fríggjadagur 18. juli 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 • 18. juli 2008
Vikuskifti
4
Hendan kensla er grundar
steinurin í »Føroyskum Søgum«,
ið er nýggj DVDútgáva um føroy
ingar, og hvussu fólk hava livað
og virkað á hesum veðurbardu
klettum seinastu 100 árini bæði
tá tað gekk við og ímóti. Yvir
90 minuttir við einastandandi
søguligum filmsupptøkum eru
útvaldir og skiftir millum ellivu
sjálvstøðugar kapittlar um
stórar og smáar tilburðir, ið hava
upptikið fólk og havt týdning fyri,
hvussu vit liva í dag.
Á »Føroyskum Søgum« kunnu
fólk gleða seg til at uppliva eitt
nú mótasýning við undirklæðum
og frekum náttkjólum í Hotel
Føroyum á Kongabrúnni í
Havn í 1966, kornskering í
Húsavík í 1959, á veiði við
hvalastingaranum Heyki í 1949
og nakað so forkunnugt sum ein
fólkafund á Gøtueiði í 1930.
Søgan vakt til lívs
»Føroyskar Søgur« verða útgivnar
19. september við undansýning
í Sjónleikarhúsinum, men alla
ólavsøkuna verða útvald brot úr
filminum víst í Miðlahúsinum,
har umboð fyri Substanz Nordisk
Film, ið hevur framleitt »Føroyskar
Søgur«, og Eik Grunnin, ið
hevur fíggjað verkætlanina,
eisini vera hjástødd at sjóseta
framsýningina.
Uni Leitisstein Hansen
hevur samskipað arbeiðið við
verkætlanini, og sambært honum,
hava føroyingar nakað at gleða
seg til, nú »Føroyskar Søgur« eru
á trappuni.
– Livandi myndir eru sterkasti
miðilin, ið finst, tí tær skapa
eina heilt serliga nærveru og
uppliving hjá fólki, ið tað er
ógjørligt at skapa við øðrum
miðlum. Tað kennist snøgt sagt
ómetaliga forkunnugt at síggja,
hvussu tað sá út í Føroyum fyri
40, 70 ella 100 árum síðani, men
eisini at uppliva teir føroyingar,
ið vit einans kenna frá myndum
og søgubókum, brádliga vekjast
til lívs, staðfestir Uni Leitisstein
Hansen.
Hundraðtals
fimsrullur
»Føroyskar Søgur« er tann
størsta mentanarverkætlanin av
sínum slag nakrantíð í Føroyum.
Hundraðtals filmsrullur eru
innsavnaðar undan væðingini
hjá privatfólkum og fram úr
søvnum og goymslum. Allar
eru tær reinsaðar, spleysaðar
og yvirspældar til eitt nýtt,
framtíðartryggjað format, so
Føroyskar filmssøgur
Tey, ið vitja Miðlahúsið á ólavsøku, fáa eitt serstakt
høvi at síggja útvald brot úr filminum »Føroyskar
Søgur«, ið er størsta mentanarverkætlanin av sínum
slag nakrantíð í Føroyum
Tú kennir tað aftur tá
smalfilmarnir verða støvaðir
av. Hoppandi myndir av fyrsta
túrinum á nýggju súkkluni,
lítilbeiggi við gelebeinum í
gangiseðlum og landsdystinum
móti íslendingum á ólavsøku í
‘59 tað vekir eina heilt serliga
kenslu.
Mentan
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Ein røð av einastandandi søguligum filmsupptøkum úr Føroyum verða at síggja í Miðlahúsinum á ólavsøku