týsdagur 22. juli 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44 Sosialurin 22. juli 2008
2008
Ólavsøkukonsertin, soleiðis sum
vit kenna hana, er næstan ikki til
at kenna aftur. Hvørki plaseringin,
tíðspunktið ella fyriskipanin av henni.
Kommunuskúlagarðurin, sum hevur
verið karmur um konsertina, so leingi
man minnist, er boykottaður, og nú vera
tað hugnaligu umstøðurnar í Tórsgøtu,
ið skulu hýsa konsertini. Dagfestingin
»27. juli«, sum man hava brent seg
fasta hjá teimum flestu sum ólavsøku-
konsert-dagin, sleppur eisini at bróta
seg út úr ásettu boksini, og er tað í
ár tann 25. juli, ið er valdur til hetta
annars so siðbundna tiltak.
Umstøðurnar eru
hugnaligari
– Vit hava valt at flutt stað, tí at vit
meta, at tíðin er farin frá kommunu-
skúlagarðinum. Fakta er, at har er ov
óinterissant at hava eina slíka konsert,
og tað vilja vit broyta, sigur nýggi
formaðurin í FUTT, Jóhannus á Rógvu
Joensen.
– Vit ynskja at byrja umaftur og
gera nakað nýtt; millum annað við at
fara til eitt øki, sum er hugnaligari
og gevur eitt betri huglag. Tað hevur
eisini verið ov nógvur klandur uppi í
spælinum tey seinastu árini millum
ítróttarfeløg og ólavsøkukonsertina,
umframt tað at grannarnir har uppi
hava verið misnøgdir við óskil, full
fólk, sum gera ónáðir og so framvegis.
Hesum tingunum sleppa vit undan niðri
á Tórsgøtu. Yvirhøvur meta vit, at tað
hevur stóran týdning, at eitt slíkt tiltak
ikki verður goymt burtur men hendir
mitt í býnum, har sum fólkið er, og
har sum umstøðurnar eru vinaligar og
hugnaligar, sigur nýggi formaðurin.
– Tær góðu umstøðurnar á Tórsgøtu
eru bara ein av fleiri fyrimunum við
at flyta konsertina oman har. Nakað
annað er so tað, at vit fáa nógv fleiri
møguleikar, til dømis við at gera ein
pall afturat. Høvuðspallurin verður á
parkeringsplássinum niðri við Hotel
Tórshavn, har bólkar sum Lena og
Niclas, Bet You Are William, Hanus
Johansen við bólki, Páll Finnur Páll,
200, SIC og Synarchy skulu spæla.
Afturat tí verður eisini ein intimpallur
inni í Tjóðpallinum, har vit m.a hava
sett Eager to Please, Martin Joensen,
Brand Enni, Katla, DJ'ing og jazztónleik
Ólavsøkukonsert í hja
Ólavsøkukonsertin, sum seinastu árini hevur verið í Kommunuskúlagarðinum tann 27. juli, er nú flutt oman á Tórsgøtu og verður ístaðin 25. juli
ÓLAVSØKUKONSERTIN
verður á Tórsgøtu tann
25. juli klokkan 19.00
SKRÁIN HIGARTIL
Lena og Niclas
Eager to Please
Bet you are William
Hanus Johansen við bólki
Páll Finnur Páll
200
Synarchy
Martin Joensen
Brandur Enni
SIC
DJ Pete Switch
Katla
Jóhannus á Rógvu Joensen er nýggi
formaðurin í FUTT. Eitt av hansara fyrstu
átøkum er at endurskapa felagið og
dagføra ólavsøkukonsertina soleiðis, at
hon fær betri umstøður
Ólavsøkukonsertin skal ikki longur goymast burtur
í einum skúlagarði, staðfestir nýggi formaðurin í
FUTT, sum nú flytur konsertina oman í hugnaliga
umhvørvið í Tórsgøtu