fríggjadagur 11. juli 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 • 11. juli 2008
Vikuskifti 17
Nýggj hús við panorama-
útsýni í Sørvági.
P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510
Tú kemur til bygdina
Tú koyrir gjøgnum bygdina og niðan til
Traðaveg , har standa tey so hábærslig
og við eitt sindur øðrvísi sniðgeving
– spennandi. Her eru eini hús, ið hóska til
landslagið og umhvørvið, eins og tey eru
til bæði ungu familjuna og til tey, ið eru
vorðin eitt sindur eldri og vilja hava eini
praktisk hús. Tú kanst eisini velja at trýsta
á knøttin til garaguportrið og koyra bilin
beinleiðis inn í sera snøggu garaguna, so
tú ikki verður vát/ur í illsliga veðrinum.
Stílur og snið
Fert tú inn ígjøgnum høvuðsdyrnar, møtir
tú einum sniði, ið er fjálgt og hugnaligt
og einum stíli, ið er reinur og strammur.
Húsini hava ikki bara eitt gott signalvirði,
men eru eisini sera góð at búgva í. Tú
kennir teg heima alt fyri eitt. Tey eru
nýmótans inrættaði og alt er sum tað
eigur at vera. Eisini eru tey væl bjálvaði,
so at tú merkir tað skjótt á oljurokningini.
Ljós og luft
Fert tú innar í køkin / alrúmið/stovuna,
fært tú nógva ljósið inn í alt rúmið. Tú
setir teg fyri vindeyga við einum koppi í
hondini, men útsýnið er bara so avbera
gott, at tú gloymir at drekka og kaffi
verður kalt. Klárt er at gera eina terassu
út frá stovuni. Vindeyguni í stovuni eru
nakað lægri, so tú kanst sita í møblunum
og hóast alt síggja út, men uttan at onnur
síggja inn.
Enn meira pláss
Nú fara vit út aftur í gongina og longur
inn í húsini. Her finnur tú eitt rættiliga stórt
hjúnarrúm við klædnarúmið og egnum
baðirúmið og næst tí er eitt fitt kamar.
So fara vit inn aftur í stovuna og niður
gjøgnum trappurnar, tú kemur niður í
ein stóran kjallara, har eru 2 kømur og ein
stór “hall”. Umframt hetta er eisini eitt stórt
kjallararúm, so møðuleikarnir eru nógvir.
Tú sært tað við tað sama. Húsini eru nakað fyri
seg. Liggja sera væl fyri ovarliga í Sørvági so
útsýnið er einastandandi.
Fakta:
Nýggju, sera snøggu og væl bygdu
húsini eru í 2 hæddum hvør á 122
m2 – í alt 244 m2 – alt sera snøgt
innrættað. Grundøkið er 763 m2.
Byggiár: 2004. Í neðra er inngongd,
durur / gongd / hall, stórt kamar,
minni kamar, baðirúm við kar og
brús, fýrrúm, stórt kjallararúm og
garaga við sjálvvirkandi portri. Í erva
er trappugongd, grovkøkur / vaskirúm
við egnari inngongd, køkur / alrúm
/ borðsstova / stova, hugnastova /
sjónvarpsstova, kamar, hjúnarrúm
við baðirúmi og klædnarúmi. Húsini
standa í veðurgóðum, náttúruvøkrum
og barnavinaligum umhvørvi við
blindan veg nær við skúla og
dagstovn. Húsini hava sera vakurt
panoramaútsýni yvir Sørvágsfjørð.
Prísuppskot: 1.900.000
www.inni.fo