fríggjadagur 18. juli 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 18. juli 2008
3
Nýggj leiðarastørv í Kringvarpi Føroya
Útvarp og sjónvarp eru nú løgd saman til Kringvarp Føroya. Í nýggja bygnaðinum eru seks deildir, og søkt verður
við hesum eftir leiðarum til deildirnar. Deildarleiðararnir skulu saman við starvsfólkunum vera við til at mynda
og menna Kringvarpið í framtíðini.
Les meira um størvini á www.kringvarp.fo
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Størvini verða sett skjótast gjørligt.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Annika.jacobsen@kringvarp.fo ella til Kringvarp Føroya, Norðara Ringvegi,
Postboks 1299, FR-110 Tórshavn, Att: Annika Mittún Jacobsen.
Umsóknir skulu vera Kringvarpi Føroya í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25.
juli 2008 kl. 12.00. Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til
Anniku Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóra, á telefon 347512 ella 347500.
Um Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku
skipanini og verður stjórnaður av einum stýri við sjey limum. Virksemið verður fíggjað
við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá lýsingum og spølum. Fíggjarætlanin er umleið 60
mió. kr., og útvið 100 fólk starvast á stovninum.
Tíðindaleiðari
Sum tíðindaleiðari hevur tú ábyrgd av at menna og
leiða tíðindatænastu stovnsins. Tú setir út í kortið,
hvussu tíðindi eiga at verða skipað í framtíðini, tekur
yvirskipaða støðu til, hvønn relevans, ið tíðindi hava,
eins og tú setir tey í viðkomandi samanhang og
tryggj ar ein óheftan tíðindafl utning.
Miðlaleiðari
Miðladeildin gongur á odda at menna nýggjar mið la-
tænastur hjá Kringvarpinum og fremja útgávur
tvørtur um miðlar. Sum leiðari hevur tú ábyrgd av
hesum arbeiði, eins og tú stendur fyri inntøkuskap-
andi virksemi og strategiskum framtíðarætlanum fyri
stovnin. Harumframt verður uppfylging og eftirmetin g
av sendingum og tænastum eisini partur av tínum
arbeiði. Tú hevur ábyrgdina av, at sendingarnar eru
skipaðar sambært public service sáttmálanum við
Mentamálaráðið.
Starvsfólka- og umsitingarleiðari
Sum starvsfólka- og umsitingarleiðari hevur tú
um hendi starvsfólkarøkt og starvsfólkamenning,
herímillum HR-menning. Vit vænta, at tú hevur eina
greiða fatan av, hvussu starvsfólk fáa og varðveita
arbeiðsgleði og motivatión. Aftur at hesum hevur tú
búskaparligu viðurskifti Kringvarpsins um hendi, eitt
nú fíggjarstýring, roknskap og lønir, eins og tú hevur
fyrisitingarliga ábyrgd av inntøkum stovnsins. Tú
stendur eisini fyri øllum setanum og sáttmálum.
Programmleiðari
Sum programmleiðari fært tú ábyrgd av stórum
parti av sendifl atuni hjá útvarps- og sjónvarpsrásum
stovnsins við denti á studioframleiddum aktuellum
sendingum. Sendingarnar kunnu vera alt frá lívsstíls-
sendingum og brúkarasendingum til undirhaldssend-
ingar. Tú fert at skipa redaktionella arbeiðið og fært tí
ábyrgdina av at gjøgnumføra redaktionellar broyting-
ar. Tín ábyrgd verður eisini at standa fyri arbeiðinum
at menna sendingarnar innihaldsliga og formliga.
Dokumentarleiðari
Sum leiðari á dokumentardeildini hevur tú ábyrgdina
av sendingum, ið spegla lívið og veruleikan. Sending-
ar, sum viðgera mentanarligar, politiskar, samfelags-
ligar og listarligar spurningar. Framleiðast skulu eisini
skaldsligar eins væl og eygleiðandi og persónligar
sendingar. Tú skalt duga at skyna á, hvussu fi ktión
avmyndar veruleikan og harvið geva lurtarum og
hyggj arum eina hugfangandi uppliving. Tú stendur
fyri dagligu leiðsluni av deildini og hevur ábyrgdina
av, at hon mennist og fylgir við teimum broytingum,
sum eru í miðlayrkinum.
Tøkniligur leiðari
Ábyrgdarøki títt sum tøkniligur leiðari í Kringvarp-
in um verður at standa fyri strategiskum ætlanum til
tess at menna Kringvarp Føroya tøkniliga. Tú stendur
eisini á odda fyri íverkseting av talgilding og nýggjari
tøkni, skipar fyri ymsum video- og ljóðtøkniligum
innleggingum, eins og tú fært ábyrgd av viðlíkahaldi
av øllum KT-skipanum og allari tøkniligari útgerð.
Kringvarp Føroya Norðari Ringvegur
Postboks 1299 FO-110 Tórshavn
Tel.: + 298 34 75 00 Faks: + 298 34 75 01
www.kringvarp.fo