hósdagur 17. juli 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 VÍKINGADAGAR Sosialurin 17. juli 2008
Ein heilsan frá borgmeistaranum
Hans Mouritz Foldbo
S
um so mangan í gomlum døgum, so vara hátíðardagarnir í
Gøtu ikki bert tann eina dagin, men halda á í fleiri dagar.
Seinastu dagarnar hava vit havt eina rúgvu av sera væleydnaðum
mentanartiltøkum í bæði Norðragøtu og Gøtugjógv. Ov drúgvt
verður at nevna alt, ið farið er fram seinastu dagarnar, men eg
má nevna standmyndina av Tróndi í Gøtu og so tónleikaverkið
um sama høvding, sum eg meti fara at skriva seg inn í søgu
Føroya sum mentanarligir varðar.
Nú vikuskiftið stundar til, fara vit so at flyta okkum úr Norðragøtu
til Syðrugøtu við flestu tiltøkunum. Og her er sanniliga nakað fyri
øll.
Á sandinum í Syðrugøtu kunnu vit síggja eina víkingabygd og
víkingar úr okkara grannalondum í norðuratlandshøvum vísa síni
kynstur, bæði innan vápnaleik, handverk og annað. Her verður
ørgrynna av spennandi tiltøkum bæði fyri børn og vaksin, og
endar tiltakið á sandinum við undirhaldi, skemti, røðum, sangi og
tónleiki.
Og G!Mini er ikki so lítið kortini. Fleiri enn 30 einstaklingar og
bólkar, flestallir úr Føroyum, fara at luttaka. Her kunnu vit leggja
oyra til bæði okkara kendu tónleikarar og eisini eru fleiri nýggj og
forvitnislig nøvn á skránni.
Vælkomin til Gøtu, øll somul, tí
– her er gott at vera
Nú koma Víkingadagarnir og G!Mini
Hans Mouritz Foldbo, borgar
stjóri framman fyri stand
myndina av Tróndi í Gøtu
Mynd Jan Müller
Glað born og ungu seta sín serstaka dám yvir hátíðardagarnar í Gøtu
Mynd Ben Rasmussen