Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juli 2001síða 18

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 143 - 28. juli 2001 Nr. 143 - 28. juli 2001 35 Gudstænastur 7. sunnudag e. trinitatis Havnar kirkja: Hans Eiler Hammer kl. 11 Vesturkirkjan: lestur kl. 11 Argja kirkja: lestur kl. 11 Christianskirkjan: lestur kl. 11 Klaksvíkar Sjúkrahús: Jo- hannes Ellingsgaard kl. 10 Norðoya Røktarheim: Johannes Ellingsgaard kl. 14.30 Rhema á Hálsi Ongi møti verða í Rhema um ólavsøkuna. Kirkju- og missións- húsið á Argjum Heimasíða okkara: www.koma.fo Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 messa í Kerit. Ólavsøkuaftan messa kl. 11.30 í Kerit. Ólavsøkudag kl. 10 há- messa v/ Martin de Leur í Mariukirkjuni. Meinigheitshúsið Ólavsøkuaftan kl. 20.00 (ikki sum áður lýst kl. 18): Møti v/ Alfred Olsen, manskvintett syngur. Ólavsøkuaftan kl. 22.00: Café v/ lovsangsløtu, tey ungu skipa fyri. Ólavsøkudag kl. 18.00: Møti v/ Sverra Kass. Ebenezer Ólavsøkuaftan kl. 21.00: Útimøti, eftir møtið opið hús í Ebenezer. Ólavsøkudag kl. 10.00: Breyðbróting, kl. 16.00: Barnamøti og kl. 21.00: Útimøti, eftir møtið opið hús úti á Fløtum. Heimasíðan: www.ebenezer.fo Filadelfia, Landavegur 22 Ólavsøkudag kl. 16.00: Lovsangur í Grasagarði v/ Tummas Jacobsen. Mánakvøldið kl. 20.00: Bønarskúli. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo http://www.filadelfia.fo Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 18: Evan- geliskt møti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13.00: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 17.00: Møti. Filadelfia, Sundalagið Einki møti verður sunnu- dagin vegna ólavsøku – sí skránna hjá Filadelfia í Havn. Ørkin, Saltangará Evangelisk møti verður sunnudagin kl.19.00. Húsmøti verður týsdagin kl. 20.00 í Søldafirði hjá Maybritt & Trúgva Berg. Verið hjartaliga vælkomin. Soli Deo Gloria Sunnudagin einki møti. Mánadagin 30.7. kl. 20.00: Meinigheitsfundur. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnukvøldið verður møti kl. 18.00 við Jens og Helenu. Ebba og Nimrod syngja. Øll eru hjartaliga vælkom- in. Frelsunarherurin í Vági Evangeliskt møti sunnu- kvøldið kl. 18.00 v/ Ragnar Ludvig og Johan Thomasen. Øll eru hjarta- liga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11.00: Breyðbróting, kl. 18.00: Evangeliskur fundur og kl. 21.00: Útifundur um viðrar. Ónsdagin kl. 20.00: Bønar- og Uppbyggingarfundur. Missiónshúsið í Vági Møti verður sunnukvøldið kl. 18.00. Øl eru hjartaliga vælkomin. Landsfelagið og Eldradagurin Eldradagurin verður í ár hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík tann 4. august frá kl. 9.00 til 18.00. Skrá verður send í øll húsini í Eysturoynni. Men sjálvandi sleppa limir og onnur úr øðrum bygd- um eisini við, um tey tekna seg nóg tíðliga – vegna plásstrot. Telefonirnar til tilmelding eru: 441396 - 444191 - 444122 ella 443011. Lymfødemfelagið Box 2113, FO 165 Argir Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð. Samband fæst við felagið á tlf. 448454, Fía í Túni, ella tlf. 313424, Arnhild Johanne- sen. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mána- dag, mikudag og fríggja- dag kl. 13-15.00 á tlf. 212380. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 Frá 3. juli til 17. august er Tilhaldið opið mánadag- fríggjadag kl. 14.00-18.00. Á ólavsøku 27., 28. og 29. juli kl. 14.00-18.00 verður framsýning av listaverkum hjá Fridtjoffi Joesnen á 1. hædd og í kjallaranum verður framsýning av úr- vali av klæðum frá SIRRI. (Suðuroyar Ullvirki) Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Fundir verða leygardagin kl. 17–18.00, sunnudagin kl. 11–12.00 og mána- kvøldið kl. 20–21.00. Al-anon fundur er hvørt týskvøld og hóskvøld kl. 20 á Vaskarínum í Tórsgøtu 5. 21. juli Konráð Sverrir Auðunsson, 60 ár. Svanhild Augustson, ættað av Sandi, 75 ár. 24. juli Kári Hansen úr Havn, 46 ár ANDLÁT FØÐINGAR TILTØK EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Sjey tægur av molum Og tey fingu sær at eta og vórðu mett; og teir hentaðu upp í sjey tægur av molum, ið vóru til avlops. Mark. 8, 8 Breyðið varð høgt mett í Ísarels landi á Jesu døgum. Ísarelsmaðurin helt breyðið vera heilagt. Tað var størsta gáva, Guð gav fólki sínum. Í breyðinum var fjald ein undurfull megi, sum gav hinum troytta likaminum kraft av nýggjum og birti sálarinnar veiku glóð aftur upp at loga. Hvør máltíð var eitt undur, ein endurnýggjan, sum skuldi upplivast í andakt, tilbiðjan og tøkk. Gjøgnum breyðið læt Skaparin lív sítt renna inn í hina kraftarleysu menniskjuna, hvørs egna lív so skjótt kundi fáa enda. Tí las húsfaðirin altíð eina signing yvir breyðið, tá ið tey vóru sessað, og so breyt hann tað og gav sínum kæru við borðið. Soleiðis fóru tey rætt til borðs. Vit kunnu kalla hetta eina heildarfatan. Breyðið er ikki bara matur í munnin, tað gevur so nógv meira. Tí mátti tað eisini leypa av, tá ið Jesus gjørdi sítt stóra undur og mettaði 4000 mans við sjey breyðum og nøkrum fáum smáfiskum. Tað var ikki bara ein undurgerð, sum hevur til endamáls at metta ta løtuna, so tey ikki skuldu fara svang til hús og fáa maktarloysi á vegnum. Tað var eisini eitt tekin, eitt tekin um Guðs ríki og Guðs gerning í Jesusi Kristi. Eitt tekin um hann, sum kallaði seg sjálvan lívsins breyð, og sum segði um seg sjálvan: “Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta.” Eisini fyri okkum verður frásøgnin um Jesu undur- gerning sett fram sum eitt tekin, eitt tekin til trúgv. Evangeliið vil læra okkum at trúgva á Guð, at hava fult álit á okkara himmalska faðir. Tað vil minna okkum á, at tað dagliga breyðið ongantíð verður nøkur sjálv- fylgja. Bønin “Gev okkum í dag okkara dagliga breyð!” stendur mitt í Faðirvár, og har skal hon verða standandi, fyri at vit júst skulu minnast til at biðja hana hvønn dag. Og tað álit skulu vit hava á Guð, at hann hoyrir okkum, tá ið vit biðja. Men frásøgnin um undurgerningin vil eisini vera okkum eitt tekin um trúnna á Jesus. At hann í tí, sum okkum viðurferst í okkara dagliga lívi, er hjá okkum og leggur sína signing til. Hansara náði gyllir eisini tann mangan gráa gerandisdagin fyri okkum. Sjálvt í einum samfelag, sum metti breyðið so høgt sum tað jødiska samfelagið, vóru tey fyrstu kristnu, sum umtalað verða í Ápostlasøguni, eitt vakurt fyri- dømi. Hvussu mikið meira eiga tey ikki at vera eitt fyridømi fyri okkum, sum trúgva á Jesus í dag, men eisini liva mitt í tí, tey kalla eitt vælferðarsamfelag: “Og hvønn dag hildu tey sær samhugað støðugt í halgidóminum, og tey brutu breyðið heima við hús og fingu føði sína við gleði og í hjartans einfaldi, og tey lovaðu Guði og høvdu yndi hjá øllum fólkinum.” (Áps. 2, 46-47) Jákup Reinert Hansen LÆKNAVAKTIR Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 28. juli: Niels Jacobsen, tlf. 441490 Sunnudagin 29. juli: Knud Jacobsen, tlf. 423006 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi- dagar kl. 13-14. Tlf. 314544. Tann 15. juli fingu Súsanna og Regin Tofte- gaard, Keyp- mannahavn, eina dóttir. Hon var 51 cm long og vigaði 3400 gr. 16. juli fingu Eyðbjørg S. Olsen, Sandi, og Helgi Strøm, Trongisvági, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3080 gr. 19. juli fekk Tummas Napoleon Arge ein lítlabeiggja. Foreldrini eru Rigmor N. og Regin Arge, og tey eru úr Havn. 22. juli fingu Ann og Hans J. á Lava, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4050 gr. 22. juli fingu Sanna og Grímur Hammer, Eiði, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3500 gr. 24. juli fingu Ásla og Sjúrður Holm, Argir, ein son. Hann var 54 cm langur. 24. juli fingu Randi og Hallur Johannesen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2950 gr. 24. juli fingu Óluva og Jón Rubeksen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3150 gr. 25. juli fingu Gisleyg E. Hansen og Jóannes J. Østerø, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3600 gr. 25. juli fingu Linda R. Sørensen og Jóhan Petur Olsen, Argir, eina dóttur. Hon vigaði 1240 gr. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvíta- skúla. (gamla læraraíbúð- in). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftin- um, inngongd niðanfyri). Føroya Heimavirkis- felag Postboks 1209 - 110 Tórs- havn. Teldupostur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band við felagið fæst við at ringja til formannin: Nigro Hermansen tlf. 314304 / fartlf. 288304 Spælistovan í Meinig- heitshúsinum í Havn hevur summarfrí frá 28.6. til 3.9. LFÚ-skrivstovan hevur opið týsdag og hós- dag millum kl. 13 og 17. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16-18. LISA skrivstovan hjá Listafólka- sambandi Føroya í Dj. í Geilsgøtu 1 er opin mána- dag kl. 14-18 og hósdag kl. 14-20. Teldupostur lisa@lisa.fo – heimasíða www.lisa.fo Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er op- in frá kl. 10 til 17, og hós- dagar til kl. 21. Ráðgev- ingin er hóskvøld eftir avtalu. Amnesty Inter- national, Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Skrivstovan er opin: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 13–17. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiskimenn í Canada, Svø- ríki, Danmark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. MBF Skrivstovan er opin allar gerandisdagar millum kl. 9.00 og 16.00. Vit hava stongt vegna summarfrí frá 5. juli til 15. august. Tlf. 317373 · Fax 310813 e-mail: mbf@post.olivant.fo Giktafelag Føroya Skrivstovan er stongd í summarfrítíðini. Lýst verður tá opið verður aftur. Javni Skrivstovan er stongd vegna summarfrí. Ringjast kann til ein av nevndar- limunum. Eirikur Dam, tlf. 422087 Jógvan Elias á Løgmans- bø, tlf. 317686 Jarvin Feilberg Hansen, tlf. 320237 Malena Arnholdsdóttir, tlf. 441395 Diana í Puntabyrgi, tlf. 316510 – fax 310557 email: punta@post.olivant.fo Felagið Føroyar-Kuba P. O. Box 2055, 165 Argir. Tlf./fax 312098 Teldupostur: far_cuba@hotmail.com Viðtala eftir avtalu. Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mána- dag til hósdag frá kl. 10.00 til kl. 15.00. Tlf. 31.7597, fartlf. 22.2381, skrivitlf. 31.6929 fax 31.3609 og teldupostadr. deaf@post.- olivant.fo heimasíðan: www.deaf.fo Føroya Astma/Allergifelag MBF-húsið, Íslandsvegur 10c, Tlf./fax 311419 Cøliakifelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band við felagið fæst við at ringja til onkran av nevndarlimunum: Annegreta tlf. 448664 Beinta tlf. 310574 Henning tlf. 314783. Nýrafelagið Postsmoga 1063 110 Tórshavn. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band fæst við felagið á e-mail: thomsen1@post.olivant.fo Tlf. 315928, Odny Tlf. 315786, Karin Elisa Tlf. 315673, Katrin Føroya Felag Móti Krabbameini Ráðgevingarstovan er opin mánadag til fríggjadag, við telefontíð frá kl. 13-15. Tlf. 31 79 59, telefax 31 57 27. E-mail: ffk@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovu- tíð, men samband við fel- agið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. Ólavsøkugudstænasta í Keypmannahavn Ólavsøkugudstænastan verður sum vanligt í Elias- kirkjuni á Vesterbro Torv 29. juli kl. 17.00. Torben Johannesen prestur præ- dikar. Aftan á verður sam- koma í Føroyahúsinum. Evangeliska Røddin, Odense Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Føroyahúsið í Føroyska sendingin »v/ Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 92,2 MHZ miðbýurin, FM 106,5 MHZ Aalborg suður, og FM 107,4 Aalborg norður, hvønn leygardag kl. 10 og verður endursend sunnukvøld kl. 20.30. Før. gudstænasturnar í Samuelskirkjuni Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14. (Kirkjan er skamt frá Nør- rebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 32551809 fax.32586149 e-mail: kristnastova@get2net.dk Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20. Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er sam- stundis. Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis. TILTØK PRÓGV Agnar á Dul, Klaksvík, hevur í juli 2001 fingið prógv sum cand. polit. á Københavns Universitet. Marion á Lakjuni (f. á Dul), Klaksvík, hevur í juli 2001 fingið prógv sum cand. polit. á Københavns Universitet. 85 ÁR 31. juli fyllir Andreas Olsen (Lýðar), Tvøroyri, 85 ár. Hann er staddur við Sílánna henda dagin. Fríggjadagin 3. august kl. 16.00 giftast í Býráðshúsinum í Klaksvík, Vivi Heinesen og Árni Elttør, bæði úr Klaksvík. Veitslan verður í Skálanum kl. 19.00 fyri innbodnum og vælkomst kl. 21.30. Leygardagin 4. august kl. 16.00 giftast í Tvøroyrar kirkju Súsanna Holm, Tvøroyri, og Magni Mohr, Vágur. Veitsla verður fyri innbodnum í Gistingarhúsinum í Øravík. Leygardagin 4. august kl. 14.00 giftast í Sandavágs kirkju Una Jacobsen úr Miðvági og Torstein Á Steig úr Sandavági. Bæði búsitandi í Viby J. Opið hús verður Norðuri á Heiðum í Miðvági kl. 20.00. Leygardagin 4. august kl. 16.00 giftast í Amfisalen í Moster Amfi, Linda Stangervåg, Rubbestadneset, og Søren Helligsøe Olsen, Hov. Brúdleypið verður í Rubbestadneset 5420, Bømlo, Norge. Leygardagin 11. august kl. 16.00 giftast Una Hansen og Mourits S. Jacobsen í Klaksvík. Vælkomst verður í Tekniska skúla kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 456760 ella 455366 áðrenn 1. august. BRÚDLEYP C M Y K 35 34