Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 139 - 22. juli 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Karl Olavus Dam úr Sumba, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi sunnudagin 20. juli, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Góði elskaði maður mín. Vil so fegin fortelja øllum, hvat tú hevði at týða fyri meg. Vit høvdu tað so gott sam­ an. Tú var so tolin, forstáiligur fyri okkum øllum. Tú vildi hjálpa, men megnaði ikki alt. Tú fór út um mark mangan. Vit vistu væl, at tú hevði nógva pínu at stríðast við, men tú sló tað henn. »Eg taki eina tablett fyri pínu, so eri eg klárur aftur«, so aftur til verka. Tú setti alt í stand áðrenn tú legði árarnar inn, takk fyri tað góði. Góði elskaði maður mín. Vit møtt­ ust í ungdómsins føgru tíð ­ nú skuldu vit hava gullbrúdleyp í novem­ ber, men Gud vildi tað annarleiðis. Tú hevur frá ungum av stríðst við likamliga pínu. Annars var tú sterkur, tolin og raskur ­ ein deiligur maður, pápi og abbi. Tú var stillførur, man visti ikki altíð hvar man hevði teg, tú var skemtingarsamur, hevði humor og tú elskaði okkum ­ okkara kær­ leiki var einastandandi. Vit høvdu tað »motto« aldr­ in at lata vreiðina fáa rúm. Seinri kom tú útfyri ólukku, sum gjørdi teg enn meira óarbeiðsfør­ an, men tú kom aftur á føtur, tó so tú kundi ikki halda á sum hond­ verkari, men kláraði teg sum best. Eitt afturat góði Vermund, vit hava bæði verið fyri nógvum missi. Næst Várharra takki eg tær fyri at eg kláraði tað. Vit komu ígjøgnum tað við Guds hjálp. Eg fekk ikki sagt tær farvæl góði, tí tú fór so knappliga ­ so ófatandi. Hvíl í friði elskaði til vit síggjast í himli. Kona tín Ikke før væven er standset, og skytten holdt op at slå, vil Gud tage tæppet til side og lade os rigtigt forstå: Hvorfor de mørke tråde såvel som de gyldne bånd var lige nødvendige for mønstret i Mesterens kyndige hånd! Minningarorð um mann mín Vermund Joensen Fødd í Hósvík tann 26. juni í 1933. Ein millum fimm onn­ ur systkin. Foreldur tykkara Óla Christian og Maria Djurhuus hava havt stóra ávirkan á títt lív. Tað er lætt at gita, tá ið ein hoyrir teg siga frá tínum barnaheimi. Áhugin hjá teim innan pol­ itikk, átrúnað og fyri einstaka menniskjanum tók tú við tær. Hesi áhugamál hava fylgt tær allan vegin og fylgja tær enn. Eins og tey, so ert tú eitt sera virkið menniskja. Tú hevur eisini altíð víst stóran áhuga í samfelagsligum spurningum og fyri tí ein­ staka menniskjanum. Tú les­ ur alt, tú fært fatur í. Ert altíð klár við eini hjálpandi hond til tey, sum hava hana fyri neyðini. Serstakliga dugnalig við hondunum og vælgjørd ert tú. At hoyra teg siga frá um, hvussu jól, skúli og annað var, tá ið tú vaks upp í Hósvík, er ein onnur verð. Ein upplivir, at tú hevur upplivað ein hóp av broyt­ ingum í allar mátar. Tí er tað altíð stuttligt at hoyra teg siga frá. Tú vart einans seks ár, tá ið kríggj varð. Sum 14 ára gomul fórt tú til Havnar at tæna hjá Óla Christian Skála. Har tókst tú við alt fyrifallandi: Ansa telefon, børnum osfr. Tú vart eisini í húspláss hjá Amandu Mikkelsen. Tú giftist vid Olaf í Nesinum (Simonsen) úr Nesinum í Vestmanna. Veit ikki hvussu lætt tað hevur verið, at bú­ sett seg í Nesi, sum fremm­ andur einans 20 ára gomul og gift vid sjómanni. Tó gekk tað væl. Tú hevði útvarpstól og dúguliga varð lurtað eftir norðmanninum til ÚF kom í 1957. Elektro­ lux bakarovnur við kókiplát­ um var ein dreymur fyrst í 60­unum. Slíkan fekst tú. Trý børn fingu tú og Olaf: Mariu, Per og Oddvør. Tú hevur seks ommubørn og fimm langommubørn. Tú fórt at læra teg at seyma hjá ”Miu á Heygum”. Ikki gekk long tíð, fyrr enn tú seymaði fyri fólk. Minn­ ist tú segði frá, um hvussu tað gekst tær við fyrsta tøj­ stykkinum, tú fekst frá pápa tínum, so tú kundi seyma okkurt ítøkiligt. Tá flentu vit hjartaliga. Men tú lærdi kynstrið og lærdi frá tær í kvøldskúlanum í Havn og á Argjum. Úti í Nesi hava nógvar góðar løtur verið. Minnist hvussu grindamenn­ irnir lógu sum sild í tunnu eftir stovugólvinum. Sjálvt um plássið var lítið, so varð altíð pláss fyri øllum. Tit fluttu á Argjar í 65. Mangan man tað hava verið svárt. Tú gjørdist einkja longu sum 49 ára gomul. Eisini misti tú mammu, ein beiggja, eina systur og svigardóttirna inn­ an eitt stutt tíðarskeið. Tá varð tungt at endurreisast. Men tú mentist. Í nógv ár hevði tú títt dagliga yrki á Landssjúkrahúsinum. Har treivst tú væl. Tú kemur har enn av og á. Nú gerast túrar­ nir helst færri, tá ið tú ert flutt frá Eirargarði, har tú annars hevur búð í mong ár. Sjúka hevur meint teg í fleiri førum síðstu 23 árini, men enn hevur tú ment teg. Væl dámar tær at síggja onnur lond. Nøkur eru tað vorðin til við árunum. Vónandi uppnært tú næstu ætlan. Hugsi altíð um teg á ólav­ søku. Tú ert ein av teim, sum altíð rokast nógv til hesa tíð. Ikki við at mála og hampa árunt hús, men við at leggja síðstu hond á ymisk pløgg til føroyska búnan hjá ymiskum fólki. Tá ið kapp­ róðurin byrjar, so er síðsta plaggið komið út um hurð­ ina. Tú merkir friðin koma saman við frásøgumanning­ ini hjá ÚF. Tú sigur vanliga, at tað er ólavsøka fyri teg. Nógv eru kotini, buksur­ nar, vestarnir, skjúrtini, fyri­ og turrikløðini, kýsar­ nir og møttlarnir tú hevur seymað og baldýrað. Onkur stakkur eisini. Hetta er fyrsta ólavsøkan, har ið tú ikki situr og ”kýt­ ur” teg. Tað er at vóna, at tú hesa ólavsøku fert tær ein túr gjøgnum Havnar gøtur. Lít runt teg og skoða øll tey pløgg, tú hevur virkað, sum hesar dagar fara at prýða um býarmyndina. Tær verð­ ur ynskt góða ólavsøku og hjartaliga tillukku við teim 75. Blíðan byr. Ein vinur Sonja í Nesinum 75 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá góða mamma, omma og vermamma okkara Marin Hansen andaðist og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir. Takk fyri alla hjálp til jarðarferðina og ervið. Somuleiðis vilja vit takka tí stóra skara, ið fylgdi henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Gunnar, Edvard, Anna Marna, Halldis og Vígdis Dagurin 23. juli. Appolinaris. Sigst at hava verið ferðafelagi hjá ápostlinum Pæturi og varð av honum sendur til Ravenna í Italiu sum trúboðari. Kunngjørt verður ætt og vinum, at kæri faðir okkara Tommy Vinther Kjærbo ættaður úr Vági búsitandi í Esbjerg andaðist hósdagin 17. juli, 46 ára gamal. Bønarhald verður í Jerne kirkju í Esbjerg hósdagin tann 24. juli kl. 12.30. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum í Havn sunnudagin kl. 14.00. Anita, Tummas, Bjartur og Bárður www.sosialurin.fo