týsdagur 22. juli 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 22. juli 2008
15
nøvn
Í morgin 23. juli letur
ein nýggjur PE handil
upp í hølunum, har
P. A. Restorff helt til
inntil fyrr í summar.
Handilin fer frá eini
handilsætt til eina
aðra ætt, sum hevur
havt havt handil í sjey
ættarlið í 152 ár
P. A. Restorff var ein av
teimum gomlu handlunum
í Havn, sum hevur verið í
sama stað síðan 1920.
Hóast handlar í hópatali eru
afturlatnir í Havn, hevur
hesin tó hildið tørn, tó
seinnu árini við øðrum eig
arum
enn
teimum
hjá
Restorff.
Nú er so Restorffnavnið
farið í søguna viðvíkjandi
hesum handli, men eitt
kent handilsnavn tekur við,
nevniliga PE.
PEnavnið er ein avlegg
ari av PW, sum stóð fyri
Petur Weihe í Søldarfirði.
Hetta er ein ætt, sum hevur
rikið handil í ikki færri enn
sjey ættarlið, og kann stutt
sigast um tey.
1. Andreas Djurhuus
(18001865):
Løgtingsmaður, keypmað
ur, kongs og óðalsbóndi í
Niðristovu, heimi á Bø á
Selatrað.
Andreas sat á Løgtingi
185459 og var sostatt ein
av teimum 16 fólkavaldu,
sum var við til at fáa Hin
Kongaliga Einahandilin av
tiknan
við
gildi
frá
01.01.1856.
Góðar 7 vikur aftaná,
nevniliga hin 22.02.1856,
fekk Andreas bóndi Djur
huus handilsloyvi á Sela
trað.
2. Lassin Weihe (1845
1924):
Løgtingsmaður, keypmað
ur, kongs og óðalsbóndi í
Niðristovu, heimi á Bø, á
Selatrað giftur við dóttir
undanmannin,
Andreas
bónda Djurhuus.
Handilsloyvið er dagfest
19.03.1877. Um tað leitið
bygdi Lassin sær nýggjan
handil í Dungansvík á Sela
trað. Handilin vaks skjótt;
og her var tey árini fiska
handil,
timburhandil
og
annar handil.
Lassin var umrøddur í
seinasta part av røðini
Hendur ið Sleptu. Hann var
systkinabarn Niels Holm,
sum búði hjá honum sum
ungur.
3. Hans Petur Weihe
(18681953):
Løgtingsmaður, keypmað
ur og reiðari í Søldarfirði
og eitt skifti kongsbóndi á
Niðristovugarði á Selatrað.
Hans Petur var sonur Lassin
bónda á Selatrað og flutti til
Søldarfjarðar.
Handilsloyvið er dagfest
28.09.1897.
Hans
Petur
hevði fjølbroytt handilsvirki,
reiðaravirki, fiskavirking,
timburhandil og vanligan
handil á Sandinum í Søldar
firði við úthandlum í
Lamba, á Glyvrum, á Skála
og við Norðskála. Hans
Petur var reiðari á ”Pilot”
og á ”Bjørn Ólafsson”.
Hann stóð fyri handils
virkinum í góð 28 ár.
4. Petur Weihe (1897
1967):
Keypmaður á Sandinum í
Søldarfirði við úthandlum
í Lamba, á Skála og við
Gøtugjógv. Petur Weihe
(yngri Weya) var sonur
Hans Petur Weihe (gamla
Weya).
Petur yvirtók handilsvirk
ið
aftaná
pápan
frá
01.01.1925. Í 1932 bygdi
Petur
Turkihúsið.
Petur
hevði eisini kafé og bilar
til persónsflutning og last
bilakoyring. Hann stóð fyri
handilsvirkinum í 34 ár.
5. Hans Erik Djurhuus
(f. 1928) og Hans Alberg
Weihe, sonur Peter Weihe,
(19371991):
Hans Erik, sum giftist við
Klaru, dóttir Petur Weihe,
og Hans Alberg, giftur við
Oddfríðu f. Hansen úr
Norðragøtu, tóku við í
1959 og róku handilsvirkið
í eini 35 ár. Herumframt
áttu teir skipið ”Havørnina”.
Hetta virksemi lat aftur í
1994. Oddfríða og Hans
Alberg doyðu bæði í bestu
árum.
Sætta og sjeynda
ættarlið taka við
Nú er tað Petur Eirik Djur
huus, sonur Klaru og Hans
Erik, sum rættuliga hevur
gjørt um seg. Sjeynda ættar
liðið er so synirnir hjá hon
um Bárður, Hallur og Hans
Jørgen, sum eisini eru við í
fyritøkuni.
Petur Eirik byrjaði sín
fyrsta handil í 1983 í Stoffa
lág í Havn. Hetta var undir
navninum PW. Hetta kom
tó ov nógv í bland við sama
handilsnavn í Søldarfirði.
Navnið verður so broytt til
PE. Hetta gekk hampiliga
væl, og i 2003 kom PE
handilin á Argjum. Nú fór
at ganga slag í slag. Í 2004
gjørdist handilin i Norðra
gøtu ein PE handil, í 2005
kemur PE á Skála, og í
2006 fóru teir heilt vestur
til Sørvágs, har tað eisini er
ein PE handil.
Nú er Petur Eirik so farin
oman í sjálvan miðbýin í
Havn. Hetta gera tey sjálv
sagt, tí tey trúgva uppá tað.
Men hetta er ein spennandi
avbjóðing. Her býr nógv
fólk, og her er nógv ferðsla.
Men hetta er eingin forðing
fyri at fara til handils í PE,
tí tað er bert eitt hanagleiv
oman á Skálatrøð við øllum
hennara parkeringsmøgu
leikum.
Tað er ein fyrimunur at
hava fleiri handlar undir ein
um hatti, tí tá er tað sera
nógv, sum kann verða sam
skipað betri. Afturat hesum
eru tey við í Samkeypketuni
við 24 handlum, sum eisini
gevur møguleika fyri sam
skipaðum og harvið bíligum
innkeypi. Tað ræður eisini
um, at hyllarnar verða altíð
væl uppfyltar, so kundin
ikki skal uppliva, at vørur
eru útseldar.
Hetta skal vera ein fjøl
broyttur handil fyri allar ald
ursbólkar, frá blæðum og
barnamati til tey smæstu og
til alt annað fyri tey, sum
eldri eru. Dentur verður
lagdur á feskan døgurðamat,
frukt, grønmeti og bakstur
til kappingarførar prísir. À
vøruprísunum er annars
nógv trýst fyri tíðina. Petur
Eirik hevur ikki upplivað
slíkan prísvøkstur í mong
ár sum júst nú. Hetta kemur
í hvussu er at herða kapp
ingina.
Ætlanin er at hava opið
kl. 723, tó leygardag frá
kl. 9. Hinvegin verður
stongt sunnudag. Tað leggur
ov nógv trýst á starvsfólkið
at skulla arbeiða sunnudag.
Stjórin er 19 ár
og ein knassi
Leiðari í handlinum verður
tann bert 19 ára gamli Bjør
gfinn Heinesen, sonur Sól
fríð og Ingolf, úr Norðra
gøtu. Hóast sín unga aldur
er hann royndur á økinum.
Hann var bert 13 ár, tá ið
hann byrjaði at hjálpa til í tí
handlinum í Norðragøtu,
sum seinni gjørdist PE
handilin har.
Hann hevur roynst væl, tí
hann var bert 17 ár, tá ið
hann fekk boðið leiðarastarv
í PEhandlinum á Skála. Tá
var hann ov ungur at hava
koyrikort, so hann mátti
taka bussin til arbeiðis. Á
Skála hevur Bjørgfinn eis
ini roynst væl, og nú er
hann saman við Petur Eirik
um nýggja handilin í Havn
Her hevur verið rættulig
rokan seinastu dagarnar at
fáa alt klárt. Bjørgfinn fær
eisini stuðul frá síni famlju,
og hon hevur øll verið við í
hesum rokanum, so alt kann
opna til tíðina. Familja er
heldur ikki so litil. Tey ery
sjey systkin + makar hjá
teimum flestu.
Í handlinum kemur Bjørg
finn at starvast fulla tíð
saman við einum lærlingi.
Teir eru nærum javngamlir.
Veruliga er Bjørgfinn enn
lærlingur á pappírinum, tí
hann fær ikki síni pappír
fyrr enn í august. Tað verða
so tríggjar konur, sum koma
at arbeiða fast parttíð.
Afturat hesum verða skúla
næmingar, sum koma at
arbeiða, so sum tørvurin
verður.
Opningsdagin
verður
sjálvsagt gjørt nakað nógv
burtur úr. Uttanfyri verður
ein pylsuvognur, har tað fer
at bera til at fáa ókeypis
pylsur og sodavatn. Bæði
hendan dagin og seinni
verða eisini góð tilboð.
Nú so nógv verður tosað
um ein deyðan og doyggj
andi miðbý, er tað hugaligt,
at tað eru tey, sum vilja
halda lív í býnum. Tí ræður
eisini um, at fólkið, sum
býr í miðbýnum, saman við
øðrum eisini stuðla einum
slíkum handli.
Nýggjur PE handil í Miðbýnum
Inni í handlinum. F.v. Petur Eirik Djurhuus, lærlingurin Eyðstein Jacobsen og Bjørgfinn Heinesen
Gamal handil í nýggjum hami