Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

58 Sosialurin 22. juli 2008 2008 Ongin ólav­søka uttan útifund­ir­nar­ hjá Fr­elsunar­her­i­ num, sum altíð er­ klár­ur­ at boða tað góða or­ðið – líkamikið um tað oysr­egnar­ ella er­ tur­t Klokkan er farin at nærkast ellivu. Nógv fólk er í býnum hetta kvøldið til tey ymisku tiltøkini, sum eru á tjóðarhátíð okkara. Í salinum hjá Frelsunarherinum eru eisini nógv fólk. Tey hava hesa løtuna bert eitt í huganum: Gleðiboðskapin, sum skal boðast á útifundi á Vaglinum. Hóast tey hava gjørt hetta mangar ferðir áður á undanfarnum ólavsøkum, er ein slíkur útifundur ikki bert ein, ið ein soleiðis blæsur uppá. Við hornblástri, sangi og boðan er ynskið, sum tey sjálvi siga tað í endamálsorðingini: At vísa menniskjum vegin til felagsskap við Gud gjøgnum Jesus Kristus, og at vísa Jesu kærleika í verki. Løtan er frammanundan løgd í Harrans hendur, og nú skal tænastan fremjast í verki. Og tá er líkamikið, um tað regnar ella tað er turt. Hesin herurin ræðist í øllum førum ikki regnið. Úr salinum fer ein herur av horn­ blásarum, fólki í eyðkenda búnanum hjá Frelsunarherinum og onnur marsjerandi oman á Vaglið. Klokkan er fáar minuttir í 23, tá alt er komið uppá pláss. Nógv fólk er á Vaglinum hesa løtuna. Um ein góðan tíma fer felagssangurin at byrja, og hví ikki fáa nøkur góð orð við á leiðini frá hesum herinum av fólkum, ið bert ynskja at gera tað, sum gott er. Løtu seinni er útifundurin byrjaður. Og sum altíð, lurtar fólkið við áhuga eftir hjartanemandi boðskapinum. Livandi trúgvin Tað eru helst mong, ið spyrja, hvussu tað ber til, at Frelsunarherurin og aðrar kristnar samkomur eru serliga týðiligar á ólavsøku, meðan summar teirra als ikki eru at síggja uttandura. Nógvar orsøkir eru uttan iva til at samkomur leggja so stóran dent á útifundirnar á ólavsøku: Í fyrsta lagi er hetta ein løta, tá sera nógv fólk er í høvuðsstaðnum. Hetta er tí eitt gott høvi at røkka nógvum fólkum við eitt og sama tiltak. Hetta er eisini eitt gott høvi at vísa øðrum fólki úr býi og bygd, hvør samkoman er og ikki minst, hvørji fólk ganga har. Ella at vísa, at í hesi samkomuni hittast heilt vanlig fólk, men sum kortini hava fingið eyguni upp fyri, at tað andaliga ber bæði í góðum tíðum og í teimum truplu. Og vónin er sjálvandi, at fólk, ið annars ikki ganga í kirkju ella samkomu, kunnu hoyra Guds orð boðað, soleiðis at tað kann verða teimum til eitt nýtt lív – til eina nýggja byrjan í lívinum. Hjá teimum í Frelsunarherinum er heldur eingin ivi um orsøkina ella motivasjónina til allar teir útifundirnar, sum skipað verður fyri á hvørjari ólavsøku. – Okkara motivasjón er óloysiliga knýtt at eini livandi kristnitrúgv. Frelsunarherurin ynskir bæði gjøgnum tað evangeliska og tað sosiala arbeiðið at avmynda Jesu kærleika, verður stutt og greitt sagt í endamálsorðing teirra. Eingin blóma At tað so líðandi er vorðin fastur táttur – og ein sjálvsagdur partur av ólavsøkuni – við útifundum hjá Frelsunarherinum er ikki uttan orsøk. Týdningurin at røkka fólkinum á gøtuni í orðsins sanna týdningi hevur altíð ligið teimum fremst í huga. Ein teirra, sum veruliga hevði fingið eyguni upp fyri hesum, var kaptein Haakon Dahlstrøm (borin í heim 7. februar 1907 – andaðist 31. oktober 2006) sum fyri 71 árum síðani var í Føroyum. Herfyri kom út ævisøgan um hann í bókini eftir Emil Skartveit, ið hann kallar » Jeg er ikke en blomst«. Haakon hevði gudgivnar gávur sum prædikumaður, men var eisini ein framúrskarandi tónlistarmaður. Í bókini verður soleiðis greitt frá: Í juli mánaði 1937 kom kaptein Haakon Dahlstrøm úr Norra og bleiv leiðari av korpsinum her, saman við Oskar Jónsson. Teir báðir gjørdu eitt vala arbeiði fyri korpsið og serliga minnast fólk Haakon Dahlstrøm sum ein framúr góðan talara. Fólk blivu rørd, tá tey hoyrdu hann bera fram Guds orð. Helt lyftið Haakon Dahlstrøm hevur greitt frá, at tá hann skuldi til Tórshavn sum leiðari, lovaði hann Gudi, at hann skuldi tala Guds orð á hvørjum gøtuhorni í býnum. Tá hann flutti aftur av landinum, kundi hann siga: »Eg helt lyftið mítt!«. Útifundir vóru á Vaglinum hvørt fríggjakvøld og sunnudag uttanfyri H. N. Jacobsen Bókahandil. Týskvøldini vóru útifundir ymsa staðir í býnum. Á Doktaragrund úti á Reyni, á Húsa­ brúgv, í Tróndargøtu, í Vágsbotni, á Kongabrúnni og aðrastaðni. Tað sigst, at einki møti var avlýst vegna veður, og hóast tað kundi regna Fr­elsunar­her­ur­in r­æðist Frelsunarherurin hevur altíð lagt dent á tiltøk, ið venda sær úteftir. Útifundirnir á ólavsøku eru eitt hent amboð í so máta