Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

76 Sosialurin 22. juli 2008 2008 Ólavsøkan er í hæddini, tá ið skrúð­ gongan eftir guðstænastuna kemur niðan aftur á Vaglið, og kórleiðarin á Tinghúsvøllinum slær fyrsta taktslagið. Tá kennist føroyski eindarsamleikin, um tað í nútíðini er loyvt at brúka hetta hugtakið, so nærverandi, sum tað ber til at ímynda sær. Hesa løtuna eiga allir føroyingar part í, tí tað er lítið ella einki, sum skilir. Eftir kórsangin verður farið undir nýtt politiskt ár. Landsstýrið og aðalráðini hava seinastu vikurnar fyrireikað tað, sum berast skal fram í orðum og tølum, og nú leggur løgmaður seinastu hond á tað, sum hann vegna landsstýrið og samgonguna skal bera á ting. Tað snýr seg um at raðfesta, at nýta rættar orðingar og at ansa eftir at siga tað, sum sigast skal, og ikki at siga tað, sum tað er betur at tiga við. Hetta er fimta røðan hjá Jóannesi Eidesgaard á ólavsøku, og løgmenninir eru fáir, sum hava staðið so ofta á tingsins røðarapalli ólavsøkudag: Kristian Djurhuus 1951­58 og 1969­70, Petur Mohr Dam 1959­62 og 1967­68, Atli P. Dam 1971­80, 1985­88 og 1991­ 92 og Anfinn Kallsberg 1998­2003. Samgongan varð skipað 2. februar. Samgonguskjalið nevnist samhaldsfesti, sjálvstýri, møguleikar og menning. Fíggjarlógin fyri 2008 varð ikki lýst, fyrr enn árið var meiri enn hálvrunnið, og endaliga uppskotið minnir heilt nógv um uppskotið, sum ABC samgongan legði fyri tingið síðst í september í fjør. Nýggja samgongan segði seg ikki hava stundir at seta síni fingramerki á uppskotið. Tað hava samgongupolitikarar og ikki minst landsstýrisfólkini aftur og aftur víst á. Víst hevur verið til fíggjarlógaruppskotið fyri 2009, har vallyftini skulu síggjast aftur, hava samgongufólk sagt. Arbeiðið við fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár fór á rull, áðrenn fíggjarlógin fyri 2008 varð samtykt. Løgmansrøðan verður í breiðari vendingum, enn ítøkiliggeringin av fíggarligu ætlanunum verður í fíggjarlógaruppskotinum, sum skal leggjast fyri tingið fyri 1. oktober. Men sjálvandi má roknast við, at tað verður samband millum løgmansrøðuna og fíggjarlógaruppskotið. Nýggj fólk Løgtingssetan byrjar ólavsøkudag og heldur á til ólavsøkudag árið eftir, sigur stýrisskipanarlógin í grein 10, og har verður hildið fram: Stk. 2. Ólavsøkudag ganga løgtings­ formaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið. Løgtingsformaðurin ger av, hvørjir embætismenn eru við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað. Stk. 3. Løgtingið verður sett aftur ólavsøkudag kl. 13.00. Áðrenn komið verður til stk. 3 skal 2. stk. avgreiðast, og í tí sambandinum er tað so mangt, sum er øðrvísi, enn tað var fyri einum ári síðani, tá ið stóra politiska málið var markeringin av, at ABC samgongan við síni breiðu semju hevði yvirtikið fólkakirkjuna. Í níti árunum var tað um hesa tíðina ofta nógv tos og bæði politiskur og kirkjuligur turbolensur í sambandi við samansetingina av skrúðgonguni. Tað snúði seg eitt nú um, hvørjir skuldu ganga fremstir, hvar løgtingsformaðurin, sum sambært stýrisskipanaráliti er tann við størstu tignini, skuldi ganga, um løgmaður og bispur skuldu ganga lið um lið, og um prestarnir skuldu ganga saman við ella aftanfyri løgtingsmenninar og kanska saman við øðrum embætismonnum. Jógvan Ingvard Olsen, sum tá var tingformaður, setti í november 1996 nevnd, sum hevði til setning at gera tilmæli um skrúðgongu løgtingsins á ólavsøku. Nevndin legði í juni árið eftir álit fram við tilmæli, sum eitt nú bar við sær, at bispur og løgtingsformaður skuldu ganga fremstir, og at løgmaður skuldi ganga næstfremstur saman við ríkisumboðsmannininum. Finnbogi Ísakson, sáli, gjørdist løgtingsformaður undan ólavsøku í 1998. Hann uppfann kolumbuseggið, tá ið hann gjørdi av, at skrúðgongan skuldi verða í trimum og ikki í tveimum røðum, og at bispur skuldi ganga fremstur saman við løgmanni og løgtingsformanni. Jóannes Eidesgaard fær tveir nýggjar menn – tað eru bara menn í fremstu røð ­ undir liðina á sær hesa ferð. Jógvan Fríðriksson er nýggjur biskupur, og harvið fer hann fyri fyrstu ferð nakrantíð at ganga fremstur. Biskupur fer at prædika, og nýggjur deknur í Dómkirkjuni síðani síðstu ólavsøku er Marius Rein, sum dagliga er í starvs­ liðnum hjá Løgtinginum. Hergeir Nielsen er nýggjur løgtings­ formaður. Hann var eisini formaður 1987­88 og 1989, men tá gekk løg­ tingsformaðurin næstfremstur á ólavsøku, og tískil verður Hergeir hesa ferð fyri fyrstu ferð í fremstu røð. Frammarlaga fer Bjørt Samuelsen at ganga. Vinnumálaráðharrin er spildurnýggj í skrúðgonguni, og tað eru fleiri av tingmonnunum eisini. Hetta er fyrsta ferðin, at 33 tingmenn hava møguleika at manna skrúðgonguna, og nýggj í gonguni verða Annika Olsen, Rósa Samuelsen, Eyðgunn Samuelsen, Kári á Rógvi, Bergtóra H. Joensen, Olga Biskopstø og Sjúrður Skaale. Eisini ríkisumboðsmaðurin er nýggjur í skrúðgonguni. Fjaðrarnir á høvdinum á so stórum monnum sum Mogens Wahl og Leif Groth vóru ivaleyst góð ýti hjá dirigentinum á Tinghúsvøllinum. Danir høvdu tað mesta av almennu umsitingini um hendi, og teir rindaðu og endurrindaðu stóran part av almenna rakstrinum og íløgunum. Tí vóru teir fremstir í skrúðgonguni, og á ólavsøku vóru teir í eyðkenda búnanum, sum ikki hevur verið nýttur, síðani Bent Klinte (1988­95) var ríkisumboðsmaður. Hesin ríkisumboðsmaðurin, sum ikki áður hevur verið partur av skrúð­ gonguni, eitur Dan M. Knudsen, og hann verður at finna aftari í røðini. Og tá ið skrúðgongan kemur á Vaglið, og kórsangurin fer at ljóma, fer nýggjur maður at standa við taktstokkinum. Ólavur Hátún hevur givið Sunleifi Ras­ mussen álitið at stjórna kórinum. Tað kann gott vera, at tað fer at hoyrast aftur á skránni, sum ivaleyst verður íblást av Sunleifi, men fyri upplivilsið og kensluna av samleika má roknast við, at summir av tónunum, sum altíð hava hoyrt hesi løtuni til, fara at verða at hoyra, hóast nógv er nýtt! Nýggir tónar Eftir skrúðgonguna og sangin verður komið til stk. 3 í grein 10 í stýrisski­ panarlógini: Stk. 3. Løgtingið verður sett aftur Nýtt fólk og nýggir tónar Stórar skiftingar eru í ólavsøkuskrúðgonguni, maðurin við takt­ stokkinum er nýggjur, og nú fæst at síggja, um løgmaður í røðu síni fer at spæla út við reformunum, sum samgonguskjalið leggur upp til. Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, hugleiðir um nýggjar tónar