Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. juli 2008 71 2008 Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, um tað er lagkøkan ella andin í veitsluni, sum dregur, heldur bispur, ið fer at nema við andan í samfelagnum í ólavsøkuprædikuni Mong eru tey, ið síggja fram til ólavsøkugudstænastuna í Havnar kirkju 29. juni. Skrúðgongan, tá prestarnir og løtings- og landsstýrislimirnir fara í kirkjuna, er ein vøkur sjón og ein hátíðarløta fyri mong. At siðvenjan við skrúðgonguni verður hildin er til gleði fyri mong. Samstundis, sum hetta er ein vakur siður, er skrúðgongan og løgmansrøðan startskotið til eitt nýtt politiskt ár. Løgmansrøðan er ein samanumtøka av tíðarskeiðinum, sum farið er og grundarlagið undir tíðarskeiðinum, sum kemur. Tó eru tað ikki bert politikarar, sum seta dagsskránna ólavsøkudag, tí eingin Gudstænasta er uttan ein prædikumann. Presturin, ið prædikar í Havnar kirkju ólavsøkudag plagar eisini at nýta høvið til at nerta við samfelagsviðurskiftið, og í ár verður neyvan nakað undantak. Steikin ella selskapið Tað verður bispur, Jógvan Fríðriksson, ið heldur ólavsøkuprædikuna í ár. Bispur sigur, at eitt evnið, hann ætlar at koma inn á í prædikuni, er andin í samfelagnum. Sum kristin má man eisini hava eitt abstraktiónstøði og síggja tingini frá einum øðrum sjónar- horni, minnir hann á. – Um tú fert í føðingardag, hvat er tað so, sum dregur teg? Er tað steikin ella lagkøkan ella tað, ið tú fært at drekka? Ella er tað kanska atmosferan ella andin í selskapinum, sum dregur? Um andin ikki er í festini, so kann alt hitt gera tað sama, heldur Jógvan Fríðriksson. Við hesum meinar hann, at vit mugu ikki gloyma tey bleytu virðini, tí tey hava ótrúliga nógv at siga fyri andan í samfelagnum. – Heilsuverkið og skapandi listin hava til dømis ótrúliga nógv at siga fyri trivnaðin. Alt gott um tunlar, tí teir gagna eisini, men vit mugu eisini hugsa um tað, ið ikki kann mátast og vigast í tonsum, minnir bispur á. Tolsemi og rúm Eitt annað evnið, sum bispur ætlar at koma inn á í prædikuni, er sambandið millum kirkju og stat. – Hetta sambandið hevur ongantíð verið so aktuelt, sum júst nú, tá altjóðagerðin fer um allan heimin, sigur bispur, sum heldur tað vera ógvuliga áhugavert at serliga eitt land sum Danmark, og kanska serliga tey, ið ikki kalla seg trúgvandi, halda tað verða skilagott at hava eitt yvirskipa normeringsstøði. – Í altjóðagerðini eru evni sum tolsemi, og at landið er fyri øll, blivin aktuel og verða nógv viðgjørd, sigur Jógvan Fríðriksson og leggur afturat, at hetta eru evni, sum hann allarhelst eisini fer at nerta við. Kristna læran og demokratiið – Her heima verður kristna læran hildin at verða trongskygd og ein forðan fyri demokratinum, men vit síggja, at demokratiið hevur tað ongastaðni so gott sum júst í teimum gomlu kristnu vesturlendsku londunum, sigur bispur og minnir á, at demokratiið og kristna læran eru tengd at hvørjum øðrum, og at tey boða nógv tað sama. – Bæði boða, at vit skulu elska okkara næsta, at vit skulu virða hvønn annan, og at vit eru lík hvør øðrum, sigur Jógvan Fríðriksson, sum tí ikki sær kristnu læruna sum eina forðing fyri demokratinum, sum hinvegin hevur fingið nógv frá júst kristnu læruni og kann framvegis fáa nógv afturat. Brýtur ikki siðvenju Onkur hevur ivast í, hví júst innsetti bispur skal halda ólavsøkuprædikuna. Sum svar sigur Jógvan Fríðriksson – Onkur heldur kanska, at hetta er ein góður máti hjá bispi at profilera seg, men so er ikki, staðfestir hann. Hann leggur afturat, at vanligt er, at yngsti prestur í føstum starvið heldur ólavsøkuprædikuna, men so er ikki í ár. Orsøkin er, at ein nýggj skipan er gjørd, og hon byrjar í ár. – Nú verður tað bispur, sum fyrst heldur prædikuna sambært nýggju skip- anini. Næsta ár er tað dómprósturin, og so verður tað tann elsti presturin. Síðani gongur tað frá tí elsta og niðureftir til tann yngsta, greiðir Jógvan Fríðriksson frá. Ein orsøk fyri at broyta skipanina er at gera tað ópermanenta permanent. Teir fyribils settu prestarnir eru allir uttanfyri skipanina, ið umfatar ólav- søkuprædikuna. Hetta skal broytast við nýggju skipanini, so at eingin dettur burturímillum. Sum svar uppá spurningin, um hví hann kanska brýtur siðvenju, sigur Jógvan Fríðriksson bispur. – Sum so, bróti eg onga siðvenju, tí bæði Eivind Vilhelm og Hans Jacob Joensen áðrenn meg, prædikaðu á ólavsøku beint eftir, at teir vórðu innsettir. ____________________________ Tekstur: Sólvit Nolsø Mynd: Jan Müller Andin skal vera við í veitsluni Sambandið millum kirkju og stat hevur ongantíð verið so aktuelt, sum nú, heldur Jógvan Fríðriksson, bispur, sum fer at nema við hendan spurning í ólavsøkuprædikuni