hósdagur 17. juli 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 VÍKINGADAGAR Sosialurin 17. juli 2008
Tróndardagarnir
enda við einum
braki í Syðrugøtu
fríggjadagin og
leygardagin, tá
Víkingadagar
og G!Mini eru.
Tónleikur, Trølla
pætur, Angela og
Hannebal, íslendskir
víkingar, víkingagrill
og mangt annað
verður á skránni
Víkingadagar
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Talan er ikki um vanliga bygda
stevnu, sum ítróttarfelagið hjá
leirvíkingum og gøtufólki
skipar fyri í Syðrugøtu, og sum
hevur fingið heitið Víkinga
dagar, sigur Páll Gregersen
formaður i Víkingi.
Bardagi á sandinum
Á Sandinum í Syðrugøtu fara
mongu undirhaldstiltøkini
fram. Úr Íslandi eru komnir 15
víkingar, ið fara at sýna fram
kynstur innan bardaga og leik.
Hetta fer fram bæði fríggja og
leygardagin.
Leygardagin fer Angela at
skipa fyri stórum barnatiltaki
frá klokkan 14. Á hesum tiltaki
vera bæði Trøllapætur, omman,
Angela og Hannebal. Har
verður eisini eldshow,
andlitsmáling og ponny ríðing.
Tiltøkini byrja longu klokkan 14
og halda á til út á kvøldið.
Út á kvøldið verður skipað
fyri ymiskum undirhaldi og
fram móti midnátt verður
felagssangur og midnáttarrøða,
áðrenn G! Mini heldur fram á
Spæliplassinum og dansur
verður við Sandin.
Einki tivoli – eitt gjald
Í Víkingi hava tey ásannað, at
tíðin so smátt er farin frá sið
bundnu tivolibásunum við 21
spæli, tombola, fiskibrunnum
og øðrum, og tí hava tey gjørt
av at skapa eitt tiltak, ið meira
snýr seg um hugna og
undirhald.
Vit hava avgjørt, at fólk
skulu hugna sær, uttan at skula
rinda fyri hvørt nikk og prikk.
Atgongumerkið til Víkinga
dagar kostar 100 krónur, og tað
er galdandi til so at siga øll
tiltøkini, Víkingur skipar fyri,
sigur Páll Gregersen, sum tó
leggur aftur, at mat og drekka
mugu fólk so gjalda fyri
umframt.
Vit hava gjørt eina skrá, ið
er rættuliga umfatandi, og sum
saman við G! MINI røkkur víða
um til nógvar ymiskar áhuga
bólkar, so vónandi kemur nógv
fólk til Syðrugøtu fríggja og
leygardagin, sigur Páll
Gregersen.
Víkingagrill av Viðareiði
Av grillini hjá kokkinum av
Viðareiði vera eingir útlendskir
búffar at fáa í ár. Yvir kolinum
fer nevniliga ein føroyskur
oksafjórðingur at hanga.
Víkingadagarnir í Syðrugøtu
byrjar klokkan 16 fríggjadagin,
tá økið við matbúðum og
framsýning letur upp. Møgu
leiki verður at síggja
Víkingarnar berjast og
jonglørar og eldspýtarar fara
eisini at sýna fram kynstur fleiri
ferðir fríggjadagin. Á midnátt
verður skipað fyri løttum
dansitónum, sum Flemming og
Rúni fara at stíla fyri.
Leygarkvøldið spælir Lítli
Johann til dans í Tjaldinum.
Víkingarnir gera um seg
Páll Gregersen, formaður í Víkingi, saman við Brandi Jacobsen, samskipara hjá Víkingi, eru tveir av høvuðsfyrireikarunum til teir stóru Víkingadagarnar í Gøtu
Mynd: Jonhard Hammer