týsdagur 22. juli 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 Sosialurin 22. juli 2008
2008
A
ftur hesa ólavsøkuna er tað okkum í høvuðs
staðnum ein stór gleði at kunna bjóða øllum
okkara mongu gestum vælkomin til Havnar. Hesar
dagarnar vilja vit sýna okkara gestablídni og lata
dyrnar upp á víðan vegg, so øll skulu kenna seg væl í
Havnini – eisini á ólavsøku.
Ólavsøkan er við sínum mongu innan og uttandura
tiltøkum landsins størsta fólkaveitsla, sum aftur hesa
ferð endar á Vaglinum ólavsøkukvøld, har føroyingar í
túsunda tali lata rødd sína brúsa í góða samklanginum
og soleiðis røkja henda týðandi part av mentanararvi
okkara, sum felagssangurin er.
Eisini í ár verður roynt at fáa eina so góða og lokkandi
skrá setta saman sum gjørligt, so at okkurt skal vera
til øll. Helst er tað heldur ikki ov nógv gjørt av, um
sagt verður, at hesa ferð verður gjørt uppaftur meira
burturúr, so bæði vit og allir ólavsøkugestirnir fáa eina
góða uppliving.
Tað er upp til okkum politikarar at skapa karmarnar,
so virksemi av ymsum slagi fær verið. Tíbetur hava
vit eisini hópin av sonnum eldsálum, sum bæði í
ítrótti, mentan, samkomulívi og øðrum høpi gera sítt
allarbesta fyri at fylla karmarnar út, so tilboðini eru
bæði mong og góð.
Samstundis kunnu vit fegnast um, at tað grør um
gangandi fót í Havnini. Vágsbotnur er perlan við
café, sølutorgi og tónleiki, og so hava vit eisini fingið
Reinsaríið sum spælistað. Harafturat verða bæði
tónleikur, sangur, dansur og annað undirhald á stórum
palli í Gamla Kommunuskúlagarðinum.
Ynski mítt fyri hesa ólavsøkuna skal vera, at vit fáa
nakrar góðveðursløtur í Havnargøtum og býnum ann
ars, so allir føroyingar kunnu njóta sín høvuðsstað í
hugnaligari samveru við familju, vinum og kenningum.
Á ólavsøku skulu vit leggja gerandisdagin til viks og
bara njóta og hava tað gott.
Í høvuðsstaðnum eru vit til reiðar at taka ímóti mongu
ólavsøkugestunum, bæði av bygd og bý, og skal
tað vera mín vón, at vit aftur í ár fáa eina góða og
hugnaliga tjóðarhátíð. Tað er mær ein heiður og gleði
at bjóða tykkum øllum vælkomin til Havnar, og kennið
tykkum nú sum heima!
Heðin Mortensen, borgarstjóri
Vælkomin á ólavsøku
Vælkomin til Havnar,
kennið tykkum nú sum
heima!’’
Mynd: Jens Kristian Vang