hósdagur 24. juli 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 141 - 24. juli 2008 ]
25
kil fyri fótbólti
farna kappingarári. Hann stóð á odda
fyri B36, sum leingi var við í dystinum
um føroyameistaraheitið. Í seinastu
umførunum dragnaði árstalsfelagið í
oddastríðnum. Men ta upplivingina kundi
klaksvíkingurin væl verði fyri uttan.
Hann umhugsaði ofta sína støðu
í felagnum, og tað var serliga takka
verið ódugnaligu leiðsluni, sum hann
greiðir frá.
- Eg var skelkaður, tá eg kom aftur.
Leiðslurnar kunnu lýsast við einum orði:
ein vanlukka. Teir krevja, at venjarin,
sum brúkar tíð, pening og orku upp á
venjaraútbúgving, skulu hava neyðugu
pappírini. Men at sita í leiðsluni krevur
einki. Tú skal ikki prógva nakað, og fleiri
hava ikki skil fyri fótbólti. Men tað eru
hesir, sum sita og stýra øllum. Venjarar
fáa ikki stórvegis ávirkan á avgerðirnar,
sum verða tiknar. Har má okkurt gerast.
Eg skal heldur ikki lúgva og siga, at eg
ikki ofta ætlaði at gevast sum venjari
hjá B36 í fjør av hesu orsøk, slær Kurt
Mørkøre fast.
Fyrrverandi landsliðsleikarin stendur
nú við stýrisvølin hjá Elnesvågen, sum
spælir í triðbestu norsku deildini. Liðið
liggur í løtuni á fjórða plássinum, níggju
stig eftir oddaliðið.
Eingin klárað seg
Kurt Mørkøre var ongantíð av skjótastu
leikarum. Við sínum ótrúliga máltevi
og kropstyrki kláraði hann tó at
standa seg millum teir bestu í norskum
landskappingarfótbólti. Klaksvíkingurin
dugir ikki at síggja nakran føroyskan
fótbóltsleikara, sum hevði staðið seg
í norskum fótbólti í dag. Hann vísir á
toppskjúttan á landsliðnum, sum er í
vanda fyri at flyta niður í triðbestu norsku
deildina.
- Eg skal ikki siga, at fleiri høvdu
kunnað klárað seg í toppinum í
næstbestu og bestu deildini. Men sum
tað er nú klárar eingin seg kropsliga,
sum stórur dentur verður lagdur á
her. Skulu føroyingar royna eydnuna í
Noregi, so mást tú tola mótgang. Eg
lesi á heimasíðuni hjá Hødd, at Rógvi
Jacobsen hevur stórar trupulleikar, og
ikki spælir serliga væl heldur. Tað hevði
heldur ikki komið óvart á meg, um hann
vendi heimaftur skjótt. Men nú kenni
eg hann væl, og eg veit, at hann roynir.
Men tað krevur nakað av tær, um tú
skal standa teg her – ikki bara her, men
allastaðni, sigur Kurt Mørkøre.
Royna okkurt nýtt
Tað gekkst sera væl í hond hjá Kurt
Mørkøre í norskum fótbólti. Í felagnum
gekk hann undir eyknøvnunum “Kong-
Kurt” og “Kurt Måløre”. Við sínum
mongu málum átti hann týðandi
leiklut í, at Sogndal mánaðir seinni
vann sær uppflyting í bestu deildina.
Stuðulsleikarar á liðnum vóru eisini
føroysku Julian Johnsson og Hans Fróði
Hansen.
Tað er ikki serliga vanligt hjá føroyskum
fótbóltsleikarum, sum hava rundað tey
30, at leita sær uttanlands at royna seg
sum yrkisleikari.
Men hví valdi tú næstbestu deildina í
Noregi framum gullveitslu í Klaksvík?
- Jákup í Stórustovu ringdi til mín eina
dagin, og spurdi, um eg hevði hug. Og
tað hevði eg. Hóast eg ikki visti, hvat
felag talan var um. Tað kendist, sum eg
gekk í somu skóm í Føroyum. Eg hevði
roynt at vunnið føroyameistaraheitið, eg
hevði roynt at vunnið steypakappingina.
Tað vóru sum so ongar avbjóðingar eftir.
Eg vildi royna okkurt nýtt. Tað kemur tó
næstan ikki fyri í dag. Føroyingar vilja
ikki troyta møguleikan. Óttin fyri, at tað
miseydnast er væl størri enn viljin eftir, at
tað eydnast. Tryggleikin er jú ov stórur í
Føroyum. Hvat fara føroyingar ikki at siga
og skriva, um tað ikki gongur? Gloym
tosið, gloym skrivingina – tað ræður um
at hava tol og stríðast fyri tí!, sigur Kurt
Mørkøre í horninum úr Noregi.
Uni Holm Johannesen
Rólant Waag Dam
Í blaðnum næsta hós
dag verður prátað við
Jákup í Stórustovu um
sama evni
Føroyar eru næst vánaligasta landslið í Evropa. Vit hava ikki
fingið nakað stig í hvørki EM- ella HM undankapping síðan
2004. Seinastu árini hava vit raplað niður eftir styrkislistanum
hjá FIFA. Í løtuni liggja vit nummar 195 – bara 12 lond eru
aftan fyri okkum.
Sosialurin varpar komandi vikurnar ljós á keðiligu gongdina.
Vit leita eftir orsøkunum til, hví tað gongur so illa í hond og
spyrja hvat skal til fyri at venda óhepnu gongdini?
Lesið fjórða part í røðini um kreppuna í føroyskum fótbólti.
5. partur