týsdagur 22. juli 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 139 - 22. juli 2008
Leygardagin sessasust
60 fyrrverandi skúla
felagar til myndatøku á
trappuni í Nunnuskúl
anum, har tey skiltust
fyri 51 árum síðani
Skúlafelagar
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Eftir fleiri royndir eydnaðist
tað umsíðir leygardagin at
savna heilar 60 av næming
unum, sum gingu á Nunnu
skúlanum frá 1952 til 1957.
Sum í gomlum
skúladøgum
Tað var sum í gomlum døg
um, tá 85 ára gamla nunnan
leygardagin mátti ringja fleiri
ferðir við messingaklokkuni,
fyri at fáa sínar gomlu
næmingar at sita stillar á
trappuni í Nunnuskúlanum.
Við krossfiskum á høvdin
um komu dreinginir umsíðir
uppá pláss aftast, meðan gent
urnar við sloyfum í hárinum
sluppu at sita fremst. Og so
var klárt til myndatøku.
Heili 51 ár vóru liðin síð
ani
hesir
næmingarnir
spjaddust í ymsar ættir, eftir
at hava gingið í nunnu
skúlanum saman í fimm ár.
Hesi árini gingu 122 næm
ingar í nunnuskúlanum í
longri ella styttri tíðarskeið.
22 av teimum eru ikki á lívi
longur,
men
leygardagin
eydnaðist so at savna heili 60
aftur.
Lagið var avbera gott, tá
gomlu skúlafelagarnir fóru
inn um stóru, reyðu hurðina
at hyggja at sínum gamla
skúla saman við eini av
nunnunum, tey høvdu sum
lærara.
Nógv var sum vera man
at tosa um hjá gomlu skúla
felagunum, sum hugnaðu
sær óført saman og endaðu
dagin við eini stórari næm
ingaveitslu leygarkvøldið.
Næmingar hittust eftir 51 ár
51 ár eru síðani teir 60
gomlu skúlafelagarnir
skiltust her á trappuni í
Nunnuskúlanum
Tað tók sína tíð at fáa gomlu
næmingarnar á Nunnuskúlanum at
sita stillar á trappuni
Tær báðar gomlu skúlavinkonurnar, Ása
Justinussen og Annika Hoydal, høvdu nógv
at tosa um, nú tær vóru ’í skúla’ aftur
Vil hava Surtsey
Vestmannaoyingar vilja hava størri ræðisrætt yvir grannaoynni
Surtsey. Tey vísa á, at oyggin, sum kom undan kavi í einum gosi
á havbotninum, eru jarðfrøðiliga partur av Vestmannaoyggjun
um. Higartil hevur umhvørvismálaráðið í Reykjavík havt
umsjón við oynni, og ST hevur eisini lýst hana sum serstakt
náttúruøki. Býráðið í Vestmannaoyggjunum hevur samntykt at
biðja myndugleikiarnar flyta umsjónina úr Reykjavík út í
Oyggjarnar, men enn er tað ikki gjørt.
Vestmannaoyingar vilja hava Surtsey
Mynd: Vísir)