fríggjadagur 18. juli 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 18. juli 2008
23
FJARSKIFTIS- / POST- / ELVEITINGAR-
OG TRYGGINGAREFTIRLITIÐ
Vit søkja eftir fulltrúum til Fjarskiftis-,
Post-, Elveitingar- og Tryggingareftirlitið.
www.sansir.fo
» VIT KUNNU BJÓÐA
Vit kunnu bjóða tær eitt sera f øltáttað og sjálvstøðugt starv sum
fulltrúi í einum f ølbroyttum og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, sum fevnir
um: Fjarskiftis-, Post-, Elveitingar- og Tryggingareftirlitið. Stovnarnir eru
fyrisitingarliga skipaðir saman við Kappingareftirlitinum. Serfrøðingar og
konsulentar eru eisini knýttir at stovnunum.
Tú kemur at starvast saman við dugnaligum starvsfelagum í einum
óformligum starvsfólkaumhvørvi, og verður við til at loysa avbjóðandi
uppgávur, ið hava stóran týdning fyri vinnu og borgarar. Starvið er bæði
persónliga og yrkisliga mennandi við nógvum samskifti við vinnulív og
myndugleikar, umframt altjóða stovnar og myndugleikar. Til ber at laga
starvið eftir tínum førleika og áhuga.
Arbeiðið á stovninum skal vera á høgum fakligum støði, og vit leggja tí
dent á at bjóða starvsfólkum okkara viðkomandi og avbjóðandi útbúgving/
eftirútbúgving. Tú fært eisini høvi at seta teg inn í føroyska vinnulóggávu,
taka viðkomandi skeið, luttaka á ráðstevnum o.a.
» FØRLEIKAKRØV
Umsøkjarar skulu hava:
• prógv sum løgfrøðingur, verkfrøðingur, búskaparfrøðingur,
grannskoðari ella hava aðra viðkomandi útbúgving
• góð analytisk evni
• góðan kunnleika til føroyskt og enskt
• royndir innan privata ella almenna fyrisiting. Hetta er tó ikki ein
treyt. Fyrisitingarroyndir innan f arskiftis-, post-, elveitingar- og
tryggingarøkið kunnu vera ein fyrimunur.
» ARBEIÐSUPPGÁVUR
// Fjarskiftiseftirlitið:
• at umsita fj arskiftislógina, harundir at viðgera umsóknir um
konsessión, hava eftirlit við prísáseting og prísviðurskiftum,
royna semjur ella taka avgerðir um sambindingarsáttmálar millum
f arskiftisveitarar, umsita nummartilfeingi, gera kanningar, menna
rættarreglur innan økið, fylgja altjóða menningini innan f arskifti v.m.
// Posteftirlitið:
• at umsita løgtingslóg um postvirksemi, harundir útinna eftirlit,
veita ráðgeving um viðurskifti á postøkinum, áseta hámarksprísir,
gjøgnumganga roknskapir v.m.
// Elveitingareftirlitið:
• at umsita løgtingslóg um elveiting
• at orða loyvir til framleiðslu- og netvirksemi á el-veitingarøkinum
• at áseta meginreglur fyri prísáseting og fyri at skilja sundur roknskap
fyri framleiðslu- og netvirksemi
• at gera útbjóðingartilfar í samband við, at lýst skal verða eftir
umsóknum til el-framleiðslu úr vindi.
// Tryggingareftirlitið:
• at røkja eftirlitsuppgávurnar sambært tryggingarlógini og vera við til
at áseta og menna rættarreglur v.m.
• at hava eftirlit við tryggingarfeløgum og tvørgangandi
eftirlønargrunnum m.a. eftirlit við fæfeingisgrundarlagi, roknskapum,
gjaldførisbredda, íløgureglum, ognarviðurskiftum og leiðslu
• at samskifta við tryggingarfeløg, eftirlønargrunnar og aðrar
viðkomandi føroyskar og útlendskar myndugleikar
• at gera og halda viðlíka vegleiðingar og reglugerðir sambært nýggju
tryggingarlógini, ið kemur í gildi 1. september 2008.
// Aðrar/felags uppgávur, at vera við til :
• at menna arbeiðsgongdir og mannagongdir annars á stovninum
• at loysa ávísar uppgávur innan kappingarøkið
• at vegleiða og ráðgeva Vinnumálaráðnum, harundir áhaldandi
eftirmeting og kunning um royndir viðvíkjandi galdandi lóggávu á
vinnuøkinum
Sí nærri um stovnarnar á: www.fse.fo, og www.tryggingareftirlit.gov.fo
» SETANARTREYTIR, UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi fakfelag. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí,
umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við:
Leivur Harryson, deildarleiðara, tlf.35 60 25, fartelefon 55 60 25 og t-post:
lh@fse.fo ella Jógvan Thomsen, stjóra, tlf. 35 60 21, tlf. 21 60 20 og
t-post: jt@fse.fo.
Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.
Umsóknir skulu sendast til:
Fjarskiftiseftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella við telduposti til jt@fse.fo
og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. august 2008 kl. 12:00.