Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

84 Sosialurin 22. juli 2008 2008 Fert tú á ólavsøku? – Um eg fari á ólavsøku í ár? Satt at siga, veit eg ikki enn, men tað kundi hent seg. Nú er tað so, at eg eri limur í ólavsøkubólkinum, tí veit eg ikki rættiliga, hvar eg endi – á Bryggjuni í Keypmannahavn ella í Havn. Martin Mouritsen, vinnulívsráðgevi í Keypmannahavn, er sum sagt eitt sindur í iva um, hvar hann hátíðarheldur ólavsøkuna í ár. So løgið tað kann ljóða, helt hann ólavsøku í fjør bæði í Danmark og í Føroyum. Ólavsøkuaftan var hildin á Bryggjuni, har hann hjálpti til við søluni av mati og drekka í einum tjaldi. Dagin eftir setti hann seg í flogfarið hjá Atlantic Airways, og á nátt­ urða ólavsøkudag var hann í Havn. Hann legði lunnar undir kvøldið í Havn við at vitja »Einglabarrina« á Hotel Hafnia. Síðani spákaði hann sær ein túr oman og niðan eftir havnargøt­ um. Eina løtu var hann í Klubbanum, so aftur út á gøtuna, har hann hitti so nógvar vinir og kenningar, at hann ikki var heima fyrr enn klokkan sjey á morgni. – Í grundini er hetta fyrstu ferð, eg veruliga havi verið á ólavsøku. Tá ið eg var búsitandi í Føroyum í 70­unum og 80­unum, hevði eg eitt spælistað, og hetta hevði við sær, at eg arbeiddi frá morgni til myrkurs, tá ið ólavsøka var. Tí er tað sera stuttligt at vera á ólavsøku, og hvør veit, kanska verður hon aftur í ár hildin í báðum støðum, sigur Martin Mouritsen, sum heldur, at jú eldri hann gerst, tess minni týdning hevur kappróðurin og fótbólturin. – Men eg haldi enn við Havnarbáti­ num og B36 – hóast restin av familjuni eru trúgvir HB­fjepparar!, sigur Martin Mouritsen avgjørdur. ____________________________ Tekstur: Símun úr Konoy Útisetin: Martin Mouritsen, Keypmannahavn Helt ólavsøku niðri og heima Martin Mouritsen, sum býr í Keypmannahavn, sigur, at tað ikki er óhugsandi at hann aftur í ár heldur ólavsøku bæði í Keypmannahavn og í Havn Rúsdrekkasøla Landsins ynskir øllum føroyingum eina góða ólavsøku www.rusan.fo Dygd og ábyrgd