hósdagur 24. juli 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 141 - 24. juli 2008
Mikukvøldið fekk Sosialurin
vitjan av Búa sibbidibbidimdim
dubadabaDam og Dánjali Kagga
Ding Ding Kagga Ding Ding
Kagga Dum. Vit fingu eitt lítið
innlit í í ævintýraferðina, ið hesir
báðir hava sýnt fram fyri børnum
á ólavsøku fimm tey seinastu árini
Sjónleikur
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
Klokkan er nær um tíggju mikukvøldið, og
Miðlahúsið er ikki akkurát tað staðið, eg
havi bestan hug at fara seint á kvøldi. Eg
skal gera eina samrøðu við teir báðar, Búa
Dam og Dánjal á Neystabø, handan ævin
týraferðina, ið hevur verið sýnt fyri børnum
á ólavsøku seinastu fimm árini.
Hóast eg var troytt og ikki hevði stórvegis
hug at arbeiða, gjørdist eg skjótt hugtikið
barn aftur, tá »Dánjal Kagga Ding Ding
Kagga Ding Ding Kagga Dum« setir seg
við klaverið og spyr:
– Hvat skal sangurin snúgva seg um?
Eg seti meg á stólin frammanfyri hann,
taki beinini upp til mín og eygleiði spent,
júst sum eg havi gjørt so ofta áður, tá áhuga
verdar barnasendingar og sjónleikir hava
verið fyri mínum eygum.
– Sangurin skal snúgva seg um at vera
forelskaður, sigi eg og gleði meg at hoyra
klaverið spæla. »Búi sibbidibbidimdimdub
adabaDam« setir seg undir liðini á Dánj
ali.
– Hvør er forelskaður? Spyr Búi.
– Tú er, sigi eg til stuttleika og peiki á
Dánjal.
Vit sita øll trý og kjakast um, hvat »tú«
rýmar á, og vit finna skjótt út av at seta eitt
vers saman. Dánjal Kagga Ding Ding
Kagga Ding Ding Kagga Dum fær futt í
klaverið og fer at syngja av øllum alvi.
– Eg eri so forelskaður, syngur Dánjal,
og eg eri heilt vís í, at tað er hann. Búi
tekur meg aftur upp í leikin, tá vit syngjandi
svara honum aftur:
– Jú, tað ert tú nú, jú, tað ert tú beint nú.
Men vit eru als ikki liðug at syngja enn.
Eg skal eisini siga teimum, hvørjum Dánjal
hevur hug at. Eg sigi síðan, at tað er ein
genta, ið eitur Lena. Dánjal er forelskaður
í Lenu.
– Jamen, hvussu sær Lena út? Spyr Búi
dibbidibbidimdimdubadabaDam. Eg gerist
enn meira hugtikin, og hugflogið fer sanni
liga á flog. Lena verður síðan ein lítil genta
við flættum.
– Jamen, hvat rýmar á flættur? Hugflogið
fær fríar ræsur, og nógv ymisk orð koma í
geyma. Hattur, skattur, lættur o.s.v. Eitt
vers kemur síðana aftur at, tá Dánjal og
Búi aftur fara at lata ljóðið streyma úr
munninum.
– Fitta Lena hevur flættur, hon er ein
skattur, hon dansar sum ein hattur, mín hug
ur gerst lættur, og teir báðir geyla og skrála,
og eg haldi hetta als ikki vera keðiligt.
– Nú halda tit uppat, rópar eitt og nýsur
burtur úr ongum. Vit hyggja øll upp á
hvønn annan og runt Miðlahúsinum, tá
Babu Babu Ubab illur gongur yvir til okk
um.
– Tit kunnu ikki avdúka allan sjónleikin,
geylar Babu Babu Ubab og nýsur.
– Babu Babu Ubab nýsur, tá hann er
illur, teskar Búi til mín, so illi ikki hoyrir
tað.
– Vit avdúka bara eitt sindur, sigur Dánjal
biddandi. Men her er einki at gera, Babu
Babu Ubab sigur nei. Eg sleppi ikki at
síggja meira.
– Brúka pippið, sigur Búi, og vit renna
øll upp gjøgnum stóru trappurnar og síðan
einar lítlar trappur upp í studio hjá Rás2.
Har far Babu Babu Ubab ikki komið. Niðri
undir stendur eitt og rópar, geylar og nýsur,
men tað ger ikki pettið, tí at nú skal eg
síggja eitt petti úr sjónleikinum hjá Búa og
Dánjal. Vit skulu brúka pippið, sigur Búi
og stillar seg soleiðis, ið hann eigur at
standa í sjónleikinum. Hann hyggir upp í
loft og spyr viðleikaran, um hann ikki sær
tað, ið er uppi í luftini?
– nei, eg síggi einki, sigur Dánjal, sært tú
nakað? Spyr hann meg.
– nei, eg síggi einki, sigi eg, tí eg síggi
veruliga einki.
– Tað er tí, at tit ikki brúka pippið, sigur
ein irriteraður Búi, síggja tit ikki grísin
uppi í luftini? Dánjal heldur hetta vera
totalt surrealistiskt og sigur, at tað ger hann
avgjørt ikki, og tað geri eg heldur ikki. Búi
tekur í Dánjal og stillar hann har, Búi stóð
frammanundan.
– Hvussu hevði grísurin sæð út, um hann
nú var har? Spyr Búi.
– Jú, hann hevði verið grønur og spika
feitur, sigur Dánjal og skilur ikki ordiliga,
hvat tað er, hann ger.
– Og hvussu við oyrunum og halanum,
hvussu høvdu hesu sæð út?
– Jú, oyrini eru lang og hanga heilt niðri
á jørðini, og halin er ordiliga stuttur, sigur
Dánjal og verður knappliga sera hugtikin
av hesum grísinum. Eg ivist ikki í, at hann
veruliga sær hendan grísin uppi í luftini, ið
hann stendur og eygleiðir.
– Nú mugu tit steðga, geylar Babu Babu
Ubab. Hann er sloppin upp gjøgnum trapp
urnar inn í studio hjá Rás2, hóast vit ikki
hildu, at hann kundi.
Tit mugu ikki siga børnunum longu nú,
hvat fer at henda á hesari ævintýraferðini,
sigur hesin illi og nýsur sum ongantíð áður.
– Børnini skulu sjálvi vera við í hesari
ferðini á ólavsøku, so tit noyðast at bíða til
á ólavsøku, sigur Babu Babu Ubab. Dánjal
og Búi ganga kúgaðir oman trappurnar og
út úr Miðlahúsinum við Babu Babu Ubab í
hølunum. Hóast eg ikki hevði so góðan
hug at arbeiða í kvøld, eri eg eitt sindur vón
svikin, at eg ikki slapp at síggja meir. Eg
noyðist bara at brúka pippið júst sum Búi
og Dánjal og bíða til ólavsøkuna saman við
øllum hinum spentu børnunum, ið gleða
seg at fara á ævintýraferð.
Nógvir eykatúrar um eru
mestsum uttan fólk
Fleiri av eyka túrunum, sum Ternan og Teistin sigla um
Skopunarfjørð, eru nærum tómir, vísa hagtøl hjá Strandferðsluni,
segði útvarpið hjá Kringvarpinum í morgun. Tað eru sjáldan fleiri enn
30 fólk við Ternuni, sum saman við Teistanum sigla 33 eyka túrar
aftur og fram hvørja viku um Skopunarfjørð. Serliga slakir eru
túrarnir millum klokkan 8 og 11 fyrrapartin og tíðliga seinnapartin, tá
sera fá fólk eru við. Eyka túrarnir komu, eftir at tvær milliónir vórðu
játtaðar á fíggjarlógina til eykasiglingina um Skopunarfjørð. Hvør
túrur hjá Teistanum ella Ternuni kostar okkurt um 8.600 krónur.
Á ævintýraferð