týsdagur 15. juli 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 134 - 15. juli 2008
tíðindi
Størri nýtsla av stóra
pallinum og størri
og betrað Silva-
land til børnini eru
millum lutirnar, sum
festivalfyriskipar-
arnir í Klaksvík
hava lagt serligan
dent á til ársins
SummarFestival
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Karmarnir eru settir upp,
soleiðis at talan í ár verður
um størsta SummarFestival
in nakrantíð. Sær sjálvum
líkt, so hava fyrireikararnir
aftur í ár víðkað um kon
septið, og nú tað av álvara
stundar til, er tað ein sera
spentur Steintór Rasmuss
en, sum fæst við at leggja
seinastu lutirnar til rættis.
Festivalurin í ár verður
tann mest fjølbroytti og
drúgvasti festivalurin, sum
vit hava fyriskipað. Summar
Festivalurin er ein heildar
uppliving fyri alla familj
una, og hesaferð verður tón
leikur og undirhald á fýra
pallum í tríggjar dagar.
Fyri fyrstu ferð hava vit
framførslur á stóra pallinum
allar tríggjar dagarnar, og
skráin er bæði spennandi
og innbjóðandi. Silvalandið
fær sín egna pall, verður
betrað enn meira og hevur
longri opið, so okkara smáu
gestir fáa enn meira burtur
úr festivalinum, sigur Stein
tór Rasmussen.
Fjølbroytni
Og skráin er veruliga fjøl
broytt. Eins og í fjør, so
verður futtur settur í longu
hóskvøldið, og síðani verð
ur sungið, dansa og rockað
trý kvøld á rað.
Vit hava nógv spennandi
á skránni í ár. Vit hava
modernaðan popp frá Alpha
beat,
heimsstjørnan
úr
Spice Girls, Melanie C, fer
at syngja, slagarabólkurin
fram um allar aðrar, Smo
kie, fer at spæla til sanna
fólkaveitslu, og so eru vit
eisini sera fegin um at hava
stóra poetin Kára P við á
festivalinum
fyri
fyrstu
ferð.
Vit hava eisini givið
føroyskum bólkum, sum
standa seg herheima og í
útlandinum, gott pláss í
skránni, tí tað hava teir uppi
borið, og fólk vilja eisini
hava góðan føroyskan tón
leik. The Dreams og The
Ghost, sum spæla nógv í
útlandinum, eru millum før
oysku
bólkarnar,
sigur
Steintór Rasmussen.
Fegnast um
undirtøkuna
Fleiri av hinum festivalun
um komu í fjør í trupulleikar,
og tað hevur við sær, at
festivalsummarið ikki verð
ur eins rúgvusmikið í ár,
sum tað hevur verið. Um
tað er hetta, sum ger seg
galdandi,
vil
Steintór
Rasmussen ikki siga, men
hann staðfestir, at tey lata
væl at áhuganum, sum aftur
í ár verður sýndur fyri
SummarFestivalinum.
Undanfarnu festivalar
hava verið góðir, og vit
merkja framvegis sera stór
an áhuga fyri festivalinum.
Vit rokna við sera nógvum
fólkum í ár, og tað verður
gjørt nógv burtur úr tjald
ing, bátaplássi og umstøðum
hjá
húsvognum,
sigur
hann.
Størsti festivalurin nakrantíð
Fyrireikararnir hava í ár lagt
stóran dent á, at føroysku
bólkarnir fáa gott pláss í
skránni