týsdagur 22. juli 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 22. juli 2008
13
Skal viðsjónsætlanin 2015
gerast veruleiki, er altav
gerandi, at givið verður
loyvið at vinna pening hjá
framtakshugaðum fólki.
Tann, sum hevur fingist
við eitt sindur av hvørjum í
politikki, skilur væl støð
una hjá Gerhardi Logn
berg, sum hóast støðugt
trýst hevur staðið sum ein
maður.
Hevði ikki ætlað mær út
í hetta kjakið, men eg haldi
tað vera ovboðið, tá for
maður í tingbólki Javnaðar
floksins gevur Gerhardi
skuldina, um Sandoyar
tunnilin ikki kemur.
Sosialistiska samgongan
hevði ikki meira enn tikið
við, tá øvundin gav seg til
kennar. Teir ræddust, at
onkur vann pening við
nýhugsan, egnum fram
tøkum og visjónsríku
Skálafjarðarætlanini. –
Meiri umráðandi var at
køva eina menning í góðari
tíð.
Hvørki Vágatunnilin ella
Norðoyatunnilin komu av
visiónsríkum landspolitik
arum, men av teirri orsøk,
at “neyðin lærdi nakna
kvinnu at spinna”. Skuldu
Vágoyggin og Norðoyggjar
mennast, var neyðugt við
føstum sambandi. Tað sá
fólkið í økjunum.
Sólskinssøgur
Mótstøðan, sum var tá, er
tagnað, ja, mótstøðufólkini
tá, halda seg ídag enntá
hava verið fyri, eru aftur at
finna millum provinsiellu
og visiónsleysu politikar
arnir, sum liva í dreymum.
Hóast nýtt ættarlið stingur
seg upp, er søgan tann
sama.
Tá vit so hoyra formann
in í tingbólkinum hjá Javn
aðarflokkinum siga, og
onkur annar samgongu
politikari við honum, at
“gongur Gerhard ikki undir
tað, sum tunnilsbókurin er
komin til, so er tað tí, at
hann vil forkoma tunli
num”!
Synd er at siga, at hann
yvirmetir føroyingin!
Sjálvur trúgvi eg, at eina
valdømið og sentralisman
við hesum, fær alt meiri
ávirkan, so kunnu serkønir
siga tað mótsatta.
At Vágatunnilin og Norð
oyatunnilin eru sólskins
søgur, hevur gjørt, at sjálvt
mótstøðufólkini nú fagna
hesum, og tað er gott!
Sandoyartunnilin verður
sama sólskinssøgan og er
tvingandi neyðugur. Kemur
hann ikki nú, kemur hann
ikki!
Gevið Gerhard og harvið
ikki bert Sandoynni men
føroyska samfelagnum
samfelagshond!
Vinnumálaráðharrin
og løgmaður
Ein áheitan á vinnumála
ráðharran, ið átti at hugsað
vinnuligt, og tí latið okkara
fólk fingið frið til at vunn
ið nógvan pening: lat m. a.
visjónsfólkið í skálafjarðar
bólkinum hava frið at loysa
hesa týdningarmiklu verk
ætlan úr lagdi, teir eru
byrjaðir, og tak tær av
Sandoyartunlinum. Halt
uppat at køva framtaks
hugin hjá okkara lands
monnum.
Hyggja vit at “visjóns
ætlanini 2015”, sum løg
maður var spentur uppá, so
fer hon bert út í sandin, um
køvandi hendurnar verða
lagdar á hvørt átak, sum
gevur meiri pening til tann
virkisfúsna, enn løgmaður
og hansara samhugsandi
kundu hugsa sær.
So leingi sum føroyingur
hevur hesa primitivu og
provinsiellu hugsan, koma
vit ikki úr stað!
Øvundin forkemur Skálafjarðartunlinum
Sandoyartunnilin tí settur á síðurás
Jógvan við
Keldu
Í sambandi við at
skúlanæmingar sum
gingu í Sankta Frans
Skúla til 7. flokk í
1967, hava ætlanir um
at hittast aftur í 2008,
hava vit fingið mynd
og tekst frá Helga
Joensen og Fríðgerð
Mouritsen, sum fara
at samskipa tiltakið
Nú 40 ár eru liðin, síðan vit
fóru úr Sankta Frans Skúla,
er ætlanin at vit øll, bæði
gentur og dreingir, møtast
aftur fyri at minnast aftur á
gamlar dagar og annars at
hugna okkum.
Fyrireikingarnar eru byrj
aðar, og fyri at tað skal bera
til hjá helst øllum at vera
við, verður hugsað um, at
dagurin
skal
vera
30.
desember 2008.
Síðan vit fóru úr skúlan
um, eru vit farin í allar
ættir, og vit vita ikki í dag,
hvar øll búgva.
Vit vilja tí á hendan hátt
siga tykkum frá tiltakinum,
og biðja tykkum um at
senda okkum navn og
bústað v.m.
Onkur er kanska sum ikki
sær hesa eftirlýsing. Tí
heita vit eisini á familju ella
vinfólk um at siga teimum
sum t.d. búgva uttanlands
frá hesari eftirlýsing.
Tit kunnu ringja til Helga
Joensen, tel. +298 217616.
mail: hvitanes@gmail.com
ella Frígerð Mouritsen, tel.
+298 315154 ella +298
583520. mail: frigerd@
kallnet.fo. Seinasta freist at
tekna seg er 1. november
2008.
Vónandi frætta vit skjótt.
Genturnar í 7.b skúlaárið
1966/67 vóru: Britta
Andrea Bendtsen, Edna
Cecilia Brockie, Hanna
Elisabeth Dam, Johanna
Elin Hammersheimb
Debess, Malena Mina
Enghamar, Anna Hansen,
Frígerð Hansen, Marna
Skylv Hansen, Annika í
Jákupsstovu, Marjun
Hanusardóttir Jensen,
Hallgerð Joensen, Bjørg
Súsan Larsen, Annvør
Laura Lávík, Marjun
Esther Lindenskov,
Borgarhjørt Kragesteen,
Ida Bendix Mikkelsen,
Guðrun Rein,
Súsanna Elna Joensen,
Edna Jacobina Simonsen,
Elsa Johanna Rasmussen,
Anna Maria Vilhelmsen,
Sunrið Berg Vilhelmsen,
Eyð Sigrun Vørðstein,
Kristina Enghamar, Súsan
Lind
Dreingirnir í 7.a
skúlaárið 1966/67 vóru:
Hans Andreas Dam, Høgni
í Dali, Sámal
Hammersheimb Debess,
Regin Hansen, Niels
Johannes Hansen, Ragnar
Hansen, Henrik Hilligsøe,
Helgi Joensen, Jógvan
Joensen, Jóanes Sekjær
Nielsen, Regin Herup
Olsen, Erik Krogh Olesen,
Snorri Poulsen, Steingrím
Samuelsen, Kolbein
Simonsen, Kenneth
Stampe, Ólavur Øster, Jón
Ellendersen og Michael
Detrekøy.
Næmingar í Sankta Frans Skúla hittast aftur