Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 • 11. juli 2008 Vikuskifti 13 Nú er aftur summar og sílatíð. Á hvørjum ári havi eg ætla mær at fiska síl av álvara, men tá árið er farið, so hevur síla­ fiskiskapurin verið so hissini, ella mest sum eingin. Komi eg framvið einum handli, sum selur fiskiamboð, verður hugurin at fiska aftur vaktur í mær. Eg fari inn at hyggja, kanska keypi eg eisini okkurt smávegis. Seinasta summar, tá eg var í Vesturjyllandi steðgaði eg í Torsminde, sum liggur út móti Vesturhavinum. Har var ein handil, sum seldi mestsum alt, sum hevði við sportfiskiskap at gera. Eg keypti nakrar flugur og ein spinnara, men fall serliga fyri nøkrum sera fiksum smáum blýloddum við húkum í, sum tú kundi kasta langt út við sleingitráðuni. Loddini vóru kortini ikki roknað til síl, men eg keypti tey kortini. Komin aftur fór eg ein dag inn á Kaldbaksbotn, har loddini vóru roynd. Úrslitið av veiðuni var mill­ um annað tríggir rættiliga stórir longukálvar, nóg mikið til døgurða hjá fýra fólkum. Longulivur er tiltikin. Livrarnar vóru stoktar á la meuniere á heitari pannu. Ein rætti­ ligur gloypibiti, fastari og øðrvísi enn onnur livur. Royndi einaferð afturat nakrar dagar seinni sjálvur annar, men varð skjótt fastur í botn og misti reiðskapin. Tað var fiskiskapurin hetta árið. Hugurin at veiða og hugurin at fiska liggur í hvørjum menniskja, uttan mun til, um tað er føtt í New York ella Vágum. Næstan øllum dáma at fiska og fáa okkurt á. Kanska er hetta ein partur av instinkti ella ein íløga í genum okkara frá heilt fornari tíð, so at henda trongdin at veiða liggur latent í flestu av okkum, men tað er ikki hjá øllum at hon fær møguleika at koma fram ella at verða aktiverað. Tað eru heldur ikki øll sum hava møguleikar at fiska ella veiða, tað verið seg á í áum, vøtnum ella á sjógvi. Smádreingir – smágentur við – vaksnir upp á asfaltinum í stórbýi, tykjast at hava líka stóran hug at fiska, tá tey fáa møguleikan, sum tey, ið eru vaksnir upp í eini føroyskari bygd. Vit eru jú ikki øll fiskimenn, men eg haldi, at tey allarflestu minnast tær løtur, har vit hava verið á floti, hava staðið á seiðabergi ella hava fiska síl og hava fingið okkurt á, sum sera ríkar løtur í lívi okkara. Sjálvt tann dagin eg fyri nøkrum árum var á “Whale watching” í Godthåbsfjørðinum, kundi eg ikki bara mær, tá tað bar til at fáa tráðu í hond o g sleppa at kasta. Eg fekk tríggjar ulkur. Ein dani, At fiska síl Hugurin at veiða og hugurin at fiska liggur í hvørjum menniskja, uttan mun til, um tað er føtt í New York ella Vágum. Næstan øllum dáma at fiska og fáa okkurt á, skrivar Jóan Pauli Joensen í hesari grein um at fiska síl Hugleiðingar Jóan Pauli Joensen Nú er aftur summar og sílatíð. Á hvørjum ári havi eg ætla mær at fiska síl av álvara, men tá árið er farið, so hevur sílafiskiskapurin verið so hissini, ella mest sum eingin Mynd: Polfoto