Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-24, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 24. juli 2008 31 LÝSINGARTORGIÐ Lýsingartreytir fyri ókeypis lýsingar: Privatar lýsingar í mesta lagi 40 orð, bert ein lutur í hvørjari lýsing, hægsta søluvirði 20.000 kr. Lýsingar, gjaldast skal fyri: Frá fyritøkum og virkjum. Lýsingar undir teigunum: »Dansur«, »Fundir« og »Matur« Bill. merktar. Minsta gjald fyri lýsingar: 70 kr. við MVG hvørja ferð. Akfør LASTBILUR TIL SØLU Toyota Hilux 4x4 árg 96, við sleipikróki til sølu. tlf 593323 ella 594323 PERSÓNBILUR TIL LEIGU Rover 200, 4 pers, 250 kr. pr. døgn. Tlf. 213992 TRAKTORUR Massey ferguson 35 bensin traktor­ ur til sølu fyri 2000 kr. Tlf. 262088 LASTBILUR TIL SØLU Scania 143 6x2, trekkari, árg.95 við retardara og hydralik. Sýnaður mai 2008. Ring 516879 LASTBILUR TIL SØLU Scania 143E 8x4 árg.96, við skifti­ last til sølu. Tvær lastir kunna fylgja, ein grót last á 10,6 m3 og ein kontainara last á 20 m3. Ring á 516879 VOLVO V50 2.4 bláur, árg. apríl 05. Bilurin hevur aut. gear, sóltak og aðra eyka­ útgerð. Bilurin hevur koyrt 35786. Bilurin er til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 219632 FORD FIESTA SPORT HB 1.6 bensin, bilurin er frá 2003, er nýsýnaður og í sera góðum standi. Til sølu fyri 105.000 kr. Kann síggjast inni á sel.fo. Vinarliga ring á tlf. 568884 Alt til akfør EYKALUTIR til Mercedes, Dodge, Chrysler og Jeep til sølu. Eisini skaffi eg nýggjar bilar. Tlf. 213992 Amboð GRAVMASKINA TIL SØLU 4,7 tons Kobota gravmaskina til sølu, krevur ábøtur. Tlf. 593323 AGRIA SLÁIMASKINA Ein AGRIA sláimaskina til sølu fyri kr. 2.500,00 Ring 211950 MINIGRAVARI og brekkari til leigu, 80 cm. br. Vigar 1000 kg. Tlf. 213992 SLÁIMASKINA Lítið brúkt Tielburger sláimaskina 71 cm, líggi,til sølu. Tlf 586243 STILLADS TIL LEIGU Aluminium stillads bíliga til leigu. Tlf. 251160 Arbeiði ARBEIÐI Er tað nakar, ið hevur brúk fyri royndum maskinførara? Eg havi koyrt maskinu í 4 ár og havi eisini koyrikort til øll akfør. Um hetta hevur tín áhuga, vinarliga ring 218761 Barnaútgerð BARNAVOGNUR TIL SØLU Svartur barnavognur við lift, madrassum og puslitasku. Vognurin hevur lufthjól. Lítið brúktur og vælhildin. Tlf. 532824 ALTANBARNAVOGNUR Svartur Basson barnavognur við lufthjólum, til sølu fyri einans 300kr. Ring/sms 274472 BILSTÓLUR 0 TIL 13 KG. TIL SØLU Ein AKTA GRACO bilstólur 0 til 13 kg. til sølu. Er brúktur til 1 barn og vælhildin. 219566 BRIO BARNAVOGNUR við lift, brúktur til 1 barn. Til sølu fyri 3500 kr. Tlf. 251995 TIL SØLU Reyður ferrari bilstólur 0­13 kg fyri 1500 kr, puslikommoda v/baðikar fyri 500 kr, berlingo pusliteppi fyri 100 kr, óbrúktur "snugliposi" fyri 300 kr. Tlf. 587216 EMMALJUNGA BARNAVOGNUR TIL SØLU Vælhildin, myrkabláur, sær út sum nýggjur. Brúktur til 1 barn. Ring ella sms'a tlf. 261084 BASSON LUX SHOPPARI Góður shoppari við regnskjóli. Keyptur maj 08 fyri 1300 kr í Vøgguni. Bert brúktur til feriubrúk. Til sølu fyri einans 750 kr. Ring/sms 274472 TIL SØLU Góð babylift til sølu fyri 100 kr. Beriselar óbrúktir, keyptir í Vøgguni 200 kr. Tlf. 255279 Bátaútgerð HONDSNELLUR Bíligar brúktar hondsnellur ynskjast til keyps. Tlf. 321800 ella 227120 FINNSAILER 29 ì sera góðum standi, bíliga til sølu. Ring á tlf 586003 STÓRT FØROYSKT 8 mannafar bíliga til sølu. Tlf. 592157 Bingo BINGO hesa vikuna verður í Felagslonini í Fuglafirði hóskvøldið 24. juli kl. 19.30. Drekkamuður fæst í steðginum. Vit hava bingo annanhvønn leygardag og annaðhvørt hóskvøld. Øll eru vælkomin. Eldrafelagið Borgin ÓLAVSØKU-BINGO verður í Felagslonini í Fuglafirði mánakvøldið 28. juli kl. 18.00. Lamb til heystar og gávukort á 1000 kr. á lutaseðli. Drekkamuður og smurt breyð fæst. Øll eru vælkomin. Eldrafelagið Borgin ÓLAVSØKU BINGO Gott ólavsøku bingo verður í Pállstovu sunnudagin 27. juli klokkan 16. Full Pláta 500 kr. 6 og 12 spæl 1000 kr. Á Lutaseðli: døgurðamatur, kurvar og 1 Flogferð. Bingola og eyka eyka verður. Øll eru Hjartaliga vælkomin. Kyndil Burturm. /funnið HVÍT KETTA FUNNIN í miðbýnum mánadagin 21. juli. Hevur eitt blátt og eitt gult eyga, er sera spøk og kelin. Hevur hálsband uttan navn. Hvør saknar hana? Vinarliga sig frá. Djóraverndarfelagið, tlf. 504533 Býli í Føroyum HALT FRÍ Í SUDUROY Halt frí í Suðuroy! Vikuskifti ella mitt í viku. Ein dag ella fleiri. Í hugnaligum húsum í miðbýnum á Tvøroyri. Ringið 372480 millum kl. 9-16 HALDIÐ FRÍ Í SUÐUROY! Frítíðaríbúð mitt í Vági við panoramaútsýni yvir allan býin og fjørðin til leigu fyri sera sámiligan prís. 256851 KAMAR Í TÓRSHAVN Kamar, skamt frá Handilsskúlanum, til leigu til friðarligt fólk frá 1. august. Felags køk, bað, vaski­ maskinu og frystiboks. Møguleiki fyri breiðbandi. Tlf. 280505 ÍBÚÐ ELLA KAMAR Í HAVN YNSKIST Ungur havnardrongur søkir íbúð ella kamar í Havn. Eri friðarligur, royki ikki og gjaldi rættstundis. Tlf. 50 33 70 ÍBÚÐ TIL 1. AUG Eg eri ein 24 ára gomul genta, sum mangli eina íbúð í Havn, Argjum ella Hoyvík til 1. aug, ella skjótast gjørligt. Eg royki ikki og havi fast arbeiði. Ring á 502054 ÍBÚÐ ELLA HÚS YNSKIST TIL LEIGU Vit eru tvær kvinnur, ið skulu til havnar at lesa. Vit hvørki roykja ella drekka. Fara væl við og gjalda til tíðina. Um tú hevur okkurt til okkum vinarliga ring á tlf nr 58 80 76 2 KØMUR TIL LEIGU 2 kømur mitt í miðbýnum, í friðarligum umhvørvi, til leigu frá 1 aug. Stødd 235 x 390 og 385 x 320. Verður helst útleigað til maskin­ ella navigatørnæmingar, tó einki krav. Møguleikar at gera mat. Tlf. 224083 LÍTIL HUGNALIG HÚS í Kollafirði við innbúgvi til leigu frá hálvum august. Húsini standa sera væl fyri. Prísur kr. 4.000,­ pr. mðr. uttan ljós og varma + 2 mðr. depositum. Tlf. 220589 ella 262143 KAMAR Í TÓRSHAVN Kamar til leigu til friðarligt fólk frá 1. august. Liggur skamt frá handilsskúlanum. Felags køk, bað, vaskimaskinu og frystiboks. Møguleiki fyri breiðbandi. Tlf. 280505 ÍBÚÐ TIL LEIGU 100 m2 loftíbúð við egnari inngongd til leigu í Tórshavn vesturbýnum fyri 7.000 kr inkl. hita, + 1 mánað depositum frá 1. august. Áhugað kunnu skriva til: ibuditorshavn@gmail.com ÍBÚÐ YNSKIST TIL LEIGU 32 ára gamal maður ynskir íbúð í høvuðsstaðarøkinum skjótast tilber. Eri nýligani fluttur heim aftur til Føroyar eftir loknan lesna. Krevur íbúðin ábøtur, geri eg tað gleðiliga umframt evt. el­arbeiði. Havi fast arbeiði og royki ikki. Tlf. 22 54 65 ÍBÚÐ YNSKIST Mamma við einum 1½ ára gomlum barni, og lítlum friðarligum hundi, søkir íbúð í høvuðsstaðarøkinum. Havi fast starv, fari væl um og gjaldi rættstundis. Max. kr. 4000,­ um mðr.Er onkur, ið kann hjálpa okkum, vinarliga skrivið til mín á ibudhavn@yahoo.com SKÁLAVÍK Frítíðarhús við øllum hentleikum og sentralhita til leigu i styttri tíðarskeið. Húsini liggja væl fyri ovarliga í bygdini við góðum útsýni. E­post: debes@post.olivant.fo heimasíða: http://heima.olivant. fo/~debes . Tlf. 311197 -211192 Býli uttanlands ÍBÚÐ YNSKIST Í KEYPMANNAHAVN Friðarligt par ynskir íbúð at framleiga í uml. 6 mánaðar ella longri. Roykja ikki og fara væl um. Tlf. 253165 ella 252633 LÍTIL FULT MØBLERAÐ íbúð tætt við Ríkissjúkrahúsið, til leigu frá 15. august og 6 mðr. fram. 6.500,­ kr. pr. mánað, alt íroknað. Tlf. +45 86950049 ella +45 22415640 ÍBÚÐ YNSKIST Í KBH, SEPTEMBUR. Íbúð ynskist (ca.8­20 sept.) helst í centrum: Valby ella Frb. Framleiga ella møguliga umbýting við íbúð í Havn. Ikki roykjara. Vinarliga ring: 223566 Bøkur VARÐIN TIL SØLU Um hóskandi boð fæst selji eg míni bind av Varðanum. 41 innbundin eintøk eru umframt evnisyvirlit. Fáast við at avheinta tey í Keypmannahavn. Tlf. +45 39670545 Dýr FLUTNINGSBÚR TIL HUND Flutningsbúr at nýta t.d. tá hundur skal ferðast við flogfari til sølu. Bert brúkt ta einu ferðina. 512713 ella 217050 CAVALIER KING CHARLES 16 vikur gamal hundahvølpur við stammtalvu til sølu vegna serligar umstøður. Ring og hoyr nærri. Tel: 589858 EG ERI EIN SKJALDBØKA sum eiti Sofus. Er tað nakar, sum vil eiga meg? Tlf. 212198 FUNNIÐ - HORVIÐ Funnið ­ horvið. Hevur tú mist eitt djór ella funnið eitt? Ring til Djóraverndarfelagið, kanska kunnu vit hjálpa. Djóraverndarfelagið, 504533 KETTLINGUR YNSKIST Eg ynski ein fittan kettling (frens) við tumlum. Ókeypis? ella eina lítla samsýning. Vinarliga ring tlf. 582328 EIN ektaður border collie tíkarhvølpur 8 mðr., sera fittur, kann fáast. Tlf. 281225 Húsarhaldstól TURKITRUMLA 1 Gorenje turkitrumla til sølu. Tlf. 229664 ella 373432 KØLISKÁP TIL SØLU Køliskápið er av merkinum Brandt, og er til at byggja inn. Hædd: 121cm breidd: 53,5cm djúpd: 52cm Ring 239083 TURKITRUMLA TIL SØLU UPO d50 avtrekksturkitrumla til sølu fyri 500 kr. Ring 533646 KØLIDISKUR Ein kølidiskur v/ glasmontru og undirskápi til sølu. Br. 1.30 m. h. 1.50 m. dj. 70 cm. + pylsukókari v/ tilhoyri. Tlf. 317024 ella 588303 Innbúgv MØBLAR TIL SØLU 2 mans sofa, sofaborð, reol, sjónvarpsborð og sjónvarp. Alt til sølu fyri 2000,­ vegna flyting. Tlf. 226272