týsdagur 22. juli 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. juli 2008 27
2008
avsøku
bókin. Birgar Johannesen er stedigur,
og hann hevur gjørt eitt risaarbeiði
við at savna tilfar, og Justinus tekur
sum dømi at Birgar Johannesen hevur
savnað Føroya størstu konfirmant
samling.
Onnur bókin um Havnina er
viðkomandi fyri tey vaksnu og serliga
fyri okkum, sum eru komin so mikið upp
í árini, at tað alvorliga er farið at halla
hinvegin. Ein stórur partur av hesum
fólkum, sum Birgar sýnir fram eru
samtíðarmenniskju hjá einum rættiliga
stórum parti av dagsins føroyingum,
sigur Justinus í fororðunum til nýggju
bókina.
Í huganum alt døgnið
Spurdur um tað hevur verið einsligt
at arbeiða við bókunum, sigur Birgar
Johannesen, at hann ein stóran part av
tíðini er úti hjá fólki og innheintar tilfar,
men hann hevur eisini brúk fyri at sita í
friði og skriva inn og legga alt í system.
Høvundurin sigur sjálvur, um tíðina
hann hevur arbeitt við at savna tilfar
og við at leggja bókina tilrættis, at
bókin er í huganum alt samdøgri,
og hann allatíðina heldur eyga við
nýggjum upplýsingum, sum hann kann
brúka. Alt, sum hann savnar inn av
tilfari, verður goymt í mappum, sum
fáa eitt nummar, tað veri seg persónar,
handlar, stovnar og so framvegis,
soleiðis at tað er lætt at finna aftur, tá
hann hevur brúk fyri tí.
Hann hevur frá byrjan av lagt ein
leist, sum gongur gjøgnum báðar
bøkurnar. Hetta er gjørt soleiðis, at
lesarin fær alt tað neyðuga at vita við
stuttum teksti og góðum myndum.
Fleiri enn 1000 myndir
Birgar Johannesen sigur, at bøkurnar
hjá honum eru eitt gott útgangsstøði
hjá øðrum, sum í framtíðini koma at
skriva um Havnina, tí tær innihalda eina
rúgvu at fakta og eru bygdar á skrivligar
keldur.
Í nýggju bókini, sum er prentað í
6.000 eintøkum, eru yvir 1.000 myndir.
Í báðum bókunum eru fleiri enn 8.000
fólk nevnd. Aftast í nýggju bókini er listi
í bókstavarað við øllum nøvnunum, og
víst er til síðutal, har tey eru umrødd.
– Tað hevur verið strævið at arbeitt
við hesum báðum bókunum, men
samstundis ein fragd, tí eg brenni fyri
sakini, sigur Birgar Johannesen, sum
leggur afturat, at hann og konan, Elsa,
hava arbeitt sum eitt team, og hevur
hetta gjørt arbeiðið munandi lættari.
Birgar um Havnará
Birgar Johannesen er heitur talsmaður
fyri at lata ein part av Havnará upp
aftur frá har sum kioskin á Vagli
num stendur í dag og oman til gamla
Apotekið við eini brúgv frá Avhalds
brekkuni og yvir á Tinghúsvegin.
– Í dag letur alt seg gera. Tað skuldi
ikki verið nakar trupulleiki at latið ein
part av ánni upp aftur. Í turrveðri kundi
ein demningur verið í ánni, eins og gjørt
varð áðrenn áin varð løgd undir heilt, og
regndagar kundi áin verið ein froðandi
fossur.
– Áin kundi verið eitt satt prýði
fyri býin og við tíðini verið til eitt
sereyðkenni fyri Havnina. Uttan iva
kundu nógvir høvuðsstaðir hugsað sær
at havt hendan møguleikan – at havt
eina rennandi á mitt gjøgnum hjartað í
býnum, sigur Birgar Johannessen.
____________________________
Tekstur: Magnus Gunnarsson
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd av Vaglinum í 1922. Sama árið sum fyrsti bilurin kom til landið. Leggið til merkis at ein brúgv gongur av Avhaldsbrekkuni og yvir í
Tinghúsvegin
Hendan myndin er frá fyrst í 50-unum. Áarvegurin er innilokaður
frá Kongabrúnni og niðan á Vaglið. Á hesi myndini sæst at
demningurin er í brúk
Havnará fer undir heilt. Hetta arbeiðið varð gjørt liðugt í 1957, og
samstundis varð vegurin breiðkaður