Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. juli 2008 85 2008 Hóast bæði røddin og beinini eru farin at bila, nýtir 83 ára gamli Martin Tórgarð enn høvi á ólavsøku at tríva í føroysku kvæðini, sum hava fylgt honum frá barnsbeini av Blíður, men beskeðin er hann, Martin Tórgarð, havnarmaður, uppvaksin í Nólsoy, tá vit støkka inn á gólvið hjá honum í Varðalág at fáa eitt prát um tann føroyska dansin, nú ólavsøka er í hondum. Tá vit halda fyri, at tað ber ikki til at tosa um føroyska dansin í høvuðsstaðnum tey seinastu mongu árini uttan at nevna hansara navn, ber hann seg undan heiðrinum. Tá vit so peika á tað innrammaða heiðursskjalið á dekktoyskápinum, sum hann fekk tann dagin í 1999, tá hann fekk M. A. Jacobsens heiðursløn fyri sítt virki innan føroyskan dans og kvøðing, er hann framvegis líka beskeðin: -Tey hildu, at eg skuldi fáa tað. Mostirin og kvæðini Martin Tórgarð er havnarmaður. Sum smádrongur misti hann mammuna, og tá bleiv avgjørt, at hann skuldi vaksa upp hjá einari mostur í Nólsoy. Pápin hevði tvey av børnunum eftir, og hini systkini vuksu upp aðrastaðni Men hjá Martini bleiv tað ikki bara til uppvøksturin, tí hann flutti ikki inn aftur um fjørðin fyrr enn 30 ár seinni og tá við konu og børnum. Sjálvur er Martin ikki í iva um, at tað var í Nólsoy, at hann fekk sín stóra áhuga fyri tí føroyska dansinum. Mostirin, sum var gift við Sigmundi á Geilini, sang nógv, og hon og Sigmundur dugdu alt tað, sum nólsoyingar plagdu at syngja og kvøða. – So eg mátti annaðhvørt fáa áhuga ella andstygd fyri dansinum og kvæðunum, sigur Martin og brosar. Til Havnar Sum nevnt búði Martin Tórgarð í 30 ár í Nólsoy. Men áðrenn hann flutti innaftur, var hann tveir vetrar á skúla í Havn, fyrst til seturskipara og so til longdina. Í 1952 varð Dansifelagið í Havn stovnað, og Martin var millum teir fyrstu limirnar. Millum teirra, sum skipaðu í dansifelagnum um tað mundið, vóru menn sum Kristoffur Kristoffersen vanliga nevndur Kristoffur í Skálum, John Joensen, Janus Kamban og bróðir Martin, Poul Eide. Dansifelagið dansaði í barrini í Gamla Klubba, og navigatørdansur var eisini. Felagið Merkið skipaði fyri føroyskum dansi í Losjuni, men hesin dansurin steðgaði, og fleiri av teimum, sum plagdu at dansa í Losjuni, komu upp í dansifelagið. Haðani komu eisini fleiri, sum vóru óførir at skipa - menn sum Sigmund í Hoyvík og Hanus á Smyrli. Fleiri bygdarfólk vóru eisini í dansifelagnum. Fleiri teirra plagdu eisini at skipa, teirra millum Tummas á Bø í Húsavík og Eivind í Kvívík. Og tygum sjálvur? – Jú, onkuntíð, ivaleyst. Eg plagdi at skipa okkurt. Eg havi skipað kvæði og vísur, eisini danskar vísur. Hvat kvæði dámdi tygum best at skipa? – Eg veit ikki. Skal tað vera ordiligt kvæði, so dámdi mær allarbest Runsi- valsstríðið, tað vil siga ta útgávuna, sum stendur í bókini hjá Jóannesi bónda. Men Runsivalsstríðið er so langt, at tað bleiv ikki kvøðið altíð. Men mær dámdi eisini væl at kvøða Fuglakvæðið hjá Nólsoyar Páll. Jákup á Møn havi eg eisini skipað í dansifelagnum og oftari í Nólsoy. Góður dansur á ólavsøku Á ólavsøku var Sjónleikarhúsið karmur um føroyska dansin, meðan eingilskdansurin helt til í Tórshøll. Nógvir ólavsøkugestir av bygd komu í føroyskan dans, so Sjónleikarhúsið var fult á ólavsøku. Martin minnist, at skilið var ikki altíð tað besta, og tað hendi meiri enn so, at fleiri vísur gingu ísenn. Men sum frá leið góvust summir, og so var bara tað eina kvæðið ella tann eina vísan kvøðin. – Tað var nógv fólk í dansi á ólav- søku, og dansurin var ofta góður. Sjálvt um nógv fólk vóru í dansi, so var tað ikki bara buldur og brak. Nei, ólavsøkudansurin var ofta góður. – Hvussu vilja tygum siga, at føroyski dansurin er fyri í dag? – Eg haldi, at dansurin er ikki so illa fyri. Men vóru dansifeløgini ikki komin kring landið, hevði hann ikki yvirlivað, sigur Martin avgjørdur. Nei, dansurin fer at liva, heldur hann. Sjálvur var hann í dansi í vetur. – Fara tygum upp á gólv nú á ólavsøku? – Nei, eg veit ikki. Tað haldi eg ikki. Hevur nakað mál verið nakrantíð, so er tað ikki meiri, enn at eg fái nóta nú. Tað er okkurt, sum er hent hjá mær. Fekk eitt strik í heyst, og beinini eru heldur ikki tey somu longur. Men eitt er vist. Fer hann ikki í dans á ólavsøku, er einki at ivast í, at Martin fer at tríva í okkurt ørindini í stovuni uppi í Varðalág. Tí tað plagar hann at gera. ____________________________ Tekstur: Árni Joensen: Mynd: Álvur Haraldsen Trívur í eitt kvæði á ólavsøku Martin Tórgarð vaks upp hjá mosturini í Nólsoy, sum altíð sang og kvóð. – So eg mátti annaðhvørt fáa áhuga ella andstygd fyri dansinum og kvæðunum, sigur Martin og brosar Í 1999 fekk Martin Tórgarð M. A. Jacobsens heiðurslønina fyri sítt virki innan føroyska dansin