í uppihaldsstovuni.
Zacharias Hammer er í
sjónvarpinum við eini lýsing um
botulismu.
– Botulisma er ikki at
spæla við, messar fyrrverandi
sjónvarpsmaðurin ávarandi.
Onkur er skjótur at rópa:
– Hvat segði hann?
Alkoholisma?
Undirhald um
yvirdosis
Nýggjasti sjúklingurin, Jens
Martin, situr í roykilonini í guvum
lag. Elsa hevur eisini fest sær
í har inni. Hon blæsur royk út
í rúmið og hyggur upp á Jens
Martin:
– Tú gongur meira nú. Tú ert
blivin ordiliga sporti!
Jens Martin mutlar afturmóti:
– Viðhvørt. Tað er tað heila.
– Tað er bara gott. Og hvussu
er; lesur tú nakað?
– Nei. Eg fái ikki konsentrerað
meg. Tað er tí, eg eri innlagdur.
Medisinið má regulerast ella
okkurt, sigur hann.
– Kanst tú koyra bil, spyr Elsa.
– Onki problem. Tað er
sum at ganga. Men tá ið eg
fekk Risperdal, fekk eg eisini
konsentrerað meg, svarar hann.
Kristian er komin inn í
roykirúmið at drekka kaffi saman
við Jóhonnu. Hann spyr hana, um
ein onnur Jóhanna arbeiðir her.
– Ein ung ein, nágreinar hann
soleiðis, at Jóhanna noyðist at
smírast.
Men Kristian hevur eisini álit
á hesi Jóhonnu. Hann greiðir frá,
at hann hevur verið her 12 ferðir
fyrr.
– Tað virkar so ónatúrligt fyri
meg. Eg kenni ikki fólkini her.
Men eg læri nógv hvørjaferð. Eg
havi funnið útav, at man bara skal
vera góður við tey fólkini, sum
man er saman við. Tað er tað, alt
dreyar seg um. Tað haldi eg, sigur
hann lágmæltur.
Í uppihaldsstovuni bummar Óli
K. ein royk frá Elsu:
– Kann eg læna eina sigarett.
Tú skalt nokk fáa hana aftur, sigur
hann tvær ferðir. Elsa handar
honum eina langa, silvurlitta Look
og leggur dent á, at tað er hetta
slagið, sum donsku drotningini
dámar best. Óli K. brosar við,
knekkar filtrið av royala roykpinn
inum og fær alt fyri eitt eld frá Elsu.
Jóhanna og Elsa sita nú í friði
og binda, meðan onkur annar ikki
vil binda frið. Tí ímeðan gongur
Marin og melur. Hon og Annika
gnisa og gnísta sum smágentur.
Eyðun talar at Anniku:
– Slappa nú av!
Eisini Marin heldur munn og
fær sær ein temunn ístaðin.
Marin situr niðri nakrar minuttir
og drekkur. So kveitir hon viðhvørt
at sjónvarpinum, reisist, fer yvir
til tómligu bókhillina í innvikinum
at venda, og setur seg so
niðuraftur.
Hóast John Dahl er dølskur,
dugir hann at skemta.
– Kann eg fáa nakrar høvuð
pínutablettir ... einar átta, sigur
hann og brosar sum ein annar
Emil í Lønnibergi. Hini flenna;
kanska um, at tað at nevna
so nógvar tablettir her inni á
stongdu deild, fær ein at hugsa
um hóttandi hugtakið, yvirdosis.
Hann hevði heilasvull
Dingdong! Dingdong!
Tað er kona John Dahl, sum
ringir uppá. Inni í vitjanarrúminum
ger hon greitt, at hon vil vera
saman við John, tá ið hann verður
skannaður í høvdinum um nakrar
dagar. Hon er somikið greið yvir
dølsknið, ið hevur rakt mannin,
at hon tosar um hann í triðja
persóni, meðan hann situr undir
liðini á henni.
– Hann var heilt høgur fyri
nøkrum mánaðum síðan, men síðan
hevur hann skift ham. Hann snakkar
svart og minnist einki longur; ikki
so frægt sum litin á nýggja bilinum.
Og so hevur hann mist eini 15 kilo,
greiðir hon kroyst frá. John Dahl
hyggur upp á konu sína:
– Eg fái ikki ordiliga svølgt. Er
tað ókey, at eg fari inn at hyggja í
sjónvarp?
Áðrenn hann fer, spyr konan
hann, um mamma hansara kemur
at vitja aftur. John Dahl hyggur
aftur upp á konuna. Hann sær út
til at kýta seg at fáa víst henni
onkra kenslu:
– Eg leggi ikki í. Bara tú ert her
...
Hon kínir honum skjótt niður
eftir arminum og svarar sera
blídliga og eitt sindur kroyst av
kærleika, ótta ella báðum:
– Ja, ja, góði …
Har er komið eitt skott millum
teirra. Ein óvikiligur veggur, sum
er gjørdur úr onkrari enn ókendari
sjúku.
Elsa spyr síðan John Dahl, um
hann er troyttur.
– Ja, svarar hann, smílist fitt
og rembir sær.
Konan greiðir frá, at alt byrjaði
fyri okkurt um einum ári síðan.
Tað uddi og kreyp í húðini á
honum. Dølsknið er bara seinasti
parturin av tilgongdini. Konan
noyðist bara at vera krútsterk.
Hon hevur fleiri børn at taka sær
av og onkran annan næstring, ið
er álvarsliga sjúkur.
Elsa hugleiðir um sjúkumøguleik
arnar. Dissiminerað sklerosa og
alzheimers verða nevnd. Tá ið so
orðið, tumor, at enda verður sagt,
gellir tað eftir í tøgnini. Hetta er tað
seinasta, ið konan ynskir.
(Tveir dagar seinni varð
staðfest í skannara, at John Dahl
hevði heilasvull, sum Elsa hevði
so greiðan illgruna um. John Dahl
fekk vakstrartálmandi heilivág
og varð sendur til viðgerðar
uttanlands í stundini, HM).
Bláa hurðin í lás
Gjøgnum alla vaktina sæst,
at gongin livir upp til heitið.
Har verður gingið nógv. Aftur
og fram, aftur og fram. Og so
verður steðgað á uttan fyri skriv
stovuhurðina. Einaferð dukar Óli
K. upp á glasdyrnar. Hann vil aftur
hava eld. Elsa brosar alskin til
hansara og sigur:
– Lat meg fáa eitt smíl frá tær,
nú ið eg ikki fekk nakað frá Bill
Clinton!
So bankar aftur uppá. Tað er
Annika. Hon ýlir:
– Eg eri beeengin!!!
Eyðun og Elsa fara út til
hennara, og Annika ýlir aftur:
– Medisiiin! MEDISIIIN !!!
Beeengin fyri manninum !!!
Tveir minuttir aftaná fær hon
flenniflipp saman við Marini.
Um tíggjutíðina stendur Elsa og
skamtar heilivág til náttina í ein
bakka. Onkur fær Abilify og annar
fær Zyprexa móti psykosum. Óli
K. kemur framvið at fáa sítt:
– Eg bleiv púra svakur av
Zyprexa! Ja, eg hevði tað av h
til! Men so fekk eg ordiliga nógv
Nozinan ístaðin, sigur hann.
Elsa lurtar og skamtar víðari
frá hillunum við antiepileptikum,
antipsykotikum og antidepressiva.
Enn er eingin vekt at viga tunglyndi
á, men heilivágur virkar aloftast.
Tað skilst, at sjálvt um karmarnir á
staðnum eru afturúrsigldir, er altíð
nógvur nýggjur heilvágur.
Ímeðan Elsa skamtar, stendur
Marin og hyggur. Hon togar í
seg sjálva innankjálka, sleingir
miðleyst við ørmunum og flennir.
So tigur hon og stillar seg í
hurðaopið at sveiggja mjødnina
úr karmi í karm.
Elsa fer niður í hálva tíð, boðar
hon frá undir rapporteringini
klokkan ellivu, men Kári veit, at
Elsa ikki fær verið arbeiði sítt fyri
uttan. Hann er knappur at skjóta:
– Hví byrjar tú ikki við at lata
vera við at taka eykavaktir!
Sum tað seinasta hugleiðir
Elsa um undangongumenninar,
Eyðun Joensen og Árna Ol
sen. Blómaskeiðið hjá super
generalistunum er passé.
– Eyðun kundi tosa um
kalvasalat og kreppuherðindi í
einum. Nú er tað blivið til tað, at
man skal »koma til supervisjón
klokkan 15.20«, sigur hon
hermandi og sleingir jakkan upp
á seg. Vaktin er liðug, og vit fara
út gjøgnum ytstu deildarhurðina.
Bláa hurðin, ið skal latast upp við
lykli báðumegin, verður spakuliga
svingað inn í reyða karmin og í lás.
Stongt er so leingi arbeiðið
varir.
Øll nøvn teirra innløgdu eru berur
heilaspuni.
Næstu ferð
Klokkan níggju henda morgunin
koma landslæknin Høgni Debes
Joensen og løgreglumaðurin,
Kári Thorsteinsson. Teir skulu
fremja eitt av umleið fimmti
líksýnum, ið teir hava um
árið. Høgni kagar gjøgnum
sjúkrasøguna hjá manninum.
Dungin av pappírum um tann
deyða er ikki serliga digur.
Ímeðan hjálpir Kári Ova at lata
líkið úr. Ove bindur band um
hjúnabandsringin hjá deyða
manninum, smyr uppvaskisápu
á fingurin og togar hann av.
Buksur og undirbuksur verða
kliptar av, men onkur pløgg
verða tikin av í heilum líki og
løgd saman av einslistum til
tey avvarðandi. Nú er maðurin
nakin, sum tá ið hann troðkaði
inn í lívið.
Í sjeyndu og seinastu
greinini í røðini um Lívið
á Landssjúkrahúsinum er
Høgni Mohr við til líkskurð.
Les reportasjuna í næsta
Vikuskifti.
Opið heilivágsskáp á stongdu deild
Mynd: Jens Kristian Vang
reportasjurøð