Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

80 Sosialurin 22. juli 2008 2008 At hjálpa gávuríkum listafólkum at røkka so mongum, sum gjørligt, er framvegis málið hjá stjóranum í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, sum byrjaði sína ferð á einum lítlum vertshúsi á Nørrebrúgv fyri meir enn 30 árum síðani Tey vóru øll har – Sebastian, Poul Dissing, Bifrost og øll hini, sum fingu danskt tónleikalív at blóma í besta hippianda í 70unum. Onkuntíð legði eisini blómubarnið yvir teimum øllum, írski sangarin Donovan, leiðina framvið. Og beint í øllum, har á versthúsinum »Hånd i hanke« á Nørrebrúgv, stóð eisini 22 ára gamli Niels Halm, maðurin vit í dag kenna best sum stjóran í Norðurlandahúsinum. – Vit vóru nøkur, sum høvdu fingið hugskotið at skipa eitt kollektivt vertshús, sum skuldi vera eitt listarligt savningarstað har á Nørrebrúgv. Tað var har, eg fann út av, at eg trívist serliga væl saman við listafólkum, greiðir Niels Halm frá. Sjávur dugdi hann tó hvørki at syngja ella spæla nakað ljóðføri. Hinvegin fann hann skjótt út av, at tað lá væl fyri hjá sær at skipa fyri, fáa avtalur í lag og tryggja, at spæliumstøðurnar vóru í lagi. – Alt sovorði, sum listafólk sjáldan duga serliga væl, men sum skal vera í ordan. Og eg vildi fegin hjálpa teimum, so leikluturin sum fyriskipari gjørdist heilt nátúrligur fyri meg, minnist Niels Halm, sum um tað mundi eisini gjørdist umboðsmaður hjá so frægum tónleikarum sum Rugsted & Kreutzfeldt, Sebastian, Rocazino og øðrum. Stimbrar tað listarliga Kollektiva vertshúsið á Nørrebrúgv er ikki til longur og ungi fyriskiparin er vorðin 56 ár. Men sjálvt um Niels Halm í dag situr á ovastu rók í føroyskum mentantarlívi við milliónaverkætlanum um hendi, er hugburðurin tann sami. – Mín uppgáva er framvegis at gera tað so lagaligt sum gjørligt hjá listafólkum at brúka og vísa sínar gávur. Vit onnur hava brúk fyri teimum: Eisini tá teirra list er ’skeiv’, tí tað er tá, vit verða rykt úr vanahugsanini og læra mest av listini, sigur Niels Halm, sum heldur ikki er tikin av bóli av stórslignu umstøðunum i mun til gamla vertshúsið. – Tað hevur til dømis ongantíð havt stórvegis týdning fyri meg at møta kendum fólkum ella heimsstjørnum. Í grundini eru vit øll bara menniskju, og eg verði framvegis eins glaður, tá eg eg kann hjálpa onkrum av teimum at røkka longur út við teirra listarligu gávum, sigur Niels Halm. Vinarliga húsið Hóast reglur eru fyri, hvørja uppgávu Norðurlandahúsið skal røkja, heldur Niels Halm ikki, at starvið sum stjóri leggur bond á hann í mun til, hvat húsið kann rúma. – Tá tú skalt fylla eitt slíkt hús, mást tú, sum eitt tað fyrsta, gera tær greitt, at mørkini millum list og tað, ið ikki verður fatað sum list, allatíðina flyta seg. Mørk, sum ongin setti spurnartekin við fyri bara 20 árum síðani, eru ofta rættiliga kám í dag ella heilt burtur, og tað skal húsið endurspegla. Tí ber tað eisini illa til at siga, hvar markið hjá Norðurlandahúsinum gongur, sigur Niels Halm. Sjálvur heldur hann, at skráin í húsi­ num fyri juli mánaða er eitt gott dømi Frá vertshúsi til mentanar Hann elskar at fara út á bygd ella á flot. – Føroyska luftin og náttúran er ein sannur linni fyri sálina, sigur stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, sum hevur valt at taka tvey ár afturat í starvinum – Eg eri ikki lista­ fólk – men eg dugi nakað, sum kann hjálpa listini út í heimin