fríggjadagur 18. juli 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 18. juli 2008
39
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Trivnaðartænastan
Pedagogur ella heilsurøktari til
Bústovnin á Eirargarði 16A/BN
Søkt verður eftir pedagogi ella heilsurøkt-
ara til eitt fulltíðar farloyvisstarv til frá
01.09. 2008 til 31.08.2009 ella eftir nærri
avtalu. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og
roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar-
og vikuskiftisarbeiði.
Á bústovninum búgva 15 menningar-
tarnað fólk, har fleiri hava likamlig
brek. Dentur verður lagdur á, at tann,
ið settur verður, er likamliga væl fyri og
er áhugaður í at luttaka aktivt í øllum
avbjóðingum og er opin fyri nýhugsan.
Harafturat er neyðugt at arbeiða sjálv-
støðugt og at samstarva við onnur,
umframt at vera førur fyri at taka ábyrgd
og avgerðir í arbeiðinum.
Setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag. Um Pedagogur, ið
frammanundan er tænastumaður, verður
settur í starvið, heldur tænastu manna-
setanin fram, og verður lønin sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Pedagogfelag. Um eingin
pedagogur søkir starvið, verður starvið
sett við hjálparfólki sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og
Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið umfatar
Nærverkið og deildir undir tí.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Bjørg Mohr, leiðara á tlf.
315422 ella 215423.
Umsókn:
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum,
viðmælum og C.V. skulu sendast til:
Bústovnurin á Eirargarði 16 A/BN
FO-100 Tórshavn
Att: Bjørg Mohr, leiðari
Umsóknarfreist: 1. august 2008
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Tíðin rennur
Tíðin rennur
- Nýggj fløga við Stanley Samuelsen
Konsertir:
www.myspace.com/stanleysamuelsen
www.stanleysamuelsen.dk
Stuðlað hava Sosialurin, Dimmalætting, Sendistovan, Bilrøkt
Vágsbotni, Reinsaríðnum 14. juli kl. 20.00
Fuglafirði, Ribarhus 15. Juli kl. 20.00
Mini G!
Miðvági, Cafekvøld 24. juli
SMS á torginum 26. juli
Miðlahúsinum 28. & 29. juli