Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 138 - 21. juli 2008 Brúka tónleik sum heilivág Á fleiri donskum sjúkrahúsum eru tey farin at brúka tónleik sum eitt slag heilivági, skrivar Fyens Stiftstidende. Eitt nú fáa sjúklingar á Odense Universitetshospital sissandi tónleik í oyruni, tá tey rakna við aftur eftir skurðviðgerð. Lars Holst, sum stendur fyri royndunum við tónleiki sum heilivági, sigur við blaðið, at tónleikurin ávirkar ikki bara okkara kenslur, men eisini annað so sum hjartað. Royndir aðrastaðni hava eisini víst, at tónleikur kann linna pínu. Roykja ikki inni Annaðhvørt heim í Danmark hevur roykibann. Ein nýggj kanning hjá Epinion vísir, at í dag er royking bannað í 47 prosentum av teimum donsku heimunum. Í 2004 var talið 21 prosent. Inger Haunstrup Clemmensen, yvirlækni hjá Kræftens Bekæmpelse, sigur við DR, at í dag halda fólk tað vera eitt rímiligt krav, at tey fáa reina luft niður í seg. Eisini heima við hús, og tað vísir, at hugburðurin hjá dønum er nógv broyttur tey seinastu árini, sigur hon. Í Danmark hevur annaðhvørt heim roykibann Mynd: DR Meðan fólk skikkaðu sær væl á G Mini, mátti politiið rykkja út til bæði bardagar og rúsdrekkakoyr­ ing aðrastaðni í landinum Polititíðindi Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ein fullur bilførari endaði lúkst í føvninginum á polit­ inum, tá hann kom skinkl­ andi í bili móti einum pol­ itibili á Kollfjarðarvegnum í leygarkvøldið. Ávirkaðir bilførarar Politiið í Havn fekk skjótt illgruna um, at okkurt ikki ruggaði rætt, tá ein bilur á Kollfjarðarvegnum í leyg­ arkvøldið kom skinklandi móti teimum og hevði meir enn ilt við at halda seg á sjálvum vegnum. Onkra løtuna endaði bil­ urin uppi á gongubreytini, áðrenn hann skinklaði víðari út á vegin. Bilurin bleiv alt fyri eitt steðgaður, og kanningin á staðnum víst skjótt, at bil­ førarin var ávirkaður av rúsdrekka. Um fýra tíðina í sunnu­ morgunin fekk politiið boð um, at ein bilur lá og koyrdi heldur undarliga og ótrygt uppi við Hjalla í Havn. Politiið fór á staðið, og eisini her vísti ov nógv rúsdrekka seg at vera upp í koyringini. Ferðsluóhapp í Gøtu Hóast tað sum heild var rættiliga friðarligt á G Mini, mátti politiið upp í leikin leygarkvøldið. Tvær ungar gentur høvdu tá fing­ ið so nógv niðurum, at tær máttu koyrast á skaða­ stovuna á Landssjúkrahús­ inum til útpumpingar. Eisini fríggjadagin varð politiið boðsent til Gøtu, tí ein bilur var farin oman av vegnum omanfyri Syðrugøtu. Óhappið hendi, tá ein bilur snaraði út fyri ein ann­ an, ið var á veg norðureftir landsvegnum omanfyri Syðrugøtu. Í eini roynd at bremsa og snara undan, fór bilurin, ið var á veg norður­ eftir, oman av vegnum og bóltaði runt nakrar ferðir oman gjøgnum bøin. Ong­ in persónsskaði stóðst av óhappinum. Leysir nevar Okkurt bendir annars á, at nevarnir sótu heldur leyst í Suðuroy um viku­ skifti. Tvær ferðir mátti politiið nevniliga upp í leikin á einum skeinkistað á Tvøroyri. Ì báðum før­ um var talan um, at ungir menn fóru farnir til hend­ urs, og onkur varð sligin við knýttum neva beint í andlitið. Ongin álvarsligur skaði stóðst tó av tilburð­ unum. Rúsdrekkakoyr­ ing og bardagar Nakrar vegbungur eru orsøkin til, at borgarar í Vestmanna kunnu gerast noyddir at velja millum ferðslutrygd og nøkt­ andi tænastu frá Bygdaleiðum Ferðsla Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Seinasta mikudag steðgaði Strandferðslan koyringini hjá leið 100 út í bygdina í Vestmanna. Orsøkin er, at bussførararnir á leiðini siga seg hava ov stóran ampa av vegbungunum, sum Vest­ manna Kommuna lat gera fyri stuttum. Revsað fyri ferðslutrygd Borgarstjórin í Vestmanna, Karl Olsen, harmast um útspælið frá Strandferðlsuni, sum han hevur ilt við at skilja. ­ Vit hava gjørt hesar veg­ bungurnar eftir nógvum áheitanum frá borgararum í kommununi og fyri at økja um ferslutrygdina. Afturfyri verða vit revsað, við at tæn­ astustøðið hjá Bygdaleiðum her í bygdini lækkar, sigur borgarstjórin. Hann leggur afturat, at vegbungurnar eru gjørdar eftir teimum fyriskriftum, sum eru galdandi fyri slíkar vegaforðingar, og tí skilur hann ikki rættiliga, hvat tað er, kommunan skal hava gjørt skeivt. Men bussførararnir á leið­ ini hava eftir øllum at døma kortini ampa av bungunum, og á Strandferðsluni vísir samferðsluleiðarin, Bogi Mortensen, á, at stovnurin hevur skyldu at tryggja sínum bussførarum góðar arbeiðsumstøður. Spurdur, um Strandferðsl­ an ikki eisini kennir sær eina skyldu mótvegis sínum viðskiftafólkum, sigur Bogi Mortensen, at tað ger stovn­ urin sjálvandi. ­ Men beint nú fá eg ikki sagt, hvør skylda vigar tyngst, sigur Bogi Morten­ sen, sum í dag fer til Vest­ manna at kanna málið. Í løtuni kann samferðslu­ leiðarin tó ikki lova, at busskoyringin út í bygdina í Vestmanna verður tikin uppaftur. ­ Vit fara millum annað at kanna, hvussu nógv fólk yvirhøvur hava brúk fyri, at bussurin koyrir heilt út í bygdina, sigur Bogi Mort­ ensen. Uttan mun, til hvat hendir í dag, tá Samferðsuleiðarin kemur á vitjan, er borgastjórin í Vestmanna ikki sinnaður at góðtaka, at busskoyringin á strekkinum verður niðurløgd. Borgarar fangaðir í stríði um vegbungur Vegbungurnar, sum skuldu økja ferðlsutrygdina eru nú eisini orsøk til, at borgarar í Vestmanna nú fáa verri tænastu frá Bygdaleiðum hjá Strandferðsluni Í síðstu viku boðaði Strandferðslan sínum viðskiftafólkum í Vestmanna frá, at leið 100 ikki longur koyri út í bygdina