týsdagur 15. juli 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 15. juli 2008
29
lýsingar
Lærarastørv í
Sankta Frans skúla
Søkt verður eftir tveimum lærarum fyri lærarar
í barnsburðarfarloyvi at byrja ávikavist 1. aug.
og 29. sept. 2008.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
• Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga virksemi skúlans
• Duga at samstarva og eru fyrikomandi
• Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• Virknir luttaka í arbeiðinum áhaldandi at
menna skúlan
Starv I er 23 tímar í tíðarskeiðnum 1. aug. 2008
til 31. juli 2009 og eru lærugreinirnar: støddfrøði,
danskt, enskt og heimstaðarlæra.
Starv II er 20 tímar í tíðarskeiðnum 29. sept.
2008 til u. 16. mars 2009 og eru lærugreinirnar:
støddfrøði, handarbeiði og serundirvísing.
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúg
ving, men um lærarar ikki søkja størvini, verða
fólk, ið ikki hava fólkaskúlalærarútbúgving,
sett í størvini.
Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2
sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag.
Umsóknir við avriti av prógvi, cv. og møguligum
viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í
seinasta lagi hósdagin 28. juli kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini hjá Selmar
Jacobsen, skúlastjóra á tlf. 302532 ella 220716
Sankta Frans skúla
Varðagøta 10
100 Tórshavn
Summarfrí
Vegna summarfrí verður kommunuskrivstovan
stongd frá 21. juli til 25. august.
Víst verður til fartelefonir á heimasíðuni.
við Gjónna 2 · Postrúm 40 · FO- 510 Gøta
Tel 471000 · Faks 471001 · gota@gota.fo
Pedagogar til dagstovnin
Lítlafløtt á Strondum
Søkt verður eftir tveimum pedagogum at arb-
eiða 40 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu, at
byrja 18. aug. 2008.
Vit ynskja
• At tú hevur hug og árræði at skapa ein fjøl-
broyttan og tryggan gerandisdag, við virðing
fyri tí einstaka barninum
• At tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum sam-
starvi við starvsfelagar og foreldur
• At tær dámar væl at vera úti og sært møguleikar
og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
• At tú verður við til at mynda og menna okkara
pedagogiska umhvørvi
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, har tú
saman við góðum starvsfelagum fært møguleika
at byggja upp eitt spennandi pedagogiskt
umhvørvi á einum nýggjum stovni.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommuna Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at tosa við
Sonlis H. Joensen, leiðara á tlf. 23 27 47, ella Bjørg
Olsen, varaleiðara á tlf. 74 79 29.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 4. aug. 2008, kl.12.00.
Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur
Summarfrí
Skrivstovan er stongd vegna summarfrí.
Opið verður aftur mánadagin 4. august.
Advokatskrivstovan hjá
Björn á Heygum & Alfred Petersen
Bøgøta 16 | postboks 164 | FO-110 tórshavn
Tlf. 351710 | fax 351711 | hp@adv.fo | www.h-p.fo
Lærari til Hovs skúla
Søkt verður eftir lærara til uml. 5-8 avlopstímar
um vikuna fyri skúlaárið 08/09.
Í Hovs skúla eru 3 næmingar, harav 2 í 5. fl. og 1
í 7. flokki.
Umsóknir skulu verða skúlaleiðaranum í hendi í
seinasta lagi 1. august, og skulu sendast til Óla
Johannesen, Sjógøta 118, 800 Tvøroyri.
Meira fæst at vita frá skúlaleiðaranum Óla
Johannesen, tlf. 272647.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
HOVS SKÚLI
FRÁBOÐAN UM
UMHVØRVISGÓÐKENNING
Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan
tann 14. juli 2008, við heimild í grein 26 í løgtingslóg
nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd,
sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mai 2008, og
kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, nr. 4 og 4a,
seinni broytt í grein 5, nr. 1 og 4 í kunngerð nr. 90 frá
28. september 2007, hevur góðkent:
Smoltstøðina hjá P/F Fútaklettur
á Fútakletti (S-07)
Góðkenningin liggur alment frammi á Umhvørvis-
stovuni. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin
við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast
Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir,
í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato.
Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á
heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, www.us.fo.
Sóknast eftir starvsfólki til handil okkara
í miðbýnum at arbeiða um kvøldið.
Send eina umsókn til PE,
Heykavegur 2, 110 Tórshavn
tí tað lønar seg
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in