Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 139 - 22. juli 2008 ] Øll tann gamla nevndin í B36 legði frá sær í gjár, og nýggja nevndin er mannað við Kristjan á Neystabø, Kjartan Mohr og Edvard Heen FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 23 fólk vórðu møtt á eyka­ aðalfundinum hjá B36, sum var í B36­húsinum í gjár­ kvøldi. Øll tann gamla nevndin legði frá, og nýggj nevnd varð vald. Í nýggju nevndina komu Kristjan á Neystabø, Kjartan Mohr og Edvard Heen. Tltakslimur er Magnus Hansen. Í morgun tosaðu vit við nývalda formannin. – Eg havi ikki verið burt­ ur sum so, tí eg havi verið við at skipa Formuladeild felagsins sum sjálvstøðuga í felagnum seinastu trý árini. Tað hevur gingið væl, og er við at vera liðugt, greiðir Kristjan á Neystabø frá. Hann sigur, at nú gamla nevndin legði frá sær var brúk fyri eini nýggjari, og har hevur hann so játta at hjálpa til. Men er tað ikki óvanligt, at ein heil nevnd leggur frá sær mitt í einum kappingar­ ári? – Jú, tað er óvanligt, men tað hevur so sínar orsøkir, sigur Kristjan á Neystabø, sum ikki ynskir at koma nærri inn á, hvørjar hesar orsøkir eru. Keðilig fíggjarstøða Kristjan á Neystabø var for­ maður í B36 í 20 ár, áðrenn hann legði frá sær fyri trim­ um árum síðani. Tá var B36 ríkasta felagið í landinum, og eginognin taldi fleiri milliónir krónur. Men tey bæði síðstu árini hevur tað hildnast illa hjá B36 reint fíggjarliga – hetta hóast felagið hevur spælt seg víðari í bæði UEFA Cup og Champions League. Nakað sum flestum kunnugt kastar nógvar pengar av sær. Men tá vit spyrja Kristjan á Neystabø um fíggjarligu støðu felagsins, hevur hann ikki stórvegis viðmerking­ ar. Tað man tó lítil ivi vera um, at Kristian á Neystabø skal inn at bjarga B36. Við sær hevur hann Kjartan Mohr, sum eisini hevur drúgvar royndir í felagnum, umframt Edvard Heen, ið er stjóri í Tryggingarfelag­ num Føroyar, og er sostatt vanur at arbeiða við krónum og oyrum. Spurdur um vit kunnu rokna við, at Kristjan tekur enn eitt 20 ára skeið sum formaður, svarar Kristjan flennandi, at tað heldur verður 20 mánaðir hesa ferð. Vert er eisini at leggja merki til, at ein lógarbroyt­ ing eisini var á skránni á aðalfundinum hjá B36 í gjár. Henda gevur starvs­ nevndini heimild til at skipa besta lið felagsins í eitt partafelag/smápartafelag. Hetta helst fyri at fyribyrgja, at fíggjarligir trupulleikar koma at raka Formula­ hópin. Fegin um at koma »heimaftur« - Eg havi havt fimm góð ár í HB, men eg eri uppaldur í B36, og tí kennist hetta sum at koma heimaftur, sigur Jákup á Borg FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Søgurnar gingu og klokkan 21.48 í gjárkvøldið vórðu tær alment váttaðar. Jákup á Borg skiftir úr HB til B36. Kappingarárið í ár hevur Jákup ikki trivist eins væl í HB, sum hann gjørdi eitt nú í fyrraárið, tá hann varð kosin ársins spælari í føroyskum fótbólti, og eina tíð hevur ljóðað, at eitt skifti var ávegis. Sjálvur leggur Jákup tó dent á, at hóast hann gleðir seg til nýggju avbjóðingina, so hevur hann havt nøkur góð ár í HB, har hann millum annað var liðformaður eitt skifti. Við Rás2 segði Jákup á Borg í dag, at tú sum leikari ikki er við til at stýra øllum. – Í hesum førinum ynskti B36 at yvirtaka meg, og HB játtaði og vildi av við meg, segði hann við Rásina. Við Portalin í gjárkvøldið fegnaðist Jákup á Borg eisini um avtaluna, feløgini bæði høvdu fingið í lag. – Tá feløgini samdust um treytirnar sínamillum, var restin upp til mín og B36. Og eg eri fegin um, at vit fingu tann partin í rættlag. Men eg havi havt fimm góð ár í HB og tey minnist eg fegin. Hinvegin eri eg upp­ aldur í B36, og tí er hetta sum koma heimaftur, segði Jákup á Borg við Portalin í gjár. Tá Rás2 hevði Jákup á Borg á orði í dag, varð hann eisini spurdur, um keðiligu úrslitini hjá HB í ár, og tað, at hann varð frátikin sum liðformaður, hevði nakað við hansara skifti at gera. – Sjálvandi ávirkast tú av slíkum. Men eg royndi at skúgva tað til viks, og tað er heldur ikki orsøkin til, at eg nú valdi at skifta, gjørdi Jákup á Borg greitt. Tað eru fimm ár síðani, at Jákup á Borg seinast var at síggja í B36- búnanum Savnsmynd Gamla gardan skal bjarga B36 Kristjan á Neystabø ásannar, at tað er óvanligt at ein heil nevnd leggur frá sær mitt í einum kappingarári Tryggingarfelagið stuðlar Hvirluni Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt avtalu við Ítróttafelagið Hvirluna um at verða høvuðssponsor hjá felagnum komandi tvey árini. Hvirlan er felag, sum er stovnað fyri at menna áhugan fyri frælsu ítróttirnar – í breiðasta týdningi – millum børn og ung. Hetta verður gjørt við at geva so nógvum børnum sum gjørligt møguleikan fyri at fáa eina fjølbroytta venjing, soleiðis at tey hvørt tey mennast bæðið sum menniskju og ítróttarfólk kunna byrja at venja meira málrætta innan einstøku greinarnar, og harvið blíva ein tíðandi partur av framtíðar elituni innan føroyskan ítrótt. Hartvig Joensen venja StíF Hartvig Joensen var í gjárskvøldið kunngjørdur sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StíF. Tað skrivar heimasíða felagsins. Signhild Petersen, sum sjálv spælur við, fer at hjálpa til við venjingunum, og hon skal ætlandi standa á odda fyri kropsligu venjingini. Hetta við serligum atliti til skaðafyribyrging. Málsetningurin hjá nýggja venjaranuk er at fáa ein breiðan hóp av leikarum, sum skulu standa seg millum tey ovaru liðini í SunSet­kappingini. Besta kvinnuliðið hjá StíF endaði í farna kappingarári á fimta og næstseinasta plássinum.