Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 17. juli 2008 VÍKINGADAGAR 7 siga fyri nýggjar bólkar, at teir sleppa at framføra á ymskum festivalum, sigur Pætur Zachariasson. – Jón Tyril hevur sjálvur gjørt sær nógvan ómaka at hjálp okkum persónliga. Hann hevur skaffað okkum kontaktir og møguleikar innan tónleikin, og tað eru vit sera takksom fyri, greiðir Pætur Zachariasson frá. Boys in a Band kring heimin Í Íslandi fekk bólkurin nógv burtur úr tónleikaliga. Eftir Island Airways vórðu Boys in a Band bookaðir at spæla á nøkrum av teimum størstu festivalunum í verðini. Millum annað vóru teir í runt America, Canada, Noregi og Hollandi. - Tað var í Íslandi, tað fór at ganga ordiliga skjótt, sigur forsangarin, tískil byrjaði okkara framgongd veruliga á G! Festivalinum 2007. - G! Hevur so ótrúliga nógv at siga fyri okkum, tí at hann var startpunktið hjá okkum, men eisini tí at tónleikaumhvørvið í Gøtu hevur formað okkum sum tónleikarar og eisini sum menniskju. Vit hava fingið nógv burtur úr tónleikayrkinum, av tí at vit hava verið í einum slíkum umhvørvi, ið er í Gøtu. Eftir at bólkurin spældi á G! Festivalinum í fjør, kom tað fram, at festivalurin var illa fyri fíggjarliga, og at Gøta møguliga ikki fór at húsa honum aftur. Tá gjørdi bólkurin av at siga við leiðsluna, at næsta ár fóru teir at framføra ókeypis aftur fyri stóru hjálpina. Teir framføra ókeypis - Festivalurin hevur jú havt ekstremt nógv at siga fyri okkum, og at tað er týdningarmikið at hann verður aftur. Fyri ein bólk sum okkara, hevði tað verið løgið at kravt pening aftur fyri, tá G! ikki hevur egin beint at standa á. Hann hevur givið okkum nógv meir enn pengar, sigur ein takksamur tónleikari. - Vit fingu løn í fjør, men vit fingu tó nógv meir enn tað. Alt hitt, vit fingu, er so ótrúliga nógv meira vert, og vit kunnu enn liva tónleikaliga orsakað av teimum tingunum. Boys in a Band framføra á G! MINI í ár fyri at takka festivalinum fyri, at bólkurin hevur havt so stóra framgongd seinasta árið. 24 tímar enda á G! MINI Í annaðkvøld klokkan 19.00 fer Boys in a Band at ferðast runt Føroyar at spæla í 24 tímar. Teir hava enska filmsleikstjóran, Kelly King, við teimum, ið fer at gera ein dokumentarfilm burtur úr konsertferðini. Filmurin er í fyrstu atløgu bert til teir at hava, men teir fara møguliga at geva filmin út seinni í ár. Leygarkvøldið klokkan sjey endar bólkurin við einari rimmar konsert á spæliplássinum í Gøtu – ein partur av skránni hjá G! MINI. Bovling í Leirvík · tel: 44 33 66 · bovling@bovling.fo · www.bovling.fo Ring og bílegg tann lekra Bovling búffin Vit kunnu nú eisini bjóða Go-cart a Band