hósdagur 17. juli 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 136 - 17. juli 2008
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
- Ta› er ógvuliga umráðandi fyri meg, at eg veit við fullari
vissu, hvussu nógv eg skal telja uppí, tá ið tingbólkurin hjá
Javnaðarflokkinum verður taldur upp
John Johannessen
Tað hevur ikki staðið
á at finna tilfar til
ólavsøkukabarettina.
- Vit føroyingar eru
so deiliga kiksaðir og
láturligir, at har er
nokk at taka av, halda
tey sjey sprundini,
sum hava kannað sær
kabarettina í ár
Kabarett
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
- Hugsið tykkum - Mið-
aldrandi politikarar, sum
knappliga spæla ungir og
smartir við totalt kisaðum
valsangum!
Tær sjey dámurnar, sum
mannað ólavsøkukabarett-
ina, eru um at skrædna av
látri, meðan dømini um
kiksaðar føroyingar rapa úr
teimum.
- Heilt erligt. Føroyingar
gera also ótrúliga nógv
tápuligt og láturligt, sum
næstan biður um at koma
við í eina kabarett, eru tær
sjey púra samdar um.
Nú kabarettdámurnar eru
við at trimma seinastu
sketjurnar, snýr kjakið seg
mest um, hvat tilfar má
lúta, tí pláss ikki verður fyri
tí. Og avgjørt ikki, tí tað er
ov pínligt, fúlt, frekt ella
okkurt fjórða.
- Vit hava ongi mørk –
yvirhøvur. Riggar tað á
pallinum, kemur tað við,
sigur ein av kabarettdám-
unum, meðan tær allar
nikka avgjørdar
- Hinvegin kann tað væl
hugsast, at vit fara um mark-
ið hjá onkrum av áskoðar-
arnum ..., mutlar ein úr ein-
um króki.
- Meinar tú, tá tú byrjar at
lata teg úr klæðunum? So
mugu vit bara beinanvegin
ávara um, at sjálvt um vit
eru sjey eiggilig sprund,
kunnu vit vera bæði ljótar,
ófantaligar og ordiliga ólek-
rar, ljóðar tað frá yngsta
sprundinum.
Ikki konufólkahumor
Sjálvt um sprundini onki
hava ímóti mannfólki sum
so, er tað sera ivasamt, um
tær høvdu lovað nøkrum
mannfólki við í kabarettina
í ár.
- Also, lat okkum siga, at
um eitt mannfólk kom við
einum absolutt genialum
hugskoti, sum vit bara
máttu hava klørnar í, so
høvdu vit sjálvandi útnytta
neyðardýrið. So kundi hann
kanska sloppið at spælt
skrivari og blivið spottaður,
tí hann var einsamallur hani
... , grunar elsta sprundið.
At mannfólkini ikki rætti-
liga hóska inn, merkir ikki,
at tað verður ein serligur
konufólkahumor, sum kem-
ur at seta dám á ólavsøku-
kabarettina.
- Er tað nakað, sum eitur
konufólkahumor? Kanska
vit eru eitt sindur meir
sofistikeraðar og duga betri
at flenna at okkum sjálvum.
Vit fara í øllum førum ikki
at skora bílig poeng uppá at
mannfólk eru so og so. Tað
er ov primitivt, ljóðar tað úr
krókinum.
Skemt til skammar
Sjálvt um mannfólk, sum
neyðarsliga kynið, eftir øll-
um at døma verða spard, er
nokk at taka av. Valstríðið,
tunlarumblið og rokið á
einum ávísum sjúkrahúsi er
bara nakað av tí, sum sten-
dur fyri skoti.
Júst rokið á landssjúkra-
húsinum hevur volt teimum
sjey mikið høvuðbrýggj.
- Har hendir jú okkurt
nýtt og uppaftur løgnari
allatíðina, so tað, sum var
stuttligt í gjár, er langt
síðani yvirhálað av onkrum,
sum er enn tápuligari. Vit
klára næstan ikki at fylgja
við longur, suffar ein av
dámunum.
- Ella sum tá hasjhund-
urin knappliga gjørdi eitt
ordans hál, beint sum við
løgdu síðstu hond á eina
sketj, um hasjhundin, sum
ongantíð finnur nakað hasj.
So er bara at herja á aftur, tí
rættar kabarettdámur bakka
ikki fyri nøkrum, sigur ein
onnur, meðan hinar nikka
samansvornar.
Føroyingar eru so deiliga kiksaðir
Leikarar á ólavsøku kabarettini 2008 eru:
Tjóðhild Patursson
Durita Dahl Andreassen
Marita Svartá
Mariann Hansen
Barbara Hentze í Stórustovu
Lisa í Dali
Rakul Thomsen
Ongin skal kenna seg tryggan, nú dámurnar hava yvirtikið ólavsøkukabarettina í ár