Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. juli 2008 81 2008 rháborg um, at tað er rættiliga vítt til veggja í Norðurlandahúsinum. Á skránni er millum annað frálæra í sponskum flamencodansi, fleiri framførslur hjá Summartónum, fólkadansistevna, Summarframsýningin og satirushowið »Eg elski Førjar«. Hóast fólksligu innsløgini fylla væl í skránni, heldur Niels Halm tað ikki vera tekin um, at gáttin fyri, hvat húsið kann rúma, er lækkað. Í grundini heldur hann ikki, at gáttin í húsinum nakrantíð hevur verið so høg, sum onkur kanska hevur hildið. – Eg giti, at tann fatanin stavar frá fyrstu árunum, tá húsið enn var nýtt og uttan iva tóktist sera fremmant fyri mong. Av somu orsøk hildu fólk kanska, at húsið bara var fyri fínmentan. Ì so máta er hend ein ótrúlig broyting hesi árini, tí fólk hava veruliga tikið Norðurlandahúsið til sín. Eitt tað fyrsta, eg varnaðist við húsinum var netupp, at tað tykist so opið og vinarligt í allar mátar, sigur Niels Halm. Eldhugaðir føroyingar Stjórin í Norðurlandahúsinum minnir á, at tað ikki er hann einsamallur, sum situr tekur avgerðir um, hvørji mentanartiltøk skulu sleppa inn í húsið. – Starvið hjá má mær gongur í stóran mun út uppá at samskifta við onnur um, hvørji tiltøk skulu við á skránna. Tey bestu hugskotini fært tú oftast saman við øðrum, og í so máta er samskifti við føroysk lista- og mentafólk gull vert. Tað er ein fragd at uppliva, hvussu eldhugaðir føroyingar eru at skipa fyri mentanartiltøkum, heldur Niels Halm. Spurdur, hvat hann heldur um umstøðurnar hjá føroyskum mentanar- lívi annars, metir stjórin í Norðurlanda- húsinum ikki, at tær eru verri enn aðrastaðni. – Øll, sum fáast við mentan, halda seg hava ov lítið av pengum at arbeiða við. Tíverri tykist tað, sum at mentanin í flestu londum altíð stendur í síðstu røð, tá landsins pengar verða býttir úr. Tí royna vit eisini her í húsinum allatíðina at skapa nýggjar inntøkumøguleikar – eitt nú við nýggja bygninginum, sum er framúr væl egnaður at hýsa ráðstevnum hjá vinnulívinum, sigur Niels Halm. Sjálvur ber hann ongan ótta fyri, at sambandið millum vinnulívið og Norðurlandahúsið fer at fáa ávirkan á, hvørji listafólk og tiltøk sleppa framat í húsinum. – Tað kemur als ikki uppá tal – og undir ongum umstøðum. Eitt slíkt kjak verður snøgt sagt ongantíð aktuelt her í húsinum, vissar Niels Halm um. Tvey ár afturat Hóast Niels Halm er fallin sera væl til í Føroyum, tók tað honum rúma tíð at taka av tilboðnum um starvið sum stjóri í Norðurlandahúsinum, ið stóð honum í boði fleiri ferðir. – Eg hevði fingið sannført meg sjálvan um, at ikki kundi flyta, tí heimsins miðdepil var í Keypmannahavn – nakað forferdiligt tvætl sjálvandi, tí miðdepilin er, har tú nú einaferð ert, sigur Niels Halm, sum nú hevur ilt við at fata, at hann longu hevur verið í Føroyum í hálvtfjórða ár. – Eg kenni tað næstan, sum eg júst eri komin til Føroyar. Tað er nokk besta prógvið um, at eg trívist avbera væl, smílist Niels Halm og avdúkar, at hann ætlar at halda fram í starvinum í øllum førum í tvey ár afturat. – Bæði tí eg fegin vil fylgja ymsum ætlanum her í húsinum upp, men eisini tí eg langt frá eri liðugur at uppliva Føroyar, sigur stjórin í Norðurlandahúsinum, sum altíð er fúsur, um ein túrur á flot ella eftir havhestum býðst. ____________________________ Tekstur: Anna V. Ellingsgaard Mynd: Álvur Haraldsen – »The Singer« hjá Teiti er simpelthen fantastisk. Hetta verð­ur hansara altjóð­a gjøgnumbrot – Mið­depilin er har tú ert – og beint nú er hann í Føroyum