Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

78 Sosialurin 22. juli 2008 2008 … Nýggir tónar Nú skal løgmaður sláa tónan hesum viðvíkjandi, ens og hann skal geva til kennar hugsanina hjá samgonguni um búskapargrunnin, sum ætlanin hevur verið at fylt við oljuinntøkum og inntøkum frá einskiljingum. Stjórnarskipanin Tjóðveldi syrgdi í samgongusamráð­ ingunum fyri, at stjórnarskipanin aftur varð tikin fram á politiska pallin. Tá ið fullveldislandsstýrið varð skipað fyri tíggju árum síðani, var eitt av aðalmálunum at fyrireika føroyska grundlóg. Hetta varð í 2004 broytt til stjórnarskipan. Álit varð handað løgmanni fyri jól í 2006, men tá ið uppskotið varð lagt fyri tingið fram ímóti sumri 2007, datt tað burtur. Tá ið Javnaðarflokkurin og Mið­ flokkurin saman við Tjóðveldinum eru samd um, at nú skal nýggj stjórnarskipan samtykkjast, so eiga vánirnar fyri tjóðarsemju at vera góðar. Sjálvstýrisflokkurin við fyrr­ verandi næstformanninum í stjórnar­ skipanarnevndini sum næstformanni tekur undir við málinum, og tað hevur Fólkaflokkurin sagt, at hann eisini ger. Samgonguskjalið sigur, at arbeiðið skal gerast liðugt, samtykkjast í tingi­ num og leggjast fyri fólkið at taka støðu til í 2010. Tí má roknast við, at hetta verður partur av løgmansrøðuni. Í samgonguskjalinum verður ikki tosað um yvirtøkur. Orðalagið er at skipa málsøkini undir føroyskt máls­ ræði. Trettan mál eru á listanum, og hóast alt ikki er so kostnaðarmikið, so vísa royndirnar, at tað tekur tíð og orku at skipa hesi viðurskifti. Tað er løgmaður, sum hevur ábyrgd av at leggja uppskotini um hetta fyri tingið. Eftir at tingið hevur samtykt at skipa málini undir føroyskt málsræði, eru tað landsstýrismenninir, sum varða av málunum, sum hava ábyrgd av at taka sær av at samskifta við danir og skipa fyri, at málini verða tikin undir føroyskt ræði. Sosialu reformarnir og pengarnir Landsstýrismaðurin í almanna­ og heilsumálum umsitir nógv tann størsta partin av játtanini á fíggjarlógini. Samgonguskjalið leggur upp til sosialar reformar og reformar á heilsuøkinum. Hetta krevur politiskt dirvi – ikki minst á sjúkrahúsøkinum ­ um bygnaðarligar broytingar skulu gerast, og almanna­ málini krevja altíð størri játtan. Eitt av politisku málunum, sum poppaðu upp fyrst í mánaðinum, og sum tað verður neyðugt hjá politiska myndugleikanum at fyrihalda seg til, er pensiónsmálið. ABC samgongan segði seg vera samda um, hvussu málið skuldi loysast, og tað er einki at ivast í, at tað verður neyðugt at loysa henda spurningin í tjóðarsemju, sum tryggjar, at loysnin heldur, hóast tað verður farið um løgtingsval og nýggjar politiskar samansetingar síggja dagsins ljós. Fakfelagsformenn hava seinastu vikurnar víst á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri at fáa útbúgvið fólk at flyta aftur henda vegin, at sosialu skipanirnar eru á hædd við tað, sum tær eru í grannalondunum, og í lesarabrævi hevur verið víst á nógvar sosialar orsøkir til, at útisetar ikki skulu flyta henda vegin, um umstøðurnar ikki verða broyttar. Reformarnir eru fyrst og fremst tengdir at fíggjarligu vánunum – at sam­ bandinum millum inntøkur og útreiðslur hjá landskassanum. Tað er í hesum, at samhaldsfestið, sum er eitt av lykla­ orðunum í samgonguskjalinum, skal standa sína roynd. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum annars ber orð fyri at sita tungur á kassanum, hevur fyri stuttum sagt, at hann ætlar ikki at framprovokera eina kreppu. Tað vil siga, at hann útihýsir ikki, at botntølini verða reyð í uppskotinum til fíggjarlóg, sum tað nú verður arbeitt við. Men um almennu inntøkurnar orsaka av búskaparligari stagnatión fara at minka, so verður tað neyðugt hjá samgonguni at fyrihalda seg til møguleikarnar fyri nýggjum inntøkum. Í síðstu samgongu var talan um skattalættatónar. Inntøkurnar hjá landskassanum øktust kortini. Eitt nú tí bankarnir læntu til frívirðini í sethúsu­ num, sum bóru størri skattainntøkur, økt MVG og eisini øktan innflutning við sær. Tað ballið gerst ikki umaftur. Fígg­ ingarstovnarnir, sum við lánspolitikki­ num ofta vísa seg at skunda undir bæði uppgongd og afturgongd, hava skrúvað nógv fyri, og harvið er møguleiki fyri, at bæði MVG og inntøkuskattur kunnu fara at minka. Andstøðan hevur kært samgonguna fyri at hækka skattatrýstið. Í sam­ gonguskjalinum verður sagt, at skatta­ grundarlagið skal breiðkast. Heildin í skatta­ og avgjaldspolitikkinum skal verða meira progressiv. Sam­ gonguskjalið sigur, at sjúkrakassin og kringvarpsgjaldið skulu leggjast inn í skattaskipanina, og at eitt nú kapitalvi nningsskattalógin og MVG lógin skulu endurskoðast. Tað má roknast við, at løgmaður fer at senda klárar tónar út hesum viðvíkjandi. At trýstið verður uppaftur størri á landskassan er einki at ivast í. Í samgonguskjalinum verður sagt, at Serumsorganin skal skipast undir føroyskt málsræði. Kostnaðurin er 117 milliónir, og upphædd av ríkisveitingini skal árliga setast til viks til tess at røkka hesum máli. Harafturat hevur uttanríkismálaráðharrin sagt, at útreiðslurnar til menningarsamstarv og uttanríkispolitikk í síni heild skulu økjast rættuliga markant. Fyrsta royndin eydnaðist tó ikki serliga væl, tí tað eydnaðist ikki at fáa ta stóru hálvu milliónina til vega á fíggjarlógini, sum uttanríkisráðharrin metti var neyðug fyri at styrkja um førleikan hjá nýggja ráðnum. Snávingarsteinarnir Tvey onnur mál, sum tað hevur verið nógvur politiskur turbolensur um í fleiri ár, og sum av álvara kunnu gerast snávingarsteinar, eru samanleggingin av kommununum og íløgurnar í sam­ ferðslukervið: Átøk til økismenning og broytingar í kommunubygnaði skulu geva øllum økjum í landinum møguleika at mennast í rímiligari javnvág, stendur í samgonguskjalinum. Politiskt hevur semja verið um, at tað er neyðugt við størri kommunalum eindum, um uppgávur skulu leggjast til kommunurnar at umsita. Men higartil hava landspolitikararnir havt lyndi at krúpa sum hundur um heitan greyt, meðan teir hava bíðað eftir, at kommunurnar sjálvar finna saman. Tað gongur tann vegin, men spakuliga. Talan er ikki um nýggjar fyritreytir fyri grundleggjandi reformum fyri tað, um Funnings kommuna finnur saman við Runavíkar kommunu, og fyri tað um Svínoyar kommuna og Hvannasunds kommuna finna saman við Klaksvíkar kommunu. Tá ið Eilif Samuelsen í kreppuárunum var landsstýrismaður í kommunumálum, var setningurin at minka kommunu­ skuldina settur yvir alt annað. Hann var treiskur og miðvísur, og hóast skuldin tey seinastu árini hevur havt tendens til at vaksa aftur, so er tað ivaleyst semja um, at tað var gott, at Eilif tá hevði politiskan rygg. Spurningurin er nú, um samgongan ætlar at leggja saman við lóg. Tað hava verið ábendingar um tað, men tað hava eisini verið signal um, at tað ikki er semja millum samgonguflokkarnar um, hvørji málsøki skulu leggjast út til kommunurnar at umsita. Talan tykist næstan vera um tjóðarsemju millum nógvar flokkar um, at fólkaskúlin skal leggjast út til kommunurnar – hetta hevur Føroya Lærarafelag aftur og aftur mælt til – men í valstríðnum segði Javnaðarflokkurin seg at vera ímóti hesum. Hin mestsum upplagdi snávingar­ steinurin er útbyggingin av sam­ ferðsluni og serliga spurningurin um tunlarnar. Skal Skálafjarðartunnilin gerast fyrst og síðani Sandoyartunnilin, skal Skálafjarðartunnilin leggjast í privat partafelag, ella skal tað almenna standa fyri og so víðari og víðari, og hvussu verður við øðrum tunlum, eitt nú norður um Fjall á Borðoynni, til Viðareiðis, til Dals, Hvalbiar, hvussu verður við ferjulegu og tunnli í Svínoy og so víðari. Samgonguskjalið leggur upp til tjóðarsemjur um hesar spurningarnar. Í einari av fleiri turbulentum støðum í vár varð hesin spurningurin beindur í serliga nevnd at viðgera. Løgmaður gav formanssessin í nevndini til vinnumálaráðharran, sum er nýggj í politikki og fram til á ólavsøku í hesum spurninginum fær góðan møguleika at vísa sítt hegni at mýkja hesa støðuna Undir øllum umstøðum verður neyðugt við nýggjum tónum bæði á hesum og á øðrum økjum, um málið við samhaldsfesti, sjálvstýri, møguleikum og menning skal røkkast. Og tá er ikki komið inn á eitt nú uttanríkispolitikkin og marknaðarpolitikkin, sum formaðurin í Tjóðveldinum gongur høgt upp í at skapa innihald fyri í sínum nýggja ráði. Góða ólavsøku ____________________________ Tekstur: Jóannes Hansen