Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 143 - 28. juli 2001 Nr. 143 - 28. juli 2001 3 Tað eru nú nærum ein mánaði síðani, at boðini frættust um, at Eyðun brádliga var deyður. Enn er tó torført at fata, at ein so frískur og sunnur mað- ur sum Eyðun alt ov tíð- liga varð tikin frá sínum kæru. Eg kom at kenna Eyðun, tá ið hann mitt í sjeytiárunum kom saman við mostur mínari Ásu. Mítt fyrsta minnið um hann var hansara velduga stóra motorsúkkla, ein silvurblá BMW 1.000 kubikk. Eg minnist, at vit dreingir í grannalagnum høvdu nógv fragd av at ímynda okkum tey avrik, ið kundu fáast frá hondini við einari so stórari motorsúkklu, og tað var ikki sørt, at eg var eitt sindur stoltur av at standa eigaramanninum nærri enn hinir dreingirnir. Onkra hendingaferð hendi tað seg, at eg slapp ein koyritúr saman við Eyðuni á hesi veldugu maskinuni. Hugsi serliga aftur á, tá Eyðun royndi at sannføra meg um, at eg, tá ið vit rundaði eitt vegahorn, skuldi leggja meg á liðina á sama háttt, sum hann gjørdi saman við súkkluni, tí annars kundi tað blíva galin endi við balansuni. Lukkutíð vigaði man tá ikki so nógv, og tí gjørdi tað nokk ikki stóran mun, at man ikki tordi at leggja seg so nógv á liðina. Hendan dýrdardagin, tá ið ein stórur skari av familju, vinum og kenn- ingum fylgdu Eyðuni til hansara seinasta hvíldar- stað - sólin skein oman og niðan - nevndi Bjarni Bæk, prestur, í Dómkirkj- uni, at Eyðun hevði serligar eginleikar, tá ið at hjálpa øðrum um ráddi. Har tað bar honum til, og har ið hann kundi hjálpa, har hjálpti hann til. Og eg ivist ikki í, at starvs- felagarnir hjá Eyðuni í Keypssamtøkuni, har ið hann starvaðist ein mans- aldur, mangan kendu, at hann var ein góður starvs- felagi og vinur. Eg sannaði hjálpsemið og umhugsnið hjá Eyðuni fyrstu ferð, tá eg var um 13 ára gamal. Hjá nógv- um ungum fólkum kann hetta vera ein aldur, har ið ikki altíð liggur so ræðið fyri at skilja tilveruna og hennara háttalag. Eyðun skilti hetta og beyð mær tá at koma við sær at lyfta vektir í Róðrarneystinum úti í Álakeri. Í mínari verð var tað stórhending, at Eyðun vísti hetta umhugsni, álit og tilboð um vinskap. Og tað hevði stóran týdning fyri meg um hetta mundið at fáa ein vaksnan vin- mann. Í fleiri ár lyftu vit saman í tí ofta kalda og fuktiga neystinum saman við øðrum ungum sterk- um monnum, til Bragdið flutti niðan á Spógva- vegin. Tað var mangan hugnaligt - og eisini ráligt í tí rama sveittaluktinum og hvíta talkumstøvinum - at vera partur av hesum "sterka" felagsskapinum saman við Eyðuni. Vit sóust ikki ofta tey nógvu seinastu árini, men tá vit møttust var tað ongantíð nakar trupul- leiki at finna tónan aftur. Har varð skemtað og prátað um alt møguligt, men talan fall tó oftast á ítrótt og venjing. Og vit stuttleikaðu okkum við útlegging av, hví Eyðun gavst við vektlyftingini. Eg plagdi at arga hann við, at hann gavst beint áðrenn, eg kláraði at lyfta meira enn hann. Tá kundi hann ikki lata vera við at læa, og í hansara lívligu eygum sást týðuliga, at hann skemtaði sær. Lukkutíð hevði Eyðun lætt til láturs, og eg ivist ikki í, at hetta kom hon- um til góðar, tá ið hann var fyri mótgangi. Onkuntíð hugsar man um tað órættvísa í, at summi eftir øllum skulu rakast harðari enn onnur, og ikki kann sigast, at lívið altíð var ein dansur á rósum hjá Eyðuni. Men hann lat seg ikki sláa út, og eg ímyndi mær, at Eyðun hevði gjørt upp við seg sjálvan, at óansæð hvat og hvussu, so eigur man at stríðast fyri at koma víðari. Hansara luttøka í súkkluítróttini var eftir mínum tykki eitt prógv um hetta. Eg eri glaður fyri, at eg - tá ið vit hittust seinastu ferð - fekk sagt Eyðuni, at eg hevði stóra virðing fyri hansara súkkluítrótt og avrikum. Ta ferðina var sjálvandi eisini rúmd fyri eitt sindur av skemti, og so- leiðis fekk eg gjørt hann varugan við, at hann plagdi at vera meira bul- mikil, tá vit báðir mitt í áttatiárinum plagdu at standa og fylla út í hurð- ini í Discotheque Dallas. Eyðun var avhildin millum sínar súkklufelag- ar í Havnar Súkklufelag, og tað var gott at síggja, at føroysku súkklararnir og hini føroysku ítróttar- fólkini á Oyggjaleikunum á Isle of Man mintust Eyðun. Eyðun skuldi havt verið abbi fyri aðru ferð í sep- tember, tá ið elsta dóttirin Bjørg skal eiga. Í fjør bleiv hann abbi fyrstu ferð, tá ið Bárður bleiv pápi at einari gentu. Tor- ført er at ímynda sær, hvussu tað man kennast hjá Bjørg og Bárði longu at hava verið fyri so svárum missum, eins og tað er tórført at ímynda sær saknin, sum Helgi og Hanna mugu kenna av at hava mist pápan á so ungum árum. Tit systkini hjá Eyðuni, Rannvá og Rógvi og tykkara børn, hava eisini mist ein góðan beiggja, mammu- og pápabeiggja. Í einari slík- ari løtu kunnu troystandi orð tykjast fátøk og einki- sigandi, men minnini hava tit øll eftir um eitt gott menniskja, sum sjáldan spardi seg sjálvan. Eg fari at lýsa frið yvir minnið um Eyðun Poul- sen við at endurgeva yrk- ingina Við tjarnareyga eftir Magnus Dam Jacob- sen: Sat eg við tjarnareyga sæla skýmingsstund. Fjart hoyrdist suð av veingjum, nú nærkast náttin við skund. Og meðan dagur hvørvur í myrkursins djúpu hond, legst tøgn yvir mannabýli og fuglar, sum blunda í nánd. Fjart úr kvirruni hoyrist dunið av Havnará. Brátt stjørnur á himni tendrast - ei vakrari mynd eg sá. Hvíl í friði. Niels Juel Minningarorð um Eyðun Poulsen f. 24. februar 1954, d. 1. juli 2001 Klaksvíkar býráð hevur biðið um fund við lands- stýrismannin við sam- ferðslumálum, so støðan á Lorvíksfjarðaleiðini kann viðgerast. Enn er eingin fundur komin á skránna, men Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, hevur lovað býráðnum í Klaksvík, at fundur verður um málið í august mánaði. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sendi fyri góðari viku síðani landsstýrismannin- um bræv, har hann bað um ein fund. Orsøkin er, at klaksvíkingar eru ikki nøgdir við farleiðina um Lorvíksjfjørð. Ferðslan er nógv vaksin seinnu árini, og strand- faraskipið Dúgvan klárar ikki at nøkta tørvin sum er. Undirsjóvartunnil skal ætlandi gerast um Lor- víksfjørð, men Klaksvíkar býráð heldur, at okkurt má gerast við farleiðina bein- anvegin, tí tað ber ikki til at hava Dúgvuna siglandi, meðan bíðað verður eftir fasta sambandinum. ek Fáa fund í august mánaði Hóast tingmaðurin, Hendrik Old, alment hevur boðað frá, at hann fór at mótmæla skrúgonguni og ting- fundinum ólavsøku- dag, verður hann kortini við til skrúð- gonguna ÓLAVSØKUTING John Johannessen Løgtingið verður sett sunnudagin, ólavsøkudag, hóast fleiri hava mótmælt, at tingið skal byrja arbeiðs- árið ein sunnudag. Og tingmaðurin, Hendrik Old, sum alment hevur boðað frá, at hann hvørki fór at vera við til skrúð- gonguna ella sjálvan ting- fundin, verður kortini at síggja í skrúðgonguraðnum frá tinghúsinum í dóm- kirkjuna á ólavsøku. – Eg standi fast við, at tað er rúkandi skeivt at fara á tingfund ein sunnudag. Tí ætli eg mær framvegis ikki at møta til tingfundin. Men eg havi kortini valt at vera við í skrúgonguni og til guðstænastuna, av tí at talan er um eina kirkjuliga handling, sigur Hendrik Old. Hendrik Old sigur seg hava kannað eftir, hvussu ofta ólavsøkudagur er fallin á ein sunnudag, meðan hann hevur verið ting- maður. Hann hevur funnið út av, at tað er hent tvær ferðir. Og tá hevur hann verið við til skrúðgonguna, men tingið er ikki sett fyrr enn dagin eftir. Ólavsøkuskrúðgongan: Hendrik verður kortini við Seinastu tíðina hevur bygningurin við Tryggingarfelagið Føroyar í Havn staðið í gerð. Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingini, sigur ætlanina vera, at øll starvsfólkini í Havn skulu savnast á einum staði UMBYGGING Heini í Skorini Seinastu tíðina hava flestu havnarfólk uttan iva varn- ast, at stórt umvælingar- arbeiði fer fram niðri á Kongabrúnni, og at Kopar- gøta av tí sama er stongd. Orsøkin til hetta er stórt umvælingararbeiði, sum Tryggingarfelagið Føroyar er í holt við at gera, og er hetta einki minni enn eitt stórarbeiði, sum í løtuni stendur í gerð. Í løtuni hevur Tryggingin høli uppi á Hálsi í Havn í bygninginum hjá gomlu Brunatrygging, meðan høvuðsbygningurin er á Kongabrúnni. Eftir ætlan skal alt virksemi savnast niðri á Kongabrúnni, tá umvælingararbeiðið er liðugt. Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingini, sigur, at tað er ein stórur fyrimunur at hava alt samlað, enn at hava ymisk hølir kring Havnina. - Vit eru ikki fleiri ar- beiðsfólk enn so, at vit kunnu hava alt á einum staði. Tað er ein stórur fyrimunur, og tað sakna vit hvønn dag, sigur Gunnar í Liða. Alt arbeiði umleið tvey ár Í løtuni standa tríggir bygningar í gerð, og er tað eitt stórt arbeiði, sum Tryggingin er farin undir. Tað verður arbeitt í trimum húsum ella bygningum samanlagt. Í hølunum omanfyri handilin Niels l. Arge og við síðuna av verður eisini arbeitt. Hesin bygningur verður vanliga nevndur Geilin, og er tað fyrrverandi høli hjá Gjald- stovuni. Aftanfyri júst nevndu høli er tað, sum vanliga verður rópt kamars- bygningurin, eisini í gerð. Navnið kemst av, at fyrr varð hesin bygningur nýttur til hotelkømur. Eftir at hesir tríggir bygn- ingar eru lidnir, er ætlanin eisini at gera eitt sindur við verandi bygning hjá Trygg- ingini. Ein føst tíðarætlan er løgd til hetta arbeiði, og tað fara at ganga umleið tvey ár, til alt arbeiði er liðugt. Byggingin fer fram í fleiri etapum ella stigum, og tískil verður liðugt so hvørt við ymisku hølini. Sostatt fara úrslit at síggjast so líðandi, meðan alt ar- beiðið samanlagt fer at taka umleið tvey ár. Gunnar í Liða sigur, at sum tað sær út til í løtuni, fer Kopargøta aftur at vera gjøgnumkoyrandi í oktober mánaði. So vakurt sum gjørligt Gunnar í Liða sigur, at tey á Tryggingini leggja sera stóran dent á, at tað verður so vakurt sum gjørligt, tá liðugt er at umvæla. - Vit ætla at gera bygn- ingarnar og umhvørvið so vakurt sum gjørligt, og eg vænti, at eftir umbygging- ina verður nógv vakrari enn frammanundan. Gunnar í Liða sigur, at ætlanin ikki er at gera fasaduna á øllum bygningunum eins, tí so tykist tað at vera ein veld- iga stórur bygningur, sum ikki tosar við húsini kring seg, og sum ikki er serliga hugaligur á at líta. - Hóast vit byggja húsini saman, ætla vit, at hvørt húsið skal varðveita sítt serliga snið og sjarmu, hóast ein eisini skal síggja, at alt hoyrir saman, sigur Gunnar í Liða. Tá arbeiðið er liðugt, verður væl at merka meiri pláss at rúmast í hjá starvsfólkunum á Tryggingini. - Handlarnir vera í neðra í húsunum, og so fara vit at nýta nýggju hølini til skrivstovur hjá starvsfólk- um okkara. Gunnar í Liða væntar, at eftir umbyggingina verður nógv vakrari, og at tey síggja fram til, at ætlanin við byggiarbeiðinum verð- ur fullfíggjað. Tryggingin í Havn á einum staði Alt arbeiði hjá Tryggingarfelagnum Føroyar verður væntandi liðugt um umleið tvey ár, og so verða øll arbeiðsfólk flutt oman á Kongabrúnni at arbeiða Mynd: Jens K. Vang C M Y K 3 2