týsdagur 22. juli 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 139 - 22. juli 2008 ]
paði viðurskifti
krøv vera sett til leikararnar. Og hetta
kemst av, at leiðslurnar í feløgunum ikki
eru nóg sterkar. Tomislav Sivic minnist
tað serliga sum, at tað vóru feløgini
uttanfyri høvuðsstaðin, sum ikki dugdu
nóg væl og vóru ov lítið professionel, og
tískil ikki stóðu seg í kappingini.
– Men sjálvandi vóru undantøk, og
tað síggja vit millum annað sera væl í
EB/Streymi í dag, vísir Tomislav Sivic á.
Hevði vinnarar á liðnum
Hetta við at seta krøv, er á ongan hátt
fremmant fyri Tomislav Sivic Hann kravdi
nógv av sínum leikarum, men teir fingu
eisini nógv aftur. Og á vøllinum sást
úrslitið av miðvísa arbeiði hansara, tí tey
bæði síðstu árini í B36, har liðið endaði
nummar trý, spældu teir kanska besta
fótbóltin í landinum.
Á hesum liðið hevði Tomislav Sivic
eisini nakrar heilt serstakar menn. Óli
Johannesen, John Petersen og Julian
Johnson vóru millum teirra. Seinni
royndu hesir seg allir uttanfyri klettarnar.
Tomislav Sivic nevnir eisini fleiri aðrar,
og lýsir hesar leikararnar sum vinnarar.
Sum menn, ið vildu arbeiða hart fyri at
røkka úrslitum.
– Tað sást eisini aftur á landsliðnum,
har hesir mans spældu og eisini fingu
góð úrslit, vísir Tomislav Sivic á.
Venjaratrupulleikin var
stórur
Tá Tomislav Sivic var í Føroyum, smæddist
hann ikki fyri at siga sína meining.
Millum annað langaði hann einaferð út
eftir føroysku venjaraútbúgvingini.
– Tað er næstan so, at tú fert á skeið
í tríggjar dagar, og tá tað er liðugt, so
hevur tú fingið prógv, segði Tomislav
Sivic við Sosialin 14. juli 1999. Hesa
útsøgn stendur hann fast við í dag. Í
dag er veruleikin tó ein annar, og tað er
Tomislav Sivic greiður um. Hann nevnir
síðani fleiri venjarar, sum hava nomið sær
útbúgving síðani hann fór av landinum,
og tekur millum annað Jógvan Martin
Olsen, Sigfríð Clementsen og John
Petersen fram sum evnaríkar venjarar.
Vil ikki ráðgeva
Spurdur um, hvørji góð ráð hann kann
geva teimum, sum vara av føroyskum
fótbólti, svarar Tomislav Sivic, at tað vil
hann helst sleppa undan.
– Tað verður undir øllum umstøðum
ógvuliga trupult hjá mær, tá eg ikki havi
verið í Føroyum síðani 2001. Men eg
síggi heldur enn fegin eina framgongd í
føroyskum fótbólti, sigur hann fryntliga
úr horninum úr Ungarn.
Uni Holm Johannesen
Rólant Waag Dam
Føroyar eru næst vánaligasta landslið í Evropa. Vit hava
ikki fingið nakað stig í hvørki EM- ella HM undankapping
síðan 2004. Seinastu árini hava vit raplað niður eftir
styrkislistanum hjá FIFA. Í løtuni liggja vit nummar 195
– bara 12 lond eru aftan fyri okkum.
Sosialurin varpar komandi vikurnar ljós á keðiligu gongdina.
Vit leita eftir orsøkunum til, hví tað gongur so illa í hond og
spyrja hvat skal til fyri at venda óhepnu gongdini?
Í blaðnum hósdagin
verður prátað við
Kurt Mørkøre um
sama evni
– Tað eru alt ov nógvir útlendskir
leikarar og venjarar í Føroyum, og
hesum skulu føroyingar ansa eftir.
Tí, tey sum koma úti frá, skulu ikki
bara vera betri, men nógv betri enn
føroyingar.
Savnsmyndir