Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 23. juli 2008 23 Mánadagin 21. juli fór fransmaðurin Tho­mas Rudo­lf úr Strasbo­urg av landi­ num aftur við sínum Ho­tc­hkiss AM2 frá 1925 o­g í land av No­rrönu ko­m Absalo­n Lydersen í Hvannasundi við einum Austin A40 frá 1954 Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Summarsiglingin hjá Norrö­ nu hevur við sær, at nógv ymisk sermerkt akfør eru at síggja á føroysku vegunum. Herfyri vóru nakrir Citroën 2CV her, og í síðstu viku sást ein rættuliga sermerktur gamal bilur ­ av einum fyri okkum ókendum bilmerki ­ koyra í Havn. Bilurin var ein Hotchkiss AM2 frá 1925. Hotchkiss var eitt franskt bilmerki, sum var gjørt frá 1903 til 1955 á eini bilverk­ smiðju í París. Umframt persónbilar gjørdu teir eisi­ ni vápn, tanks og amerikan­ sku Willys jeeparnar upp á lisens fyri franska herin. Thomas Rudolf, sum eig­ ur Hotchkiss bilin, býr í Strasbourg í Fraklandi, har hann arbeiðir sum lærari á einum universiteti. Hann hevur eina heimasíðu: www.hotchkiss.eu, har áhugaði kunnu fylgja við, hvar hann ferðast. Fleiri myndir eru úr Føroyum á hesi heimasíðu. Hann byrjaði í Strasbourg í Fraklandi og koyrdi síðan yvirum til Dover í Onglandi og upp til Scrabster í Skotlandi. Hann hevur eisini verið í Hetlandi. Nú fór hann til Bergen og síðan skal hann koyra til Oslo, Malmö og Keypmannahavn­ ar, har leiðin síðan gongur heim aftur til Strasbourg. Austin A40 hjá Absalon Meðan vit práta við Thomas Rudolf millum bilarnar á Eystaru bryggju, kemur ein gamal svartur Austin A40 við donskum nummarplát­ um og føroyskum bilførara í land av Norrönu. Talan er um Absalon Lydersen í Hvannasundi, sum hevur verið í Danmark og keypti sær hendan Austin A40 árgang 1954. Absalon hevur stóran áhuga fyri gomlum bilum og eigur fleiri ellisak­ før sum t.d. Ford A, Ford Capri og onkran annan Aus­ tin. Hetta modellið av Austin A40 varð gjørt av BMC (British Motor Company) frá 1952 til 1954. Fleiri bil­ ar av júst hesum slagnum koyrdu í Føroyum í 50­ unum. Absalon minnist nógvar í Klaksvík, bæði sum hýrugognar og privat­ bilar. A40 er forgangari til Austin Cambridge. Flott ellisakfør við Norrönu Fransmaðurin Thomas Rudolf úr Strasbourg við sínum Hotchkiss AM2 frá 1925 Hotchkiss bilurin á veg av landinum aftur við Norrönu. Møguleiki er at fylgja bilinum á heimasíðuni: www.hotchkiss. eu www.hotchkiss.eu Bilurin innan. Instrumentini í miðjuni og handskrúm úti í síðunum. Leggið til merkis blómuvasan sum var sera smart tá í tíðini Absalon Lydersen úr Hvannasundi við sínum Austin A40 frá 1954 Bilurin er frá 1954 og er 54 ára gamal. Flott 50-ara design. Absalon fer helst at fáa sær onkrar nummarplátu, sum hóskar til ein persónbil frá 1954 bilar Hóast bilurin er 85 ára gamal, sær hann gott út og alt virkar sum tað skal