Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 139 - 22. juli 2008 ] Ungdómsvenjing og ski Tomislav Sivic segði tað so beinrakið sjálvur, tá hann takkaði fyri seg í føroyskum fótbólti. – Mær hevur dámað væl í Føroyum. Mær hevur dámað fjølmiðlarnar, og eg haldi eisini, at teimum hevur dámt meg, helt karismatiski jugoslavin fyri og smíltist skeivt. Tomislav Sivic telist millum litríkastu persónligheitirnar, sum hava verið í føroyskum fótbólti. Hann kom til Føroya í 1996, har hann royndi seg sum spælandi venjara hjá VB. Hóast vágbingar vónaðu betri úrslit enn fimta plássið í bestu deildini, so legði hann eftir seg eitt munandi betri skipað fótbóltsfelag. Áhugin fyri jugoslavanum var aðrastaðni alt fyri eitt. Eftir 35 ára oyðimarkargongd eydnaðist tað loksins aftur B36 at vinna føroyameistaraheitið í 1997 – venjarin æt Tomislav Sivic. Úrslitini sum venjari tala fyri seg. Men sum fótbóltsspælari var Tomislav Sivic serstakur. Fáur fótbóltsleikari hevði bóltførleika sum snarsinti miðvallarin. Eygað fyri spælinum hjá úrmælinginum var frálíkt. Hann stríddist og bardist allan dystin á tamb, og útvísingarnar vóru ikki fáar í tali. Tískil var tað eisini hóskandi, at Tomislav Sivic kom við omanfyristandandi sjálvironisku útsøgn, tá hann takkaði fyri seg í føroyskum fótbólti. Fótbóltur við stórum møguleikum Tað var í 2001 at Tomislav Sivic pakkaði síni ting, og fór av landinum. Tá hevði hann umframt VB og B36 eisini vant KÍ. Hann hevur sostatt royndirnar sum leikari og sum venjari. Hann kennir til spælið á og uttanfyri føroysku graslíkisvallirnar, og hann hevur sínar avgjørdu meiningar. – Tá eg kom til landið, var tað eingin, sum vandi seks ferðir um vikuna. Eg var tann fyrsti, sum førdi tað inn, greiðir Tomislav Sivic frá úr telefonini úr Ungarn, har hann júst hevur vunnið felagið Kecskeméti TE upp í bestu deildina. – Føroyingar dáma væl fótbólt. Og fótbólturin í Føroyum hevur eisini potentiali, men men tað eru fleiri trupulleikar, sum mugu loysast, áðrenn hetta verður útlivað, ger Tomislav Sivic greitt. Vantandi ungdóms­ venjing Fótbóltsspælarin og venjarin Tomislav Sivic eru rættiliga líkir. Jugoslavin er snarsintur, framsøkin og krevur nógv av viðleikarum. Hesin hugburðurin vantaði av álvara í føroyskum fótbólti, og saman við øðrum útlendingum nær um kollvendi hann føroysku áhugaleikararnir. – Fólk mugu síggja, at vit brúka ov lítið av tíð og orku upp á menningina av ungum leikarum. Tað er í ungu árunum, at alt tað grundleggjandi skal koma upp á pláss. Leikararnir mugu vita, hvat er rætt, og eg eri av tí sannføring, at fólk skulu heldur gevast at spæla fótbólt, enn at tey vera skeivt upplærd, sigur Tomislav Sivic avgjørdur. Hann undirbyggir sítt uppáhald við at siga, at tað er ógvuliga trupult – fyri ikki at siga ógjørligt – at rætta upp á ein spælara, sum er skeivt uppaldur á fótbóltsvøllinum. Negativ útlendsk ávirkan Saman við Velibor Kopurnovic var Tomislav Sivic fyrsti jugoslavin í føroyskum fótbólti nakrantíð. Honum dámdi væl í Føroyum, og hann treivst bæði á og uttanfyri vøllin. Kortini heldur hann, at føroyingar skulu ansa eftir ikki at taka ov nógvar útlendingar inn. – Tað eru alt ov nógvir útlendskir leikarar og venjarar í Føroyum, og hesum skulu føroyingar ansa eftir. Tí, tey sum koma úti frá, skulu ikki bara vera betri, men nógv betri enn føroyingar. Hetta er galdandi bæði fyri leikarar og venjarar, sigur Sivic. Hann ger tó vart við, at útsagnir hansara hava støði í tí veruleika sum var í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, og at hann ikki hevur heilt sama innlit í føroysk fótbóltsviðurskifti longur. Tað eru tó fleiri, ið áður hava verið inni á sama vandamálið. Millum annað landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen, tá hann á tíðindafundi í vár metti, at tað vóru ov nógvir útlendskir leikarar í føroyskum fótbólti, sum ikki vóru betri enn føroyska tilfeingi, vit hava her á klettunum. Ov fá krøv Ein annar trupulleiki í føroyskum fótbólti er, sambært Tomislav Sivic, at alt ov fá Føroyskur fótbóltur hevur potentiali, men tað eru fleiri trupulleikar, sum mugu loysast, áðrenn hetta verður útlivað, sigur Tomislav Sivic, sum seinast í nítiárunum merkti seg sum ein av fremstu venjarunum í føroyskari fótbóltssøgu