týsdagur 15. juli 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 134 - 15. juli 2008
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Fyrsta hálvárið við
nýggju klippikorts
skipanini hevur
løgreglan klipt í koyr
ikortið hjá 145 bilfør
arunum. Fimm teirra
hava fingið tvey klipp
Ferðsla
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hetta verður upplýst á
heimasíðuni hjá Landsverki,
har hagtøl fyri fyrstu seks
mánaðirnar eru at finna.
Í flestu førunum er talan
um ov høga ferð, vantandi
íbinding í trygdarbelti og
ólógligar yvirhálingar,
76 bilførar við persónbil
um hava fingið klipp í koyri
kortið, tí ferðin hevur verið
í minsta lagi 20 km/t oman
fyri tað, sum loyvt er. 38
bilførar fingu klipp, tí hesi
ikki ansaðu eftir, um børn
undir 15 ár vóru spent fast í
trygdarbelti. 14 bilførar
hava fingið klipp fyri yvir
háling, har forboð er móti
hesum. Og tveir bilførarar
hava fingið klipp fyri bein
leiðis skilaleysa yvirháling.
Hartil eru eisini onnur
brot, ið klipt er fyri. Fimm
ferðir fyri at hava koyrt um
reytt ljós. Fimm ferðir fyri
brot á ásetingarnar um víki
skyldu. Fimm ferðir fyri at
koyra um hindrunarstriku
Tríggjar ferðir fyri ikki at
halfa fjarstøðu til framman
fyri koyrandi akfar og tvær
ferðir fyri at hava koyrt í
mótkoyrandi farbreyt.
K R E A
Jassur
hvørt týskvøld kl. 21
150 klipp í seks mánaðir
Tað er fyrst og fremst ov høg
ferð, sum er atvold til klipp í
koyrikortið. Tað hevur higar
til kostað beint yvir helvtina
av teimum 150 klippunum,
sum eru klipt