týsdagur 22. juli 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 139 - 22. juli 2008
Í løtuni siglir West
ward Ho úr Liver
pool til eitt punkt
norðanfyri Írland.
Haðani skal hon
komandi dagarnar
verða við í eini
kappsigling fyri
seglbátar
Kappsigling
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Klokkan gott og væl 14 í
gjár legði Westward Ho frá
landi í Liverpool. Haðani
luttók hon í eini paradu eftir
oman eftir heimskendu ánni
Mersey, ið verður kallað
Parade of Sail, og sum er
partur av mentunartiltøk
unum í Liverpool, sum í ár
er mentunarhøvuðsstaður í
Evropa.
Og nú gongur leiðin til
eitt punkt norðanfyri Írland,
haðan Tall Ships’ Race,
sum kappsiglingin eitur,
byrjar í morgin um nónstíð.
Tey skulu so runda Skotland
og tvørtur um Norðsjógvin
til Maloy í Noregi.
Umborð á sluppini eru 15
føroyingar. Umframt mann
ingina, sum telur 5, eru
eisini 10 ungfólk í aldrinum
16 til 19 ár við á ferðini.
Tey eru sjey gentur og
tríggir dreingir, sum søkt
hevur verið eftir til henda
áhugaverda túrin. Skipari á
túrinum er Egil Simonsen.
Sigla í eina viku
Hesir føroyingarnir skulu
so verða umborð á Westward
Ho til í seinasta lagi 1.
august á middegi, tá allir
bátarnir í skulu vera komnir
inn.
Tall Ships’ Race er ein
árlig kappsigling, sum Sail
Training International skip
ar fyri, og sum skiftandi
havnabýir sleppa at skipa
fyri. Við í kappsiglingini í
ár eru umleið 70 til 100
bátar, sum eru býttir upp í
fýra klassar. Westward Ho
er í Bklassanum, sum er
fyri seglbátar við einari
samlaðari longd uppá minni
enn 40 metrar og vatngangs
longd longri enn 9,14
metrar.
Hetta er ein av heimsins
stórstu kappsiglingum við
seglbátum, og er hetta
samstundis fyrstu ferð at
føroyskur seglbátur luttekur
í henni. Til ber at fylgja við
kappsiglingini á www.
tallshipsrace.com
og
á
www.westwardho.fo.
Suzuki Grand Vitara
persónbilur til sølu
Suzuki Grand Vitara persónbilur frá
2005. Km. 29.000, aut. Bensin, krók o.a.
til sølu fyri 165.000 v/mvg.
Tlf. 210564
i
K R E A
Jassur
hvørt týskvøld kl. 21
Lesið
-tað
loysir
seg
Westward Ho luttekur
í kappsigling
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo