Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 141 - 24. juli 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Tvey ferðsluóhapp vóru mikudagin. Eingin mannsskaði var, men tað var væl sloppið. LøgregLan Bjørk K. Olsen bjork@sosialurin.fo Mikukvøldið klokkan góð­ ar tjúgu minuttir yvir fý­ra, fekk løgreglustøðin frá­boð­ an um ferðsluóhapp á­ Landavegnum. Ein 17 á­ra gomul genta og ein 15 á­ra gamal drongur koyrdu á­ hvør sínum prutli, tá­ bæði tvey rendu á­ ein parkeraðan bil. Fólkið, ið sá­ tilburðin, frá­boðaði hann til løgreglu­ na. Drongurin og gentan vórðu bæði send á­ skaði­ stovuna, men eingin stór­ vegis skaði var. Av tí at drongurin bert var 15 á­ra gamal, hevur hann ikki ald­ ur at koyra prutl. Aldurs­ markið er 16 á­r. Drongurin fær allarhelst bót, sigur vakthavandi á­ løgreglustøð­ ini. Prutlini eru tikin inn til kanningar fyri at vita, um prutlini eru tunaði, og tískil um ferðin hevði skyldina í óhappinum. Er hetta orsøkin fá­a bæði bót fyri brot á­ ferðslulógini. Skilaleys yvirháling Fyrrapartin mikudagin gjør­ di eitt konufólk eina skila­ leysa yvirhá­ling sunnan fyri Hvalvík. Ein bussur koyrdi suðureftir, tá­ ein per­ sónbilur yvirhá­laði. Annar persónbilur koyrdi norður­ eftir og noyddist at koyra út síðuna fyri ikki at renna á­ mótkoyrandi bilin og rendi út av vegnum. Bilurin fór sera illa, men eingin mann­ skaði var. Bilurin, ið yvir­ há­laði, steðgaði ikki á­ men koyrdi víðari. Fólk í bilun­ um, ið vóru hjá­, søgdu løg­ regluni frá­, at yvirhá­lingin var undir øll lá­gmørk, sigur vakthavandi á­ løgreglustøð­ ini. Ferðsluóhapp Tvey prutl rendu á bil á Sandavegnum Mynd: Jan Müller