Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 16. juli 2008 a oyggjaland Ljósá Ljósá Ljósá tíðindi Lagt til rættis: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Men liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt oyggjar okkara til henda fornemma heiður? Um tey yvirhøvur hava verið her og hugt upp á umstøðurnar, so er ivaleyst gjørt skjótt av. Og hava hesi verið varug við tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum sløðist runt allastaðni? Um so er, kann hetta valla hava talt við í grundarlagnum fyri metingini. Annars má standa ómetaliga illa til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað var í øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól okkara. Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri, enn tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann fjala ein stóran part. Nøkur vøkur sjón er hetta ikki, og fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur, stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta gamlar maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á slíkan hátt. Ringast er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki, bóndagarðar, jarðarbrúk og í niðurløgdum grótbrotum, har onki mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur ábyrgdina fyri, at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera við gamalt jarn. Tað má tyrvast ella flytast av landinum. Herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava givið úrslit. Síðani blaðið fór í gongd við at vísa á órudd og burturkast, hevur Tórshavnar kommuna álagt øllum at rudda upp á kommunalum vegum og økjum. Hetta skuldi gerast í seinasta lagi 7. juli. Annars varð alt burturbeint uttan aðra ávaring. Samstundis hevur kommun­ an tikið fyrivarni fyri at krevja allar útreiðslur í hesum sambandi endur­ goldnar fyri eigarans rokning. Eisini í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við. Í feriutíðini nú í juli mánaða verður hetta eina ferð um vikuna, men í august fara vit aftur at gera hetta fleiri ferðir um vikuna. Eiði Eiði Eiði Eiði Eiði Ljósá Ljósá tíðindi 29