mánadagur 14. juli 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 133 - 14. juli 2008
Øll, sum hava slíkt órudd standandi á almennum
øki, verða biðin um at beina tað burtur í seinasta
lagi 25. juli 2008. Órudd, sum ikki er burturbeint
innan henda dag, fer kommunan at beina
burtur. Kommunan tilskilar sær rætt at krevja
útreiðslurnar av burturbeiningini endurgoldnar
frá eigaranum.
Samstundis heitir kommunan vinarliga á øll,
sum hava bilvrak ella annað órudd standandi á
egnum øki, um at beina hetta burtur. Kommunan
vil fegin leiðbeina nærri um hetta.
Sunda kommuna fer nú at rudda allar almennar vegir og øki í kommununi.
Bilar, bátar, amboð og annað, sum ikki hevur frámerki, ið sigur, hvør eigarin
er, verður beint burtur.
Les meira á www.sunda.fo
Nú skal ruddast!
sansir.fo
sansir.fo
Sørvágs kommuna fer
at arbeiða víðari við
málinum um, hvussu
frítíðarhúsøkið í
Mykinesi skal skipast
Kommunur
Snorri Brend
Mykines: Fyrr í ár fekk
Sørvágs
kommuna
eina
umsókn frá Regini Joensen
um loyvi at fremja ætlan
sína við frítíðaríbúðum í
Mykinesi.
Ætlanin hjá Regini og
teimum sum arbeiddu sam
an um ætlanina var, at
byggja íalt 16 íbúðir til tey
ferðandi.
Tey hava sett fram ynski
um eitt hóskiligt stað ovar
laga í bygdini, á einum staði
tey nevna Kongsmørkin.
Metti kostnaðurin fyri verk
ætlanina er umleið 7 mió
krónur.
Ætlanin er at hava fýra
eins íbúðir í hvørjari lon og
við øllum tí, sum hoyrir til
eina slíka. Byrjast skal við
teirri fyrstu lonini og síðani
byggja hinar sohvørt.
Á fundi í bygdaráðnum í
Sørvági, sum Mykines er
partur av, í farna mánaði
kom henda umsóknin til
viðgerðar sum eitt av mál
unum.
Umsóknin um hesar frí
tíðaríbúðirnar vann ikki
frama tá. Men óhugsandi er
ikki, at úrslitið kann gerast
eitt annað einaferð í fram
tíðini.
Í viðgerðini í kommununi
varð nevniliga víst á, at
tekniska nevnd mælti til at
gera eina byggisamtykt til
frítíðarhús í Mykinesi.
Hetta verður gjørt eftir
einum vegleiðandi skrivi
frá løgmálaráðnum í mars
mánaði í ár, har nærri reglur
vórðu settar hesum viðvíkj
andi.
Bygdarráðið í Sørvági
samtykti at fylgja tilmæli
num frá teknisku nevnd og
arbeiða víðari við máli
num.
Fyrst byggisamtykt
– síðani summarhús
Ovarlaga í Mykinesi er
ætlanin at gera frítíðarhús
einaferð í framtíðini
Mynd: Jens Kristian Vang
4 av 10 fara at renna
Í hesum døgum verður seinasta hondin løgd á nýggju renni
breytina í Havn við navninum »Tórsbreyt«.
Eftir ætlanini verður arbeiðið liðugt í hesum mánaðinum,
men tann stóri spurningurin er, hvussu nógv fólk fara at
brúka henda nýggja møguleikan at renna undir skipaðum
umstøðum.
Til tess at svara hesum spurningi hevur Tórshavnar
Kommuna sett eina spurnarkanning í gongd á heimasíðu
sínari. Spurt verður stutt, um tann einstaki ætlar at royna
rennibreytina í summar.
Í morgun vísti úrslitið, at tað er rættiliga javnt millum
tey, ið svara játtandi og tey sum svara noktandi. Talið er
ávikavist 40 og 43 prosent.
Sløkt 17 prosent siga seg ikki vita.
sb.